Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mars 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 29. mars 2001 13 12 Nr. 62 - 29. mars 2001 – Tað er eitt bragd í sær sjálvum, at før- oyska fiskivinnan nú fær avlop uttan al- mennan stuðul. Men vinnan skal betra seg meira fyri at kunna endurnýggja seg, sigur Eyðfinn Reyð- berg, stjóri í Norðoya Sparikassa FISKIVINNA Eyðun Klakstein Klaksvík: Fiskivinnan er komin langt, síðani al- mennur stuðul varð tikin frá vinnuni, men enn er ein stór uppgáva eftir. Tað heldur stjórin í Norð- oya Sparikassa. – Tað er eitt bragd í sær sjálvum, at føroyska fiski- vinnan nú fær avlop uttan almennan stuðul. Hetta hevur vinnan klára uppá minni enn 10 ár, og tað er gott, sigur Eyðfinn Reyð- berg. – Eg ivist ikki í, at posi- tiva gongdin fer at halda fram komandi árini, og tað er eisini neyðugt, um vinn- an skal kunna endurnýggja seg í framtíðini, sigur hann Eingin endurnýgging Norðoya Sparikassi fíggjar meginpartin av fiskivinn- uni í landi í Norðoyggjum, meðan stovnurin einki ger við alivinnuna. – Fiskaprísirnir hava ver- ið sera høgir, og tað hevur gjørt tað trupult hjá teimum traditionellu virkjunum at fáa tann vinningin, sum skal til fyri endurnýggja seg í longdini, sigur Eyð- finn Reyðberg. – Vinnan á sjógvi hevði eitt gott ár í fjør, men eisini hon hevur trupult við at for- nýggja seg. Hetta er ein lønartung vinna, og at heimaflotin ikki er for- nýggjar seg, er ein staðfest- ing av, at avlopið er ikki nóg stórt. Brúka alla orkuna Sparikassastjórin í Klaks- vík roknar tó við, at gongd- in í vinnuni fer at halda fram, og at virkini fara at blíva enn betri til at vinna pengar. – Tað er eitt sindur við- vent, at vit hava virki, sum ikki brúka sína orku til fulnar. Men her rokni eg við, at gongdin næstu árini fer at verða ein økt konsen- tratión í vinnuni. Vit fara so líðandi at fáa færri virki, sum brúka alla sína orku, sigur Eyðfinn Reyðberg. – Eisini verður helst neyðugt hjá feløgunum at hava eini tvey fiskiloyvi fyri at eitt nýtt skip skal klára seg. Sparikassastjórin stað- festir, at fiskivinnan hevur fótað sær uttan almennan stuðul, men at enn skulu betringar gerast í vinnuni, so hon kann nýggja seg sjálv. FISKIVINNUTÍÐINDI Fiskivinnan skal hava størri avlop – Gongdin næstu árini fer at verða ein økt konsentratión í vinnuni. Vit fara so líðandi at fáa færri virki, sum brúka alla sína orku, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa. Mynd: Eyðun Klakstein Danska sjóverjuskipið Triton tók seinnapartin í gjar bretska trolaran »Rivo 1«, ið veiddi ólógliga 25 fjórðingar eystur úr Nólsoynni. Trolarin var ikki ólóg- liga staddur á leiðini, men hann veiddi við ov smáum meskum. Triton kom á Havnina beint fyri midnátt týskvøldið og politiið tekur sær nú av málinum. Trolari tikin Nú fer várróðurin at halla. Fiskurin, sum kemur upp á land er lætnaður og hetta sæst eisini á prísinum. Toskaprísurin lá allur sum hann var í gjár undir 20 krónur. Tá várfiskurin hevur gýtt, so fæst minni burturúr toskinum og hetta sæst aftur á prísinum. Gýtingin um at vera av Nevndin, sum skal kanna setunnarviður- skiftini hjá manningini á Brimli er nú sett. Í henni sita Tummas Magnussen, Jógvan Ell- efsen, Páll Nielsen og Trygvi Jacobsen. Trígg- ir teir seinast nevndu eru advokatar. Nenvdin skal vera liðug við sítt arbeiði í seinasta lagi 1. mai. Er hon ikki komin ásamt tá, skal ein upp- maður nevnast. je Brimlanevndin sett Bretski trolarin RIVO 1 veiddi við ov smáum meskur. Her er hann avmyndaður við molan í Havn í gjar. Mynd Jens Kr. Vang