Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 112 - 14. juni 2007 ] Todi var í verjuni Ætlanirnar verða framvegis tær somu, um Fremad Amager flytir niður, men tað fer at taka longri tíð at fremja tær, sigur Todi Jónsson við Ekstra Bladet Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað hevur vakt ans í danska fótbólts­heim­ inum, at Fremad Amager, sum fyri stutt­ um boðaði frá stórum ætlanum í superliguni, í gjárk­vøld­ið tapti botngysaran ímóti AB við 3-2, og nú er illa statt í 1. deild. - Um tað endar við. at vit flyta niður, so verða ambitiónirnar fram­vegis stórar. Tað fer at taka longri tíð, men málið verður framvegis tað sama, sigur Todi Jónsson við danska Ekstra Bladet. Í gjárkvøldið var Todi Jónsson í verjuni hjá Fremad Amager. Ekstra Bladet setir spurnar­ tekin við, um tað var at brúka tilfeingið opti­ malt, tá royndi álops­ spælarin verður nýttur í verjuni. Todi svarar soleiðis: - Tað sær ivaleyst undarligt út. Men er tað meiri brúk fyri mær í verjuni enn í álopinum, so eg spæli í verjuni, tá ið venjarin heldur, at tað er best. Í tveimum teimum seinastu umførunum skal Fremad Amager spæla ímóti Sønder­ jyskE og Herfølge. Ægir sett venjara Svimjifelagið Ægir úr Klaksvík hevur sett høvuðsvenjara til komandi kappingarár. Hesin er Johan Martin Poulsen úr Saltangará. Johan Martin er 27 ára gamal, hann hevur drúgvar royndir sum venjari hjá fleiri svimjifeløgum kring landið og hann hevur tikið fleiri venjaraskeið hjá Dansk Svømmeunion. Johan Martin skal venja 1. & 2. lið og annars vera við til at samskipa venjingina fyri allar kappsvimjarar hjá ÆGIR Súkkla í Hvalvík Leygardagin verður skipað fyri súkklukapping á Sundalagsstevnuni. Súkklað verður í fimm ymsum bólkum, har bæði børn og vaksin skulu kappast. Tey vaksnu súkkla einkultstart á 40 km, og er hetta longsti teinurin. Unglingar súkkla 20 km, og yngru børnini súkkla ávikavist tveir, fýra og seks kilometrar. Tilmelding fer ram ein tíma undan kappingini. Unglingar og vaksin byrja klokkan 10, og yngru bólkarnir byrja klokkan 13. Í 63 minuttir hevði botnliðið meistararnar á krókinum. Men við einum manni í undirtali skrædnaði VB/Sumba-verjan at enda, men teir iðraðu seg um misnýttu møguleikarnar Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast aktuellu støðuna sum botnproppur í Formula- deildini, so hevði VB/ Sumba ongan hug at geva seg yvir, tá teir spældu hálvfinalu móti meistar­ unum úr HB. HB hevur í sínum lag verið í einum aldudali, og fyri ein part var eisini sjónligt, at liðið enn ikki er komið úr hesum. Tí hóast HB hevði bóltin nógv meira, so megnaði VB/Sumba fleiri ferðir at skapa vandastøður framman fyri reyð/svarta málið. Við altíð vandamikla Birgiri Jørgensen og væl upplagda Jón Krosslá Poulsen var HB-verjan fleiri ferðir um ein háls, tá gestirnir royndu seg við djúpum sendingum aftur um verjuna. Tíðliga í dystinum slapp Birgir eisini einsamallur avstað, men tá hann úr spískum lirkaði bóltin inn um Trónda Vatn­ hamar, sum hesa ferð vardi HB-málið, fekk Hans á Lag ruddað burtur á sjálvandi málstrikuni. Hetta tóktist vera neyðuga ávaringin til HB, men tá teir so líðandi fingu lagt massivt trýst á gestirnar, svaraðu hesir brádliga aftur. Aftur var tað Birgir Jørgen­ sen, og hesa ferð var eingin at bjarga HB, tá frís­parks­ innleggið hjá Ble varð stútað í kassan. Kundu økt Tað var vátur vøttur at fáa hjá HB, og tað skuldi eisini gerast verri. Eitt misnýtt brotsspark frá Jákupi á Borg bara økti um trýstið, og tá Birgir Jørgensen var