Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 112 - 14. juni 2007 Hugsandi er, at ogn­in, sum Ludvík Pet­er­sen hevur átt í Smið­ju­gerði í Havn, um ikki so langa tíð verð­ur bakarí, nú P/F Fastognarfelagið hev­ u­r keypt Søla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo P/F Fastognarfelagið, sum stend­ur aftanfyri SMS í Havn, hevur keypt ognina, har Ludvík Petersen áður hevði bilasølu og verkstað í Smið­ju­gerði 4 í Havn. Seljari er Sp/f Slp við Lud­vík Petersen. Bæði seljari og keypari vát­ta søluna, men hvørgin vil upplýsa søluprísin. Hansdilsvirksemi Niels Mortensen, stjóri, sig­ ur, at felagið helst fer at lata upp handil í Smiðjugerði. Gólv­vídd in á ognini er stív­ li­ga 1000 fermetrar, og grund­øk­ið er 2500 ferm­et­r­ ar. - Enn hava vit ikki enda­ li­ ga gjørt av, hvat slag av hand­ils­virksemi talan verð­ ur um, men óhugsandi er ik­ki, at ognin í fyrsta lagi verð­ur karmur um bakarí. Hann vísir á, at ógvuliga tor­ført er at fáa handverkar og fólk til arbeiðis annars, tí virksemið í landinum er so stórt. - Tað gongur ógvuliga il­la at uppdríva hand­verk­ar­ ar. So, vit kunnu bara taka ein dag í senn. Vit vita ikki, nær vit sleppa í gongd við tí, sum skal gerast í Smið­ju­ gerði. Góð plasering Niels Mortensen sigur, at fel­ag­ið keypti ognina í Smið­ju­gerði, tí hon hevur ei­na góða plastering við Ring­vegin. - Vit halda, at hetta er ein av bestu plaseringum í hes­ um partinum av býnum – ei­si­ni við teimum mø­gu­leik­ um, sum liggja fyri fram­ man, sigur stjórin. Hann væntar, at felagið fer at geva sær hampiliga góð­ar stundir at hyggja up­p­á hesa nýggju verk­æt­ lan. - Tað kann koma at taka sí­na tíð, men tað kann eisini gan­ga skjótt, um við­ur­skift­ ini broytast, sigur Niels Mor­ten­sen, stjóri. SMS tekur nú vesturbýin - Vit halda, at hetta er ein av bestu plaseringum í hesum partinum av býnum – eisini við teimum møguleikum, sum liggja fyri framman, sigur stjórin, Niels Mortensen Mynd: Álvur Haraldsen Altingið summarfrí Íslendska Altingið fór í summarfrí í gjár, og hendir einki óvæntað, kemur tingið ikki saman aftur fyrr enn tann 1. oktober. Morgunblaðið skrivar, at tingsetan bleiv heldur drúgv hesaferð orsakað av altingsvalinum og stjórnarskiftinum herfyri. Nú Altingið fórí summarfrí, boðaði nýggi formaðurin, Sturla Böðvarsson, frá, at hann ætlar sær at fremja ymsar broytingar í arbeiðslagnum hjá tinginum í samráð við stjórnina og flokkarnar. Skulu bjarga toskinum Í ES hava fiskimálaráðharrarnir samtykt at skerja fiskidagatalið hjá teimum, sum fiska tosk í Eystrasalti, 10 prosent um árið, til toskastovnurin er komin so frægt fyri seg, at hann er burðardyggur. Tað merkir tó ikki, at toskakvotan verður skerd. Saman við samtyktini um at bjarga stovninum hava ráðharrarnir lagt eina ætlan um, hvussu myndugleikarnir skulu steðga ólógligum fiskiskapi, sum ikki verður skrásettur nakrastaðni. - Støðan er álvarsom. Vit fáa ikki ment