hósdagur 29. mars 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 29. mars 2001
15
gult cyan magenta svart
14
Nr. 62 - 29. mars 2001
ÚT AT KOYRA
Síðan VR-Bilar við
Hoyvíksvegin herfyri
fóru í gongd við sølu
og tænastu av Volvo
og Renault bilum, er
sølan vaksin mun-
andi, samstundis sum
teir gera eitt stórt
arbeiði við at markn-
aðarføra sínar vørur.
Umframt Volvo
persónbilar, lastbilar
og bussar, er nú
ætlanin at gera meira
við ta stóru vøru-
skánna av entre-
prenørmaskinum hjá
Volvo
BILAR
Magnus Gunnarsson
Volvo, ið er ein av størstu
ídnaðarfyritøkun í Norður-
londum, varð stovnað tíð-
liga í 20. øld, sum dóttur-
felag hjá SKF (Svenska
Kullager Fabrikken) við
høvuðssæti í Gøteborg.
Týdningarmesta
fram-
leiðslan hjá Volvo eru per-
sónbilar, lastbilar, bussar,
motorar til bátar og skip,
eins og entreprenørmaskin-
ur til ídnaðin og landbún-
aðin. Volvo Construction
Equipment Group er í dag
ein av heimsins leiðandi
framleiðarum av gravi-
maskinum, dumparum og
veghøvlum.
Stór vøruskrá
Nógvir møguleikar eru
innan Volvo vøruskránna,
sum til dømis smáir og
stórir lessarar frá 3 til 33
tons, gravimaskinur frá 1,4
til 46 tons, dumparar við 2
ella 3 akslum, frá 20 til 40
tons, eins og veghøvlar í
ymiskum støddum. Ma-
skinurnar fáast við allari
hugsandi útgerð til flest øll
endamál, sum til dømis
feiðimaskinur, kavaplógv
o.s.v. Vøruskráin ið er sera
breið og dekkandi, ger at
tað er lætt at fáa sær tað
røttu maskinuna til tað
endamálið hon skal brúkast
til.
Útvega fígging
Stjórin á fyritøkuni, Sverri
Steintún, sigur, at teir út-
vega kappingarføra fígging
frá Volvo Finans, og eru
altíð tilreiðar við einum
góðum tilboði. Umframt at
hava góða eykalutatænastu,
fáa teir ein væl útgjørdan
hjálparbil, sum hevur alla
neyðuga útgerð til at veita
bráfeingis hjálp til teirra
sum hava lastbilar, bussar
og
entreprenørmaskinur,
sum ikki fáa arbeitt, tí teir
eru uppsteðgaðir ella hava
annan bráðfeingis tørv.
Hesin bilur kemur at dekka
alt meginøki.
Volvo hevur eina stóra
vøruskrá av gravimaskinum
og dumparum
Nýggjur
Corolla á
netinum
FDM
limablaðið,
Motor,
almanna-
kunngerð myndir ið
eru á internetinum,
av einum nýggjum
Toyota Corolla sum
kemur á evropeiska
markanaðin um eitt
ár.
Kelda: FDM / Motor
Bilar
í Bilka
Nú ES hevur ætlanir
um at avtaka einkar-
rættin hjá bilainnflyt-
arunum, kannar stjór-
in í Dansk Supermar-
ked, Hans Nielsen, ið
hevur
eina
fortíð
innan bilavinnugrein-
ina, um Bilka lág-
príshandlarnir eisini
kunnu selja bilar.
Kelda: Motor Magasinet
Premacy
við
metanol
Mazda hevur gjørt
heimsins fyrsta hóp-
framleidda brenni-
kyknu bil. Í Mazda
Premacy
FC-EV
verður metanol brúkt
til at gera brint og
streym til drívmegina
í bilinum.
Kelda: FDM / Motor
VR Bilar – við Volvo
maskinum til arbeiðstakarar
BILKA
VR Bilar við Hoyvíksvegin fara nú at gera meira við ta stóru vøruskránna av entreprenørmaskinum hjá Volvo. Á myndini er ein
Volvo EC 35, ið er ein 3,5 tons veltimaskina
Mynd: Jens K. Vang
Á 13 ára degnum hjá
Atlantsflogi, fekk
føroyska flogfelagið
nýtt búmerki. Nýggja
búmerkið ímyndar
eina súlu á flogi.
Samstundis boðar
stjórin frá, at hann
væntar, at London fer
at verða eitt av
teimum størru
ferðamálunum hjá
føroyska flogfelag-
num
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Á flogvøllinum: Í samband
við avdúkingina av nýggja
búmerkinum
hjá
At-
lantsflogi boðaði Magni
Arge, stjóri í Atlantsflogi
frá, at hann hevur stórar
vónir til nýggju London-
rutuna.
