Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 14. juni 2007 19 tíðindi Framsýningin hjá listakvinnuni Beintu av Reyni læt upp í Listaskálanum í Havn seinasta fríggjadag. Samstundis var ein bók um um lista­ kvinnuna løgd fram List Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Fríggjadagin 8. juni læt ein listaframsýning upp í Lista­ skálanum í Havn við verkum hjá listakvinnuni Beintu av Reyni, sum er før­oysk og býr í Danmark. Dagm­ar War­ m­ing listfrøð­ing­ur greiddi frá bókini, sum hon hevur skrivað um lista­kvinn­una Beintu av Reyni í sam­bandi við hesa fram­sýning­ina. Bókin um Beintu eitur “Aftan fyri gardinurnar” Bókin byrjar við hesum orð­ um: “Fáur man hava hildið, at endurnýggjan av sið­ bundna landslagsmáln­ing­in­ um lá í, at áskoðanin skuldi vera aftan fyri gardinurnar og tískil eisini innan fyri vindeygað. Men tað er júst tað, ið Beinta av Reyni ger. Málningar hennara av­ mynda ikki bert náttúruna utt­an fyri hana, tí okkurt eyka er lagt aftur at verk­in­ um; hon málar gardinurnar framman fyri og setir á tann hátt áskoðaran í bás, so hann verður tilvitaður um, at hann hyggur innanífrá og út gjøgn­ um vindeygað. Soleiðis upplivdi hon før­ oyska landslagið sum barn. Hon sá tað úr einum kvinnu­ ligum sjónarhorni – inn­aní­ frá. Kvinnur vóru ikki tíð­ um úti í náttúruni, tí ar­beiðs­ pláss teirra var inni. Huga­ myndir sum hesar avmyndar Beinta av Reyni í sínum máln­ingum”. Bókin, sum er 53 blað­síð­ ur, er skrivað á bæði før­oysk­ um, donskum og enskum. Beinta av Reyni er fødd í Havn í 1970 er í dag 37 ára gomul, hon er dóttir Arnhild Hammer av Eiði og Jens av Reyni í Havn. Beinta hevur búð í Danmark síðan hon var trý ara gomul. Abbi henn­ ara var Jens Pauli av Reyni, sum var beiggi kenda lista­ mannin Ingálv av Reyni. Fyrst í 90-unum gekk Beinta á “Akademiet for Tegn­ing og Design í Keyp­ mannahavn”. Annars er hon útbúgvin lærari frá Zahles Seminarium við ítrótti og myndlist sum linjufak. Hon hevur verið við á nógvum framsýningum í Dan­mark, eitt nú á várfram­ sýningum á Charlottenborg og í 2004 var hon við fram­ sýn­ingini “Ung Føroysk List á Norður­at­lants­bryggj­ uni í Keyp­mannahavn”. Á Kunstnernes Sommer­ud­ still­ing” í 2005 fekk Beinta handaða KS-virðislønina. Aftan fyri gardinurnar Málningur av íslendsku songkvinnuni Björk Jóanes Andreasen hevði serligan áhuga fyri málninginum av jólamanninum Beinta av Reyni, listakvinna, saman við foreldrum og familju í Listaskálanum Málningur av manni við pistól og einglaveingjum Beinta av Reyni, listakvinna, og dótturin Anna