hósdagur 14. juni 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 112 - 14. juni 2007
Hugsandi er, at
ognin, sum Ludvík
Petersen hevur átt í
Smiðjugerði í Havn,
um ikki so langa tíð
verður bakarí, nú P/F
Fastognarfelagið hev
ur keypt
Søla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
P/F Fastognarfelagið, sum
stendur aftanfyri SMS í
Havn, hevur keypt ognina,
har Ludvík Petersen áður
hevði bilasølu og verkstað í
Smiðjugerði 4 í Havn.
Seljari er Sp/f Slp við
Ludvík Petersen.
Bæði seljari og keypari
vátta søluna, men hvørgin
vil upplýsa søluprísin.
Hansdilsvirksemi
Niels Mortensen, stjóri, sig
ur, at felagið helst fer at lata
upp handil í Smiðjugerði.
Gólvvíddin á ognini er stív
liga 1000 fermetrar, og
grundøkið er 2500 fermetr
ar.
Enn hava vit ikki endali
ga gjørt av, hvat slag av
handilsvirksemi talan verð
ur um, men óhugsandi er
ikki, at ognin í fyrsta lagi
verður karmur um bakarí.
Hann vísir á, at ógvuliga
torført er at fáa handverkar
og fólk til arbeiðis annars,
tí virksemið í landinum er
so stórt.
Tað gongur ógvuliga
illa at uppdríva handverkar
ar. So, vit kunnu bara taka
ein dag í senn. Vit vita ikki,
nær vit sleppa í gongd við
tí, sum skal gerast í Smiðju
gerði.
Góð plasering
Niels Mortensen sigur, at
felagið keypti ognina í
Smiðjugerði, tí hon hevur
eina góða plastering við
Ringvegin.
Vit halda, at hetta er ein
av bestu plaseringum í hes
um partinum av býnum –
eisini við teimum møguleik
um, sum liggja fyri fram
man, sigur stjórin.
Hann væntar, at felagið
fer at geva sær hampiliga
góðar stundir at hyggja
uppá hesa nýggju verkæt
lan.
Tað kann koma at taka
sína tíð, men tað kann eisini
ganga skjótt, um viðurskift
ini broytast, sigur Niels
Mortensen, stjóri.
SMS tekur nú vesturbýin
- Vit halda, at hetta er ein av
bestu plaseringum í hesum
partinum av býnum – eisini
við teimum møguleikum, sum
liggja fyri framman, sigur
stjórin, Niels Mortensen
Mynd: Álvur Haraldsen
Altingið summarfrí
Íslendska Altingið fór í summarfrí í gjár, og hendir einki
óvæntað, kemur tingið ikki saman aftur fyrr enn tann 1.
oktober. Morgunblaðið skrivar, at tingsetan bleiv heldur
drúgv hesaferð orsakað av altingsvalinum og
stjórnarskiftinum herfyri. Nú Altingið fórí summarfrí,
boðaði nýggi formaðurin, Sturla Böðvarsson, frá, at hann
ætlar sær at fremja ymsar broytingar í arbeiðslagnum hjá
tinginum í samráð við stjórnina og flokkarnar.
Skulu bjarga toskinum
Í ES hava fiskimálaráðharrarnir samtykt at skerja
fiskidagatalið hjá teimum, sum fiska tosk í Eystrasalti, 10
prosent um árið, til toskastovnurin er komin so frægt fyri
seg, at hann er burðardyggur. Tað merkir tó ikki, at
toskakvotan verður skerd. Saman við samtyktini um at
bjarga stovninum hava ráðharrarnir lagt eina ætlan um,
hvussu myndugleikarnir skulu steðga ólógligum
fiskiskapi, sum ikki verður skrásettur nakrastaðni.
Støðan er álvarsom.
Vit fáa ikki ment okk
um, sum vit áttu at
gjørt, tí torført er at
uppdríva fólk, bæði
handverkarar og fólk
í dagliga arbeiðinum.
Okkum vantar ar
beiðsfólk hvønn ein
asta dag, sigur Niels
Mortensen, stjóri í
SMS
arbeiðSmegi
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er ikki bara í høvuðs
vinnuni, at stórur tørvur er
á arbeiðsmegi. Hetta er
galdandi innan flestu vinnur
í Føroyum og kring megin
partin av landinum. Serliga
ringt er í høvuðsstaðnum,
eisini innan handilsog tæn
astuvinnuna.
Niels Mortensen, stjóri,
rópar varskó.
Støðan er álvarsom.
Hon hemmar okkum í teirri
menning, sum vit vilja hava
skal vera í okkara virkse
mi.
Hann vísir á, at næstan
ómøguligt er at uppdríva
handverkarar.
Okkum vantar fólk
hvønn einasta dag, og eg
veit, at aðrir eru í somu
støðu.
Niels sigur, at tað sum
heild eisini er ógvuliga tor
ført at finna fólk til handils
og tænastuvinnuna.
Tað er soleiðis ikki bara
í fiskavirkisvinnuni, at tørv
ur er á fólki. Eg meti, at
handilsog tænastuvinnan
saktans kundi havt eini 80
fólk aftrat.
Steðgar menning
Stjórin er avgjørdur, tá hann
sigur, at støðan á arbeiðs
marknaðinum tarnar virk
seminum hjá Fastognarfel
agnum í síni menningaræt
lan.
Myndugleikarnir kunnu
ikki framhaldandi sita hend
ur í favn og tosa og aftur
tosa. Fólk, sum sita við
ábyrgd, mugu taka seg sam
an. Tað verður bara tosað,
men einki hendir.
Niels dylur ikki, at hann
hugsar um, at útlendingar
kundu havt lættari atgongd
til okkara arbeiðsmarknað.
Eg haldi, at okkara
arbeiðsmarknaður er alt ov
lukkaður. Ein føroyingur
kann arbeiða í Týsklandi,
men ein týskari kann ikki
arbeiða í Føroyum uttan alt
møguligt – og ómøguligt –
hóvasták, sigur stjórin.
Lítið samfelag
Eg veit, vit liva í einum lít
lum og viðbreknum samfel
ag, og tí skilji eg væl, at vit
einki gera í óðum verkum.
Alt má vera undir væl skip
aðum viðurskiftum.
Men, sigur Niels:
Vit kunnu heldur ikki
bara sita hendur í favn, með
an øll menning heldur
uppat.
Hann sigur, at Fastognar
felagið hevur ikki somu
møguleikar til menning í
dag sum bara fyri einum ári
síðan.
Vit hava sæð, at OECD
hevur vist á, at Danmark
verður tarnað í sínari menn
ing orsakað av vantandi
arbeiðsmegi, sum er vorðin
ein rættiligur fløskuhálsur.
Hetta heldur vøkstrinum í
landinum aftur. Støðan í
Føroyum er munandi verri
enn í Danmark.
Forkastilig støða
Niels Mortensen tekur so
rívan til og sigur, at støðan
við okkara arbeiðsmarknað
arviðurskiftum og teimum
útlendingum, sum eru í Før
oyum, er forkastilig.
Eg haldi ikki, at okkara
samfelag behandlar hesi
fólk væl, sigur stjórin.
Okkum vantar fólk hvønn dag
- Eg haldi, at okkara
arbeiðsmarknaður er alt ov
lukkaður. Ein føroyingur
kann arbeiða í Týsklandi,
men ein týskari kann ikki
arbeiða í Føroyum uttan
alt møguligt – og ómøguligt
– hóvasták, sigur Niels
Mortensen, stjóri