sentimetrar frá at økja í næsta VB/Sumba-álopi­ num, mundi hjartað hjá teim­um flestu í reyð/svarta skýlinum fara í hálsin. Og fyrsta korterið av seinna hálvleiki var ikki stórt mætari. Hóast HB framvegis hevði stórt trýst, so sást ein ávísur ótryggleiki forplanta seg gjøgnum liði. Støður, at hann menn í splitsekundum ivast um sína uppgávu gjørdust alt meira vanligar, og slíkar kunnu væl og virðiliga skapa vandastøður. Møðin hjá gestunum, sum fyri tað nógva runnu aftaná, gjørdist tó alt meira eyðsýnd. Og tá Suni úr Hørg fekk sítt seinna gula kort, eftir at hann hálaði mótstøðumann niður, var hetta helst byrjanin til endan. Eitt gleps var tó eftir í skjúttuni, tá Birgir stútaði framúr innlegg frá Jón Krosslá í síðunetið, men so var liðugt. Minuttin eftir javnaði Milan Kuljic við beinleiðis frísparki, og við málum frá Christian Høgna Jacobsen og Ólavi í Ólavsstovu slapp HB sær undan fleingjuni, sum heilt vist vildi bíðað, um úrslitið ikki var ein sigur. Leiðslan eigur á pappír­i­ num at vera nóg mikið til at tryggja finalusessin, men greið tekin eru enn um, at liðið ikki hevur vunnið seg heilt úr aldudalinum. Og tað verður neyðugt komandi vikurnar. Umframt seinnu hálvfinalurnar hevur HB tá eisini útidystir móti NSÍ og KÍ, áðrenn teir hava heima­ vøll móti grannunum úr B36. So skal sigursvanda felagið aftur í ár spæla við í oddinum, er tað nú, at spælararnir skulu prógva hetta. HB-VB/Sumba 3-1 (0-1): Sluppu undan eyðmýkingini Eitt vónbrot Hjá liðskiparanum hjá VB/Sumba var lagið ikki av tí besta, tá dysturin í Gundadali var av. - Tað sigur seg sjálvt, at tað er eitt vónbrot at tapa 3-1, tá tú hevur verið so nær við at vinna dystin. Við 3-1 hevur HB eitt betri útgangsstøði undan seinna dystinum. Heldur tú tykkum hava møguleika at vinna hetta aftur? - Tað mugu vit so bara vóna. Og tað er í øllum førum tí, sum vit fara eftir, heldur hann. Um sjálvt spæli hjá VB/Sumba seinastu tíðina, heldur Dan, at tað avgjørt hevur flutt seg rætta vegin. Og at hetta eisini endurspeglast í avrikinum hjá liðnum. - Tá spælið er batnað, og nú spælararnir eisini síggja, at vit hava ein møguleika. So sigur tað seg sjálvt, at lagið í hópinum verður betri. So sjálvandi hevur hetta sína ávirkan, heldur Dan. -mørk Fingu vent dystinum Hans á Lag hjá HB ásannaði, at tað sá alt annað enn gott út hjá HB stóran part av dystinum móti VB/Sumba. - Tað er rætt, men vit megna at venda tí, soleiðis at vinna 3-1, at tað er øgiliga gott. Tí tað var tungt. Teir fáa eitt øgiliga gott mál, og tá vit so brenna eitt brotsspark, verður tað ógvuliga tungt hjá okkum. Og tá krevur tað karakter, um dysturin skal vendast. Er leiðslan nóg mikið at hava við sær til Vágs? - Vit vita so, at hava leiðsluna, og vit skulu arbeiða út frá tí. So fer tíðin at vísa, um tað er nóg mikið. Tað hevur verið tosað nógv um verjupartin hjá tykkum seinastu tíðina. Og hesa ferð sá verjan nakað ótrygg út til tíðir. Kendu tit tað eisini so. - Nei, tað haldi eg ikki. Men eg kenni tað, sum er stórt fokus á verjuni hjá okkum fyri tíðina, og tí verða mistøk kanska meira viðgjørd, enn tey annars verða. Eg haldi, at avrikið í verjuni var ok. Tað kann sjálvandi verða betri, og tað vilja vit eisini. Seinastu tíðina haldi eg, at verjan hjá okkum hevur fingið nógvar ákoyringar, og hesar hava ikki altíð verið líka rættvísar, sigur Hans á Lag. -mørk HB trýsti at kalla allan dystin, men leingi líktist tað enn eini fleingju til meistararnar, sum hava havt sínar trupulleikar at dragast við í ár Mynd: Álvur Haraldsen