Norðmenn nýta ein heilivág móti soppi í rognum og yngli, sum eitur Malakittgrønt. Hesin heilivágur er bannaður bæði av norsk- um myndugleikum og av ES kommisiónini. Sam- bært einum yvirlitið sum Norsk Medisinal- depot hevur gjørt, so nýttu norskir alarar í fjør 27 kilo av malakittgrønt, árið fyri 24 kg, í 1998 23 kilo og mest varð nýtt í 1991, tá vóru nýtt 114 kilo. Eftirlitið hjá Fiskeri- direktoratet hevur ikki staðfest restir av mala- kittgrønum i alifiski í fjør. je Norðmenn nýta ólógligan heilivág í alivinnuni Í hesum døgum síggjast grágæs í stórum flokk- um fara siglandi í kon- voy eftir himinum á veg norður eftir. Gæsnar eru á veg til Íslands og Eyst- urgrønlands, har tær halda til sum summarið. Annar flytifuglur er eis- ini á veg norðureftir. Men nú er ivi sáddur um hesar trúgvu gestir, sum seinastu mongu tús- und árini trúliga hava flogið norður eftir at verpa og fáa ungarnar undan. Herviliga munn og kleyvsjúkan, sum herjar í Bretlandi og á evropæiska meginland- inum kann eisini sita á flytifuglunum. Tí hava íslendsku myndugleik- arnir ætlanir um at skjóta nakrar flytifuglar fyri at vita, um teir eisini kunnu vera smittuberar. je Grágæsnar smittuberar Drunnhvítatúrarnir í Nólsoy, sum Jens Kjeld hevur skipað fyri seinstu árini eru avlýstir fyri í ár. Hetta kemst av, at Jens Kjeld ber ótta fyri, at útlendingar, sum plaga at luttaka á hesum túrum kunnu bera munn og kleyvsjúkuna við sær til Nólsoyar og Jens vil ikki hava sitandi á sær, at hann er atvoldin til hesa herviligu sjúku í Nólsoy. Drunnhvítatúr- arnir eru vorðnir heims- kendir je Sleppa ikki at síggja drunnhvítan – Tað er sera umráð- andi, at føroyingar sjálvir fáa sær tann neyðuga førleikan at arbeiða í oljuvinnuni, tí oljufeløgini fara at spyrja eftir hesum førleika, um tey skulu keypa vørur og tæn- astur frá føroyskum virkjum sigur Sigmund Rosnes, norskur ráðgevi OLJA OG ÚTBÚGVING Jan Müller Tað eru tey bæði Ingvil Josdal frá Handilsháskúl- anum í Stavanger og Sig- mund Rosnes, sum er konsolentur hjá skúlanum, sum hava arbeitt við átrokandi skeiðunum í heilsu, trygd og umhvørvi, ið nú standa føroyingum í boði. Ingvil Josdal heldur timingina til hesi skeiðini verða júst ta røttu nú farið verður at leita eftir olju og føroysk virki bjóða seg fram. Sigmund Rosnes, sum annars eisini arbeiðir fyri eitt japanskt oljufelag, heldur tað er sera umráð- andi, at føroyingar sjálvir fáa sær tann neyðuga førleikan at arbeiða í oljuvinnuni, tí oljufeløgini, sum fara at arbeiða her, fara at spyrja eftir hesum før- leika, um tey skulu keypa vørur og tænastur frá før- oyskum virkjum. – Skulu tit blíva ein partur av oljuvinnuni, mugu tit eisini menna før- leikan. Tað er so eisini í tráð við føroyska ynskið um, at ein komandi olju- vinna skal leggja nakað eftir seg í Føroyum. Tí er umráðandi nú hjá føroysk- um vinnulívi sjálvum at seta sær heilt nýggj krøv. Sjálvur heldur Sigmund Rosnes, at 20 luttakarar er ein góð byrjan til slíkt skeið. Hann sigur seg ann- ars hava tosað við umboð fyri Statoil, sum siga, at teir fara at leggja stóran dent á at útbúgva og fáa síni egnu fólk á slík skeið í Føroyum eisini, soleiðis at teirra fólk, sum koma at taka sær av eitt nú komandi bor- ingum, kenna føroyskar lógir og reglugerðir. Eisini aðrir veitarar, sum koma úr útlandinum eiga at vita nakað um føroysk við- urskifti, og tí verður eisini her ein tørvur á skeiðum. – Vit eru sera fegin um samstarvið við føroyskar myndugleikar, sum jú eisini hava lagt stóran dent nettupp at fara undir at undirvísa føroyingum, sum skulu veita oljuvinnuni