hósdagur 14. juni 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 112 - 14. juni 2007 ]
Todi var í
verjuni
Ætlanirnar verða
framvegis tær
somu, um Fremad
Amager flytir
niður, men tað fer
at taka longri tíð
at fremja tær, sigur
Todi Jónsson við
Ekstra Bladet
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað hevur vakt ans í
danska
fótbóltsheim
inum,
at
Fremad
Amager, sum fyri stutt
um boðaði frá stórum
ætlanum í superliguni,
í
gjárkvøldið
tapti
botngysaran ímóti AB
við 32, og nú er illa
statt í 1. deild.
Um tað endar við.
at vit flyta niður, so
verða
ambitiónirnar
framvegis stórar. Tað
fer at taka longri tíð,
men
málið
verður
framvegis tað sama,
sigur Todi Jónsson við
danska Ekstra Bladet.
Í gjárkvøldið var Todi
Jónsson í verjuni hjá
Fremad Amager. Ekstra
Bladet setir spurnar
tekin við, um tað var at
brúka tilfeingið opti
malt, tá royndi álops
spælarin verður nýttur í
verjuni.
Todi svarar soleiðis:
Tað sær ivaleyst
undarligt út. Men er tað
meiri brúk fyri mær í
verjuni enn í álopinum,
so eg spæli í verjuni, tá
ið venjarin heldur, at
tað er best.
Í tveimum teimum
seinastu
umførunum
skal Fremad Amager
spæla ímóti Sønder
jyskE og Herfølge.
Ægir sett venjara
Svimjifelagið Ægir úr Klaksvík hevur sett
høvuðsvenjara til komandi kappingarár. Hesin
er Johan Martin Poulsen úr Saltangará. Johan
Martin er 27 ára gamal, hann hevur drúgvar
royndir sum venjari hjá fleiri svimjifeløgum
kring landið og hann hevur tikið fleiri
venjaraskeið hjá Dansk Svømmeunion. Johan
Martin skal venja 1. & 2. lið og annars vera við
til at samskipa venjingina fyri allar
kappsvimjarar hjá ÆGIR
Súkkla í Hvalvík
Leygardagin verður skipað fyri súkklukapping á
Sundalagsstevnuni. Súkklað verður í fimm
ymsum bólkum, har bæði børn og vaksin skulu
kappast. Tey vaksnu súkkla einkultstart á 40 km,
og er hetta longsti teinurin. Unglingar súkkla 20
km, og yngru børnini súkkla ávikavist tveir, fýra
og seks kilometrar. Tilmelding fer ram ein tíma
undan kappingini. Unglingar og vaksin byrja
klokkan 10, og yngru bólkarnir byrja klokkan 13.
Í 63 minuttir
hevði botnliðið
meistararnar á
krókinum. Men
við einum manni í
undirtali skrædnaði
VB/Sumba-verjan at
enda, men teir iðraðu
seg um misnýttu
møguleikarnar
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast aktuellu støðuna sum
botnproppur í Formula
deildini, so hevði VB/
Sumba ongan hug at geva
seg yvir, tá teir spældu
hálvfinalu móti meistar
unum úr HB.
HB hevur í sínum lag
verið í einum aldudali, og
fyri ein part var eisini
sjónligt, at liðið enn ikki er
komið úr hesum.
Tí hóast HB hevði bóltin
nógv meira, so megnaði
VB/Sumba fleiri ferðir at
skapa vandastøður framman
fyri reyð/svarta málið. Við
altíð vandamikla Birgiri
Jørgensen og væl upplagda
Jón Krosslá Poulsen var
HBverjan fleiri ferðir um
ein háls, tá gestirnir royndu
seg við djúpum sendingum
aftur um verjuna. Tíðliga í
dystinum slapp Birgir eisini
einsamallur avstað, men tá
hann úr spískum lirkaði
bóltin inn um Trónda Vatn
hamar, sum hesa ferð vardi
HBmálið, fekk Hans á Lag
ruddað burtur á sjálvandi
málstrikuni.
Hetta tóktist vera neyðuga
ávaringin til HB, men tá
teir so líðandi fingu lagt
massivt trýst á gestirnar,
svaraðu hesir brádliga aftur.
Aftur var tað Birgir Jørgen
sen, og hesa ferð var eingin
at bjarga HB, tá frísparks
innleggið hjá Ble varð
stútað í kassan.
Kundu økt
Tað var vátur vøttur at fáa
hjá HB, og tað skuldi eisini
gerast verri. Eitt misnýtt
brotsspark frá Jákupi á
Borg bara økti um trýstið,
og tá Birgir Jørgensen var
sentimetrar frá at økja í
næsta
VB/Sumbaálopi
num, mundi hjartað hjá
teimum flestu í reyð/svarta
skýlinum fara í hálsin.
