hósdagur 14. juni 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 112 - 14. juni 2007 ]
Langt frá
finaluni
Sámal Erik Hentze er
saman við Piotr Kra
kowski venjari hjá EB/
Streymi. Hann er væl
nøgdur
við
sigurin,
men
ávarar
sínum
monnum ímóti at halda,
at
finalusessurin
er
vunnin.
– Í fjør vunnu vit
eisini fyrru hálvfinal
una, men komu so til
Havnar og taptu. Tað
eiga vit at læra av, so
vit eru enn langt frá
finaluni, sigur Sámal
Erik Hentze.
Hann rósar sínum
leikarum fyri góða vil
jan, teir vístu í seinna
hálvleiki, sum eisini
var fremsta orsøkin til
sigurin.
– Vit hava eitt ov lágt
botnstøði, og tað kemst
av vantandi stríðsvilja,
men í gjár lá hesin ikki
eftir, staðfestir Sámal
Erik Hentze, sum eisini
heldur at sigurin var
uppiborin.
Ikki mist
mótið
Hjá Skála kom tað dátt
við, at tapa við tveimum
málum á heimavølli.
Venjarin John Petersen
hevur tó ikki mist
móti.
– Hetta var fyrri hálv
leikur, og teir føra 20.
Nú er seinni hálvleikur
eftir, og vit ætla okkum
framvegis í finaluna,
sigur hann.
John Petersen heldur,
dysturin ikki var nakað
serliga góður.
– Sunnudagin spældu
vit eisini móti EB/
Streymi, har vit spældu
fínan fótbólt og vóru
nógv betri, men í dag
var einki gott lið á
vøllinum, sigur John
Petersen, sum metir at
effektiviteturin
fram
manfyri
málið
var
avgerandi.
– Í seinna hálvleiki
hava vit tríggjar stórar
kjansir,
men
skora
ongan. Teir hava eisini
tríggjar kjansir og fáa
tvey mál, vísir hann á.
KÍ og GÍ eru í kvinnufinalu
Eftir seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum, sum
vórðu spældar í gjárvkøldið, er tað greitt, at KÍ og GÍ skulu spæla
finaluna KÍ hevði í fyrru hálvfinaluni á heimavølli vunnið sær
eina rættiliga trygga leiðslu, og B36 kundi heldur einki gera við
40 sigurin hjá KÍ í fyrra dystinum. KÍ vann eisini seinnu
hálvfinaluna dysturin í Gundadali endaði við 32 til KÍ, sum
vann 72 samanlagt. Í Gøtu var meira spenningur undan dystinum,
tí fyrri dysturin millum AB og GÍ endaði við 43 sigri til AB.
Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki gjørdi GÍ
bart og skoraði fýra mál, meðan AB einki mál fekk.
Laudrup til Spania
Nógv bendir nú á, at Michael Laudrup verður
venjari hjá spanska Recreativo. Síðani hann í fjør
gavst sum venjari hjá Brøndby, hevur Michael
Laudrup verið settur í samband við fleiri sponsk
feløg. Nú verður váttað, at fyrrverandi stórspælarin
hevur fingið eitt tilboð frá Recreativo. – Vit kunnu
vátta, at Laudrup hevur fingið eitt seriøst tilboð frá
felagnum. Tað umhugsar hann nú, og vit hava lovað
at svara teimum innnan næstu 34 dagarnar, sigur
umboðsmaðurin hjá Laudrup, Bayram Tutumlu.
EB/Streymur hevur
sett kósina móti
fyrstu steypafinaluna
nakrantíð, tá teir
á Skála vunnu við
tveimum málum móti
ongum
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Egil á Bø er liðformaður
hjá EB/Streymi. Við Sosial
in í gjár segði hann, at EB/
Streymur mátti arbeiða har,
stríðast og fáa spæli at
koyra. Hetta síðsta eydna
ðist ongantíð, men í seinna
hálvleiki arbeiddu teir væl
og stríddust. Lønin fyri
hetta var tvey mál, meðan
teir einki fingu ímóti sær.
Skála átti annars stóran
part av fyrra hálvleiki. Pauli
G. Hansen og Pætur Dam
Jacobsen
settu
seg
á
miðvøllin, og Óbi arbeiddi
fyri
fleiri
í
álopinum.
Ágrýtin, sterkur og arbeiðs
samur
sum
hann
er,
órógvaði hann ferð eftir
ferð verjuna so mikið, at
sendingarnar hjá hesum
gjørdust skeivar ella teir
máttu sparka bóltin út av
vøllinum.
Einasti trupulleikin hjá
Óbi er, at hann ikki rakar
málið. Faktiskt var hetta
ikki bara ein trupulleiki hjá
honum, men hjá Skála sum
heild í gjár. Fleiri góðar
kjansir høvdu teir, men
nærmasta royndin var eitt
frálíkt langskot frá Pætur
Dam Jacobsen, sum brast á
tvørtræið. Tá restaðu smáir
tíggju minuttir til steðgin,
men fyrri hálvleikur endaði
altso málleysur.
