hósdagur 14. juni 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 14. juni 2007
19
tíðindi
Framsýningin hjá
listakvinnuni Beintu
av Reyni læt upp í
Listaskálanum í Havn
seinasta fríggjadag.
Samstundis var ein
bók um um lista
kvinnuna løgd fram
List
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Fríggjadagin 8. juni læt ein
listaframsýning upp í Lista
skálanum í Havn við verkum
hjá listakvinnuni Beintu av
Reyni, sum er føroysk og
býr í Danmark. Dagmar War
ming listfrøðingur greiddi
frá bókini, sum hon hevur
skrivað um listakvinnuna
Beintu av Reyni í sambandi
við hesa framsýningina.
Bókin um Beintu eitur
“Aftan fyri gardinurnar”
Bókin byrjar við hesum orð
um: “Fáur man hava hildið,
at endurnýggjan av sið
bundna landslagsmálningin
um lá í, at áskoðanin skuldi
vera aftan fyri gardinurnar
og tískil eisini innan fyri
vindeygað. Men tað er júst
tað, ið Beinta av Reyni ger.
Málningar hennara av
mynda ikki bert náttúruna
uttan fyri hana, tí okkurt
eyka er lagt aftur at verkin
um; hon málar gardinurnar
framman fyri og setir á tann
hátt áskoðaran í bás, so hann
verður tilvitaður um, at hann
hyggur innanífrá og út gjøgn
um vindeygað.
Soleiðis upplivdi hon før
oyska landslagið sum barn.
Hon sá tað úr einum kvinnu
ligum sjónarhorni – innaní
frá. Kvinnur vóru ikki tíð
um úti í náttúruni, tí arbeiðs
pláss teirra var inni. Huga
myndir sum hesar avmyndar
Beinta av Reyni í sínum
málningum”.
Bókin, sum er 53 blaðsíð
ur, er skrivað á bæði føroysk
um, donskum og enskum.
Beinta av Reyni er fødd í
Havn í 1970 er í dag 37 ára
gomul, hon er dóttir Arnhild
Hammer av Eiði og Jens av
Reyni í Havn. Beinta hevur
búð í Danmark síðan hon
var trý ara gomul. Abbi henn
ara var Jens Pauli av Reyni,
sum var beiggi kenda lista
mannin Ingálv av Reyni.
Fyrst í 90unum gekk
Beinta á “Akademiet for
Tegning og Design í Keyp
mannahavn”. Annars er hon
útbúgvin lærari frá Zahles
Seminarium við ítrótti og
myndlist sum linjufak.
Hon hevur verið við á
nógvum framsýningum í
Danmark, eitt nú á várfram
sýningum á Charlottenborg
og í 2004 var hon við fram
sýningini “Ung Føroysk
List á Norðuratlantsbryggj
uni í Keypmannahavn”. Á
Kunstnernes
Sommerud
stilling” í 2005 fekk Beinta
handaða KSvirðislønina.
Aftan fyri gardinurnar
Málningur av íslendsku songkvinnuni Björk
Jóanes Andreasen hevði serligan áhuga fyri málninginum av
jólamanninum
Beinta av Reyni, listakvinna, saman við foreldrum og familju í Listaskálanum
Málningur av manni við pistól og einglaveingjum
Beinta av Reyni,
listakvinna, og
dótturin Anna