vørur og tænastur. Við hesi byrjan kann man siga, at Føroyar hava fingið ein Handilsháskúla sigur Ingvil Josdal. Í Noregi hevur verið nógv tosað um mangl- andi/vánaliga trygd í oljuvinnuni. Tey bæði halda, at hetta er nakað, sum føroyingar eiga at taka til eftirtektar, og her er tað ikki minst av týdningi, at fólk í vinnuni kenna reglugerðir og lógir, sum eru galdandi. Lyklaorðið í hesum sambandi er ein hugburðsbroyting. At fólk sjálvi hava eina støðutakan til hetta álvarsliga málið – heilsu, trygd og umhvørvi. Tað er so m.a. tað, sum skeiðini fara at leggja seg eftir. Fyrireiking Oljufeløgini leggja stóran dent á, at føroysku feløgini, sum skulu lata vørur og tænastur til vinnuna, hava latið fólk síni fáa neyðuga førleikan innan heilsu, trygd og umhvørvisspurn- ingum. Hetta er í veru- leikan ein fyrireiking til at kunna fáa lut í tí virð- isøking, sum skal fara fram í Føroyum í framtíðini. Meginparturin av hesi virðisøking tvs. inntjening til føroyska samfelagið frá eini oljuvinnu, liggur í nettup hesum partinum við at veita vørur og tænastur. Og tá krøvini til HTU eru so stór fyri at kunna vera við, so er at gera alt fyri at ganga teimum á møti sigur Sigmund Rosnes. Hann heldur annars, at føroyingar hava borið seg rætt at. Men oljufeløgini vilja so eisini tryggja, at myndugleikarnir meta tey nóg seriøs, tá talan er um HTU, og tí er tað ikki nóg mikið, at veitararnir bara eru føroyskir. Teir mugu eisini hava rætta hugburðin og vitanina til HTU. Tað er ikki nokk at hava vørur og tænastur at bjóða fram, tú mást eisini tryggja sær, at trygdin ol. er í lagi. Og tá tað í síðsta enda eru olju- feløgini, sum hava ábyrgd- ina, hendir tað nakað, koma tey sjálvandi at seta krøv til føroyingar, og tí er altum- ráðandi, at ídnaðurin í Før- oyum kennir sína vitj- anartíð sigur Sigmund Rosnes. Heldur føroyingar enn útlendingar Ragnar Magnussen, stjóri á Handilsskúlanum sigur, at bæði føroyingar og oljufe- løgini hava sama áhuga í hesum. Oljufeløgini vilja heldur útbúgva føroyingar til veitarar og til at arbeiða í oljuvinnuni, enn at skula taka fólk til Føroya úr útlandinum. Tað er ein ring loysn, tá hugsað verður um, at feløgini tá skulu útvega teimum nakað at búgva í ol. Hjúnaðarfelagin skal hava arbeiði, virkið skal kanska flytast osfr. Tvs. at tað verður ein nógv bíligari loysn fyri oljufeløgini at fáa útbúna føroyska ar- beiðsmegi. Sigmund Rosnes sigur annars, at man nú má tryggja sær, at føroyskur ídnaður mennir seg - eisini við hjálp av tí lokomotivi, sum oljuídnaðurin er - og verður kappingarførur við sínum tænastum og vørum eisini aðrastaðni. Læra av norskum mistøkum – Tá oljuvinnan tók seg upp í Noregi vóru tað útlendskir arbeiðarar, sum komu til Noregs, og vit brúktu mest útlendskar vørur og tæn- astur. Tað tók sína tíð áðrenn lokali ídnaðurin í Noregi sjálvur tók yvir. Vit halda, at Føroyar hava gjørt tingini í rættari raðfylgju, og tað hevur týdning at taka av hesi avbjóðing. Vit halda eisini, at tað hevur stóran týdning, at oljufeøgini hava pliktað seg til at hjálpa at fáa henda førleikan inn í føroyskt vinnulív. Hetta er nakað, sum føroyingar mugu troyta og ikki minst nú, tá oljufeløgini hava játtað at fíggja útbúgvingar. Eg ivist heldur ikki í, at tá virksemi byrjar av álvara, fara føroyingar at vera meira metvidandi um hesa nýggju vinnu. Ikki minst tá sáttmálar skulu gerast sigur Sigmund Rosnes. Hann vísir á, at tað er týdning- armikið at eisini fjølmiðlar- nir raðfesta hesa nýggju vinnu høgt ikki minst nú tað ræður um at fáa tann rætta hugburðin til