Avgerandi
deyðbóltar
Í seinna hálvleiki fullu tvey
mál – bæði eftir deyðbólt
støður. Tað fyrra kom eftir
hornaspark úr vinstru, sum
endaði heilt úti í høgra
borði
hjá
Hans
Paula
Samuelsen. Hann sendi ein
góðan bólt til fremru stong.
Hans Jørgensen vardi fyri
fyrstu royndini á málið,
men ta seinnu fekk hann
einki gjørt við, tá Ronnie
Samuelsen
beindi
leysa
bóltin í netið.
Hetta málið kom bert fáar
minuttir eftir steðgin, og
miðskeiðis í seinna hálvleiki
kom tað næsta. Tað var eftir
frálíkt frísparksinnlegg úr
vinstru frá John Hera Dam,
sum Hanus Eliasen setti í
netið við góðum stútara.
Fuglfirðingurin,
sum
byrjaði annars á beinkinum,
var sera eyðsýndur eftir at
hann kom inn fyri Arnbjørn
Hansen.
Møguleiki fyri
fleiri málum
Var hepni við teimum
appilsinlittu,
høvdu
teir
fingið eitt mál ella tvey.
Einaferð komu teir tríggir
móti einum, men kloddaðu
bóltin út av vøllinum, og
eina aðru ferð kom Óbi
púra leysur móti René
Tórgarð, men hann sendi
bóltin væl uppum.
Hinvegin
hevði
EB/
Streymur
eisini
onkran
stóran kjansin aftrat málu
num. Tann størsta átti Gert
Åge Hansen, tá hann í
yvirtíðini fekk bóltin inni í
fimmmetrinum,
men
vánaliga
skoti
rakti
málverjan.
Seinastu løtuna spældi
Skála dystin við tíggju
monnum, tá Teitur Joensen
fekk sítt seinna gula kort.
Tilsamans seks gul kort
fullu í dystinum, sum var
lutfalsliga harður, men ikki
ljótur kortini.
Status eftir dystin er, at
EB/Streymur hevur væl
betri kort í hondini til
seinna dystin enn Skála.
Spurningurin
er
bara,
hvussu hesi verða spæld.
Hesum fæst svar fyri 11.
juli, tá seinna hálvfinalan
verður spæld.
Skála móti streyminum
Skála – EB/Streymur 0-2 (0-0):
Skála – EB/Streymur 02 (00)
01: Ronnie Samuelsen, 52.
02: Hanus Eliasen, 74.
Dómari: Petur Reinert
Skála: Hans Jørgensen – Teitur R. Joensen, Rúni Rasmussen, Milic Curcic, Arnhold Berg – Bogi
Gregersen (85.: Jógvan G. Joensen), Pætur Dam Jacobsen, Levi Hanssen (Tony Rasmussen, 88.), Pauli
G. Hansen, Alexandur Johansen (Slavisa Kaplanovic, 32. – Obele Okeke Onyebuchi.
Gult kort: Teitur R. Joensen
Reytt kort: Teitur R. Joensen (tvey gul)
EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Å. Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Símun Eliasen – Rafal
Kwiecienski, Bárður Olsen, Ronnie Samuelsen (Brian Olsen, 76.), John Heri Dam (Esmar Eiðisgarð,
89.) – Arnbjørn T. Hansen (Hanus Eliasen, 70.), Hans Pauli Samuelsen.
Gult kort: Arnbjørn T. Hansen, Ronnie Samuelsen, Brian Olsen, Símun Eliasen.
HBVB/Sumba 31 (01)
01: Birgir Jørgensen, 30.
11: Milan Kuljic, 64.
21: Christian Høgni Jacobsen, 67.
31: Ólavur S. í Ólavsstovu, 73.
Dómari: Lars Müller
HB: Tróndur Vatnhamar Mortan úr Hørg, Hans á Lag, Poul Thomas Dam, Tór Ingar Akselsen Jákup á
Borg, Kári Nielsen( Svenn F. Jacobsen, 66.), Rókur F. Jespersen (Ólavur í Ólavsstovu, 46.), Milan Kuljic
Christian Høgni Jacobsen, Rógvi Jacobsen (Pætur Jørgensen, 46.)
Gult kort: Hans á Lag, Milan Kuljic
VB/Sumba: Vlada Filopovic Dimitri Jankovic, Suni úr Hørg, Birni Kærbech (Dánjal Johan Joensen,
55.), Jákup Olsen Dan Djurhuus, Martin Tausen, Evrard Ble, Aco Pandurovic (Heini Bech, 90.) Jón
K. Poulsen, Birgir Jørgensen (Jón Samuelsen, 70.)
Gult kort: Suni úr Hørg, Dan Djurhuus, Dimitri Jankovic
Reytt kort: Suni úr Hørg (tvey gul)
Tað kom illa við hjá Skála,
at Alexandur Johansen mátti
skaddur av vøllinum eftir hálvan
tíma
Mynd: Sofus D. Johannesen
FAKTA