Atlantsflog hevur fingið
nýtt búmerki, sum ímyndar
eina súlu á flogi. Búmerkið
ber samstundis føroysku
litirnar.
Umframt at semja var
um, at nýggja merkið er
vakrari enn tað gamla,
hevur tað eisini tað í sær, at
tað er framdrift í tí. Súlan er
á flogi, og hon flýgur alla
tíðina
frameftir.
Líka
mikið, hvørjumegin velið á
flogfarinum hon sæst.
Í røðu síni á samkomuni í
hangarinum á flogvøll-
inum, tá nýggja búmerkið
varð avdúka,ð segði Magni
Arge, stjóri í Atlantsflogi,
soleiðis um symbolikkin í
búmerkinum:
»Súlan er ein há- og
breiðveingjaður fuglur við
góðum flogi. Hon er tann
størsti sjófuglurin í Norð-
urhøvum og trívist væl í
luftini. Eisini dugir hon
sera væl at laga seg eftir
veðurlagi og ættum. Ein
fuglur við tílíkum egin-
leikum hóskar væl til bú-
merkið hjá okkum sum
flogfelag.«
Tað er reklamufelagið
Sansir, sum hevur gjørt
nýggja búmerkið, og Sjúrð-
ur Højgaard hevur teknað.
London
Á tíðindafundi í samband
við avdúkingina av nýggja
búmerkinum, legði Magni
Arge, stjóri í Atlantsflogi
nýggju ferðaætlanina fram.
Har sæst millum annað,
at flogið verður tvær ferðir
fleiri um vikuna til Keyp-
mannahavnar í summar enn
í
gomlu
ferðaætlanini.
Ferðirnar til Jyllands verða
tær somu í tali, sum í fjør.
Tó nú verður bara flogið til
Billund og ikki til Tirstrup/
Århus, sum fyrr.
Men tann størsta broyt-
ingin fer at verða London-
flúgvingin, metir stjórin í
Atlantsflogi.
Í summar verður flogið
eina ferð um vikuna, leyg-
arkvøld, til Stanstead flog-
havnina í London.
Men London er stórur
býur við nógvum fólki og
tilboðum. Og eisini føroy-
ingar leita tann vegin. Fleiri
eru, sum lesa har á leiðini,
og væntandi fer handils-
sambandið eisini at vaksa,
metir Magni Arge. Hann
heldur, at um eini trý-fýra
ár, fer Londonrutan at
verða næststørsta ferða-
sambandið hjá Atlantsflogi.
Høvuðsrutan fer tó tá sum
nú at verða Kastrup.
Aðrar broytingar
Um nýggju hósdagsfrá-
ferðirna
til
Kastrup
í
summar, segði Magni Arge,
at hon fer at liggja seint á
kvøldi. Flogið verður úr
Vágum klokkan 20.30 og
komið til Kastrup klokkan
23.45 danska tíð.
Tað kann tykjast í so
seint, viðgongur hann, men
leggur dent á, at tað avgjørt
eisini hevur fyrimunir við
sær. Eitt nú, at fólk, sum
eru til arbeiðis í Føroyum,
hava møguleika fyri at
arbeiða allan hósdagin og
so fara avstað um kvøldið
uttan at missa ein arbeiðs-
dag. Eisini fer at bera til at
fáa vikuskiftisferðaseðlar
til ta fráferðina, sigur
Magni
Arge,
stjóri
í
Atlantsflogi.
Eisini fráferðirnar fyrra-
part fara at liggja eitt sindur
seinni enn nú, sigur stjórin.
Fráferðin úr Vágum verð-
ur í framtíðini løgd til kl.
11.45. Tað kemst millum
annað av, at eitt nú suð-
ringar hava verið misnøgdir
við, at tað hevur verið so
tepurt við sambandinum
hjá Smyrli, at teir hava
verið noyddir at farið úr
Suðuroy dagin fyri, flúgv-
ast skuldi.
Nú hevur Atlantsflog so
flutt fráferðina fram, so-
leiðis at suðringar eisini
sleppa við flogfarinum
sama dag, sum tey fara
heiman.
Og eisini Aberdeenrutan
verður útbygd. Hetta er í
stóran mun gjørt í samband
við oljuvinnuna, sum vænt-
andi fer at taka seg upp, nú
farið verður undir oljuleit-
ingar undir Føroyum í
summar.
Eisini
tyrluflúgvingin
verður munnadi meira, tá
farið veðrur at leita eftir
olju, sigur Magni Arge,
stjóri í Atlantsflogi.
Vænta nógv av Londonrutuni
Starvsfólkið hjá Atlantsflogi er væl nøgt við nýggja búmerkið á flogfarinum
Mynd: Edvard Joensen
Á 13 ára føðingardegnum hjá Atlantsflogi fekk flogfelagið nýtt búmerki, sum varð málað á flogfarið
Mynd: Edvard Joensen