okk­ um, sum vit áttu at gjørt, tí torført er at upp­dríva fólk, bæði hand­verk­arar og fólk í dagliga arbeiðinum. Okk­um vantar ar­ beiðs­­fólk hvønn ein­ as­­ta dag, sigur Niels Mor­t­­en­­sen, stjóri í SMS Arbeiðsmegi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Tað er ikki bara í høvuðs­ vinnuni, at stórur tørvur er á arbeiðsmegi. Hetta er gald­an­di innan flestu vinnur í Føroyum og kring megi­n­ part­in av landinum. Serliga ringt er í høvuðsstaðnum, ei­si­ni innan handils-og tæn­ as­tu­vinnuna. Niels Mortensen, stjóri, róp­ar varskó. - Støðan er álvarsom. Hon hemmar okkum í teirri menn­ing, sum vit vilja hava skal vera í okkara virk­se­ mi. Hann vísir á, at næstan ó­mø­gu­ligt er at uppdríva hand­verk­ar­ar. - Okkum vantar fólk hvønn einasta dag, og eg veit, at aðrir eru í somu støðu. Niels sigur, at tað sum heild eisini er ógvuliga tor­ ført at finna fólk til handils- og tænastuvinnuna. - Tað er soleiðis ikki bara í fiskavirkisvinnuni, at tørv­ ur er á fólki. Eg meti, at hand­i­ls-og tænastuvinnan sakt­ans kundi havt eini 80 fólk aftrat. Steðgar menning Stjórin er avgjørdur, tá hann sigur, at støðan á ar­beiðs­ mark­nað­inum tarnar virk­ sem­in­um hjá Fast­og­na­r­fel­ ag­num í síni men­n­ing­a­r­æt­ lan. - Myndugleikarnir kunnu ik­ki framhaldandi sita hend­ ur í favn og tosa og aftur to­sa. Fólk, sum sita við ábyrgd, mugu taka seg sam­ an. Tað verður bara tosað, men einki hendir. Niels dylur ikki, at hann hugs­ar um, at útlendingar kun­du havt lættari atgongd til okkara arbeiðsmarknað. - Eg haldi, at okkara ar­beiðs­marknaður er alt ov lukk­að­ur. Ein føroyingur kann arbeiða í Týsklandi, men ein týskari kann ikki ar­beiða í Føroyum uttan alt mø­gu­ligt – og ómøguligt – hóva­sták, sigur stjórin. Lítið samfelag - Eg veit, vit liva í einum lít­ l­um og viðbreknum sam­fel­ ag, og tí skilji eg væl, at vit ein­ki gera í óðum verkum. Alt má vera undir væl skip­ að­um viðurskiftum. Men, sigur Niels: - Vit kunnu heldur ikki ba­ra sita hendur í favn, með­ an øll menning heldur uppat. Hann sigur, at Fast­og­nar­ fel­ag­ið hevur ikki somu mø­gu­leik­ar til menning í dag sum bara fyri einum ári síð­an. - Vit hava sæð, at OECD hev­ur vist á, at Danmark verð­ur tarnað í sínari menn­ ing orsakað av vantandi ar­beiðs­megi, sum er vorðin ein rættiligur fløskuhálsur. Het­ta heldur vøkstrinum í land­in­um aftur. Støðan í Før­oy­um er munandi verri enn í Danmark. Forkastilig støða Niels Mortensen tekur so rív­an til og sigur, at støðan við okkara ar­beiðs­mark­nað­ ar­­við­­ur­skif­tum og teimum út­lend­ingum, sum eru í Før­ oy­um, er forkastilig. - Eg haldi ikki, at okkara sam­fel­ag behandlar hesi fólk væl, sigur stjórin. Okkum vantar fólk hvønn dag - Eg haldi, at okkara arbeiðsmarknaður er alt ov lukkaður. Ein føroyingur kann arbeiða í Týsklandi, men ein týskari kann ikki arbeiða í Føroyum uttan alt møguligt – og ómøguligt – hóvasták, sigur Niels Mortensen, stjóri