Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 112 - 14. juni 2007 Næmingar á nýggja miðnámsskúlanum í Hovi koma at búgva undir fyrsta floks umstøðum í nýggjum, nýmótans næmingaheimi, sum nú skal byggjast á Tvøroyri NæmiNgar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Næmingarnir, sum fara at ganga í nýggja studentaskúl­ an og heilsuskúlan, sum nú verður bygdur í Hovi, skulu ikki bara hava ein góðan skúla at ganga í. Teir skulu sanniliga eisini búgva gott. Tvøroyrar Kommuna fer nú at byggja eitt stásiligt og nýmótans næmingaheim. Talan er um eitt heim til 24 næmingar. Heimið er í tveimum hæddum við 12 verilsum í hvørjari hædd. Fýra av hesum verilsum vera størri enn tey vanligu. Trý av teimum verða gjørd til næmingar við børnum, so at umstøður vera hjá næmingum at hava børn við og eitt verilsi verður gjørt til ein lærara. ­ Á heilsuskúlanum er mangan talan um tilkomnar næmingar, sum tað er rætt at gera umstøðurnar so at teir kunnu hava børnini hjá sær, sigur borgarstjórin. Annars hava øll verilsini egið baðiverilsi og vesi og tað verður gjørt soleiðis, at har verður lætt atkomuligt hjá rørslutarnaðum. Uttanum heimið er alt gjørt nossligt við fríøki og parkeringsplássi. Heimið skal byggjast á Tangatrøðini, sum er nakað miðskeiðis á Tvøroyri, beint niðan av neystinum hjá Naddoddi og tað er bygt soleiðis, at tað kann byggj­ ast út, verður tað neyðugt. Tað er Albert Isfeld, arki­ tektur, sum hevur teknað næmingaheimið. ­ Hetta hevur annars verið ein drúgv tilgongd, tí tað var longu í 2001, beint eftir at heilsuskúlin varð fluttur suður, at vit søktu um stuðul til eitt næmingaheim. Enn hevur býráðið á Tvør­ oyri ikki formliga samtykt ætlanina, men tað verður í næstum. Pauli Einarsson sigur, at talan verður um ein sjálvs­ ognarstovn og Býráðið skal so eisini taka støðu til, hvussu stovnurin skal skip­ ast, um hann skal vera kommunalur burturav, ella um privat áhugamál skulu við í byggingina so at hann verður ein blandingur av kommunalum og privatum, ella um hann skal vera pri­ vatur burturav. Góðar treytir Bæði Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri og Pauli Einarsson, næstfor­ maður í mentanarnevndini hjá Tvøroyar býráði, ásanna, at í hesum føri fær Tvøroyrar Kommuna nógv fyri pengarnar. ­ Heimið er mett at kosta eina lítla millión fyri hvønn næming, ella tilsamans 20­ 25 milliónir. Av teimum letur Menta­ málaráðið 65% í stuðuli og tað samtykti ráðið at lata fyrr í vikuni. Men harafturat rindar Mentamálaráðið 50% av rentunum og avdráttunum. Harafturat skulu næming­ arnir sjálvandi gjalda fyri at búgva á heiminum. ­ Íløgan hjá kommununi er at útvega grundsatykki og at gera tað byggibúgvið, sigur Kristin Michelsen. ­ Tað eru góðar treytir, leggur hann afturat. Pauli Einarsson sigur, at ætlanin er at fara undir byggingina sum skjótast, tí endamálið er at heimið skal standa liðugt, tá ið skúla­ depilin í Hovi er liðugur næsta ár. Síðani er politisk avgerð tikin um at flyta skúlan til Hovs, men hvørki borgar­ stjórin ella næstformaðurin í mentanarnevndini halda, at tað er ein bági, at næm­ ingarnir skulu búgva á Tvør­ oyri. ­ Tvørturímóti, tí á Tvør­ oyri er stutt til barnaansing, fólkaskúla, frítíðarítriv og handlar, siga teir báðir sum við ein munn. Harafturat eru ikki meiri enn 10­12 minuttir at koyra í skúlan í Hovi. Og tað er alt eftir sløttum framvið sjó­ num, so tað er lagamanni at súkkla ímillum næminga­ heim og skúla um so skuldi verið. Pauli Einarsson sigur, at eitt endamál er at gera eitt nýtt stásiligt og nýmótans næmingaheim fyri at gera tað meiri lokkandi hjá næm­ ingum at søkja á skúlan í Hovi, sum ikki verður minni flottur og stásiligur. ­ Men tað besta fyri bæði næmingar er at vera mitt í býnum fyri at geva teimum betri møguleikar í frítíðini og fyri Tvøroyri hevur tað nógv at siga at fáa meiri lív í býin. Villblómudagur sunnudagin Sætta árið á rað verður tiltakið “Villblómudagur í Norðri” skipað sum eitt felags norðurlendskt tiltak. Hendan dag hava fólk í flestum Norðurlondum møguleika at fara út í náttúruna at hyggja at villum blómum við einum kønum túrleiðara. Endamálið við degnum er at kunna um staðbundnu føroysku floruna og at skipa fyri uttandura virksemi, ið setur fokus á villblómur og at geva plantuáhugaðum ókeypis náttúruupplivingar. Í Føroyum verður skipað fyri 10 túrum, har kønir túrleiðarar bjóða plantufrøðiligar upplivingar og siga frá nógvum áhugaverdum um villblómur. Sumbiar Kirkja 120 ár Sunnudagin 17. juni klokkan 17:30 verður hátíðardámur í Sumbiar Kirkju. Kirkjan verður 120 ár og skipað verður fyri hátíðarguðstænastu. Við verða prestarnir Patrick de Neergaard, Jónsvein Bech og Ólavur Rasmussen. Tvøroyrar Hornorkestur spælir tónleik frá kl. 17:30 til 18:00, tá guðstænastan byrjar. Undir guðstænastuni luttaka Tróndur Enni á horn, Tóra Vestergaard, sang, og eisini syngja Barnakórið í Sumba og Sumbiarkórið. Aftaná guðstænastuna verður drekkamunnur í Samkomuhúsinum, har Sumbiarkórið eisini syngur. Byggja væl og bíliga Soleiðis sær nýggja og stásiliga næmingaheimið út, sum Tvøroyrar Kommuna nú fer at byggja til næmingarnar á nýggja skúladeplinum í Hovi. Talan er um eitt nýmótans heim við øllum hentleikum, har tað eisini ber til at búgva við børnum