Og fyrsta korterið av
seinna hálvleiki var ikki
stórt mætari. Hóast HB
framvegis hevði stórt trýst,
so sást ein ávísur ótryggleiki
forplanta seg gjøgnum liði.
Støður, at hann menn í
splitsekundum ivast um
sína uppgávu gjørdust alt
meira vanligar, og slíkar
kunnu væl og virðiliga
skapa vandastøður.
Møðin
hjá
gestunum,
sum fyri tað nógva runnu
aftaná, gjørdist tó alt meira
eyðsýnd. Og tá Suni úr
Hørg fekk sítt seinna gula
kort, eftir at hann hálaði
mótstøðumann niður, var
hetta helst byrjanin til
endan. Eitt gleps var tó eftir
í skjúttuni, tá Birgir stútaði
framúr innlegg frá Jón
Krosslá í síðunetið, men so
var liðugt.
Minuttin eftir javnaði
Milan Kuljic við beinleiðis
frísparki, og við málum frá
Christian Høgna Jacobsen
og Ólavi í Ólavsstovu slapp
HB sær undan fleingjuni,
sum heilt vist vildi bíðað,
um úrslitið ikki var ein
sigur.
Leiðslan eigur á pappíri
num at vera nóg mikið til at
tryggja finalusessin, men
greið tekin eru enn um, at
liðið ikki hevur vunnið seg
heilt úr aldudalinum. Og
tað verður neyðugt komandi
vikurnar. Umframt seinnu
hálvfinalurnar hevur HB tá
eisini útidystir móti NSÍ og
KÍ, áðrenn teir hava heima
vøll móti grannunum úr
B36. So skal sigursvanda
felagið aftur í ár spæla við í
oddinum, er tað nú, at
spælararnir skulu prógva
hetta.
HB-VB/Sumba 3-1 (0-1):
Sluppu undan eyðmýkingini
Eitt vónbrot
Hjá liðskiparanum hjá VB/Sumba var lagið ikki av tí besta, tá
dysturin í Gundadali var av.
Tað sigur seg sjálvt, at tað er eitt vónbrot at tapa 31, tá tú
hevur verið so nær við at vinna dystin.
Við 31 hevur HB eitt betri útgangsstøði undan seinna
dystinum. Heldur tú tykkum hava møguleika at vinna hetta
aftur?
Tað mugu vit so bara vóna. Og tað er í øllum førum tí, sum
vit fara eftir, heldur hann.
Um sjálvt spæli hjá VB/Sumba seinastu tíðina, heldur Dan, at
tað avgjørt hevur flutt seg rætta vegin. Og at hetta eisini
endurspeglast í avrikinum hjá liðnum.
Tá spælið er batnað, og nú spælararnir eisini síggja, at vit
hava ein møguleika. So sigur tað seg sjálvt, at lagið í hópinum
verður betri. So sjálvandi hevur hetta sína ávirkan, heldur Dan.
-mørk
Fingu vent dystinum
Hans á Lag hjá HB ásannaði, at tað sá alt annað enn gott út hjá HB stóran part av
dystinum móti VB/Sumba.
Tað er rætt, men vit megna at venda tí, soleiðis at vinna 31, at tað er øgiliga gott.
Tí tað var tungt. Teir fáa eitt øgiliga gott mál, og tá vit so brenna eitt brotsspark,
verður tað ógvuliga tungt hjá okkum. Og tá krevur tað karakter, um dysturin skal
vendast.
Er leiðslan nóg mikið at hava við sær til Vágs?
Vit vita so, at hava leiðsluna, og vit skulu arbeiða út frá tí. So fer tíðin at vísa, um
tað er nóg mikið.
Tað hevur verið tosað nógv um verjupartin hjá tykkum seinastu tíðina. Og hesa
ferð sá verjan nakað ótrygg út til tíðir. Kendu tit tað eisini so.
Nei, tað haldi eg ikki. Men eg kenni tað, sum er stórt fokus á verjuni hjá okkum
fyri tíðina, og tí verða mistøk kanska meira viðgjørd, enn tey annars verða. Eg haldi,
at avrikið í verjuni var ok. Tað kann sjálvandi verða betri, og tað vilja vit eisini.
Seinastu tíðina haldi eg, at verjan hjá okkum hevur fingið nógvar ákoyringar, og
hesar hava ikki altíð verið líka rættvísar, sigur Hans á Lag.
-mørk
HB trýsti at kalla allan dystin, men
leingi líktist tað enn eini fleingju til
meistararnar, sum hava havt sínar
trupulleikar at dragast við í ár
Mynd: Álvur Haraldsen