vinn- una. Fjølmiðlarnir hava e ábyrgd eisini at kunna um og skapa áhuga fyri virk- seminum, soleiðis at tað verður talan um eina føroyska vinnu og um at fáa nakað at liggja eftir her. Hóast fyrsta skeiðið er byrjað, so er møguleiki at koma á næsta modulið frá 18. apríl. So kann tað fyrsta modulið takast seinni. Skeiðini eru annars ikki bara ætlað oljuvinnuni. Tey eru ætlað at kunna brúkast í øðrum vinnum eisini. Eisini er ætlanin at fara undir skeið á Kambsdali. Ikki minst tá hugsað verður um stóra virksemi har í økinum. Ætlanin er so eisini at fara undir skeið innan leiðslu í oljuvinnuni. Sigmund Rosnes sigur, at eisini føroyingar mugu royna læra av norsku oljusøguni. -Eg haldi, at Føroyar hava longu lært og royna at leggja viðurskiftini soleiðis til rættis, at hetta gagnar útviklinginum her. Tit sleppa undan at detta í nakrar av fellunum vit duttu í. Tað er eisini gott, at lisenshavararnir plikta seg til at brúka føroyskar vørur og tænastur men hesar mug vera kappingarførar. Og tað er spell, um føroyski ídnaðurin ikki tekur hetta í álvara longu nú. Ragnar Magnussen held- ur annars tað vera spell, tá føroysk virki, sum ætla sær av vera við í hesi vinnu, siga seg ikki hava tíð at senda síni fólk á slík skeið. Tað kann koma teimum aftur um brekku. Føroyskt vinnulív má seta sær førleikakrøv Haldarsvíkar Komm- una hevur keypt hús í Vík til skúlabrúks. Hølisviðurskiftini í bygdarskúlanum eru alt ov tronglig, sigur bygdarráðsfor- maðurin SKÚLAMÁL Edvard Joensen Haldarsvík: Haldarsvíkar Kommuna hevur keypt húsini á Bø frá Kirkjuliga Missiónsfelagnum. Ætlanin er fyribils at nýta húsini til skúlabrúks. Hølisviðurskiftini í skúl- anum í Vík eru so mikið tronglig, at tað ber als ikki til at vera har meira, sigur borgarstjóriní Haldarsvíkar Kommunu, Poul Grunnveit. Tvær skúlastovur eru í gamla skúlanum, og onnur er so trong og lág, at iva- samt er, um tað yvirhøvur er loyvt at hava børn inni har, sigur borgarstjórin. Tað eru umleið 25-30 skúlabørn í Haldarsvík. Alternativið er at byggja nýggjan skúla, men til tað, sigur borgarstjórin, eru ráðini ikki í løtuni. Men nýggjur skúli verður kortini alla tíðina havdur í hugan- um. Men tá húsini á Bø, sum Kirkjuliga Missiónsfelagið átti og nevndi Lívd, vóru tøk, keypti kommunan tey við tí fyri eyga at hava til skúlabrúks fyribils. Húsini eru stór sethús, har handil fyrr hevur verið í kjallaranum. Tey eru í rími- liga góðum standi, sigur Poul Grunnveit. Men okk- urt er at hampa uttanum, sigur hann. Haldarsvíkar Kommuna hevur keypt húsini fyri eina hálva millión. Tó er enda- ligi keypssáttmálin ikki undirskrivaður enn, sigur borgarstjórin. Men keypið er komið undir land. Mett varð, at hetta var eitt gott keyp hjá kommununi, sigur hann. Húsini liggja mitt í skúlaumhvørvinum við skúlan og gomlu lær- arahúsini, sum eisini verða nýtt til skúla. Í kjallaranum á Bø hevur kommunala dagrøktin hild- ið til ein dag um vikuna. Tey fara helst at flyta niðan í lærarahúsini hendan eina dagin um vikuna, tey eru saman, meðan húsini á Bø fara at verða nýtt til skúla, sigur borgarstjórin. Ein skúlastova og ein teldu- stova verða innrættað í húsunum í fyrsta umfari. Umframt verður eitt lær- ararúm eisini gjørt. Restin fer so at vera til at taka. Poul Grunnveit sigur, at verður nýggjur skúli einaferð bygdur, eru húsini á Bø góð at hava til annað endamál. Tey kunnu bæði brúkast til barnaansing og eldrasambýli, um tað skuldi verið neyðugt, sigur hann. Betri pláss til skúlan Haldarsvíkar Kommuna hevur keypt húsini á Bø til skúlabrúks og barnaansing Mynd: Edvard Joensen