Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 112 - 14. juni 2007 ] FCK hevur selt Linderoth Svenski Tobias Linderoth hevur fleiri ferðir verið jagstraður av ymsum stórfeløgum. Hann hevur tó víst øllum tilboðum aftur, tí hann og familjan hava havt tað so gott í danska høvuðsstaðnum. Men nú er tilboðið komið, sum hvørki hann ella FCK hava kunnað víst aftur. Sáttmálatilboðið kemur frá turkiska stórfelagnum, Galatasaray. Ítróttarstjórin í FCK, Carsten V. Jensen, sigur, at tilboðið frá Galatasaray var fíggjarliga so gott, at teir ikki kundu standa fyri hesum. Sáttmálin hjá Linderoth er galdandi í trý ár. Linderoth hevur síðan hann kom til FCK í 2004 leikt 127 dystir fyri felagið. Sáttmáli til ungar NSÍ’arar NSÍ skrivaði í gjár sáttmála við tríggjar av yngru spælarunum í felagnum. Teir tríggir, sum hava skrivað undir sáttmála fyri NSÍ, sum eisini er galdandi fyri komandi kappingarár, eru 16 ára gamli Klæmint A. Olsen, 17 ára gamli Jann Martin Mortensen og Øssur Dalbúð, sum júst er vorðin 18 ár. - Vit eru í tí hepnu støðu, at vit hava fleiri sera lovandi ungdómsleikarar í felagnum, og vilja vit tí gera alt fyri at hesir tey komandi mongu árini koma at mynda felagið, sigur Dánial Petur Hansen, formaður í NSÍ Veðrið kundi ikki ver­ið betri, tá størsta ár­li­ga útisetatiltakið, Reg­gat­ain í Ishøj, varð hildin á 20. ári leyg­ar­ dagin. Hesaferð lut­tó­ ku ikki færri enn 25 báts­man­ningar ÚTISETALÍV Edmund Sofus Jacobsen Tað er Bátafelagið Neystið sum skipar fyri Atlantic Air­ ways Regatta og sum hevur gjørt hetta hesi seinastu 20 ár­ini. Væl av fólki hittust um tiltakið og fyri at njóta tað framúr góða veðrið, sum hesin leygardagurin bjóð­aði okkum og sun­nu­ dag­ur­in við. Flestu gestirnir vó­ru føroyingar, men bæði dan­ir og fólk úr øðrum lond­ um vóru eisini komin sam­ an. Tiltakið byrjaði við skrúð­ gon­gu við róðrafólkinum, og tey úr Húsakórinum sun­ gu, væl ljóðaði og snøgt sá tað út, øll í føroyskum bú­na. Setanarrøðarin í ár var Ólav­ur á Heygum, sum var við til at fyrireika fyrstu stevn­u­na í 1987, og sum í nógv ár var sjálv ímydin av Báta­fel­ag­num Neystinum og Regattaini, sum tá kall­að­ ist fyri Færø Regatta. Í røðu sí­ni nevndi Ólavur nólsoyin gin Ova Joensen, sum róði úr Føroyum til Lange Linje í Keypmannahavn, har tígg­ ju túsund fólk og fjøl­mið­l­ ar við bátum, úr luftini og á lan­di heiðraðu hann fyri brag­d­ið. Ólavur vísti á, at um ein trýr upp á okkurt, so let­ur tað seg gera. Um viljin og drívmegin eru til staðar, so ber til at gera eitthvørt ný­skap­an­di. Ólavur legði dent á, at hettar tiltakið kem­ ur ikki av sær sjálvum, tískil skal henda Regatta stuðlast við kærleika. Ólavur endaði røðuna við at seta Atlantic Airways Re­gatta 2007. 25 bátsmanningar Sum vant er kappróðurin sjálvt høvuðstiltakið á re­gat­ ta­­ini. Í ár luttóku 25 báts­ man­n­ing­ar úr Svøríki, Grøn­ lan­di, Føroyum og ym­sa­ stað­ni úr Danmark. Har vó­ru old boys, old girls, Norð­ur­lend­skur róður, 10 manna­før veteranar, dreing­ ir, gentur og 10 mannafør menn. Úti við molan hoyrdist skemt­i­ligi frá­sø­gu­mað­ur­ in Heini Davidsen langa leið í tí stilla veðrinum. Her vó­ru øll samlað, ung sum til­kom­in og ymiskar tjóðir. Lag­ið var sera gott á fólki all­an dagin. Tað var flott og no­stal­g­iskt at síggja flottu før­oys­ku bátarnir koma róg­ v­an­di inn framvið málinum fleiri ferðir.  Eftir róðurin fingu róð­ urs­fólk handað ferðasteyp, og­n­ar­steyp, ymisk heið­ur­s­ merki og sjampanju. Heini David­sen var í toppform, gest­ir­nir klappaðu og skemt­ aðu sær óført. Í sjónum vó­ru bæði hundar, smábørn, segl­bát­ar og vaksin. Nýggj og gomul minnir Ein kann halda at Regattain hev­ur meira at siga fyri tey eld­ru enn fyri tey ungu, bæði tí at tey eldru ikki ha­va so nógv at fara til og tí tey hava so nógv góð minnir frá farnum regattaum. Fyri tey ungu er hetta eitt tiltak, ið gevur teimum innilit í før­ oy­s­ka mentan, og sum er vert at halda fast um. Aftaná heið­urs­merk­ja­hand­ an­ina bjóðaði Heini til Happy Hour og mat í Neyst­ in­um. Baðigestir, landgestir og róðrarfólk spákaðu niðan í hugnaliga neystið, sum bá­ta­fel­ag­ið eigur. Skerd arbeiðsmegi Onkur saknaði stóru tjøld­ uni, sum plagdu at standa á grø­na plássinum við vegin stutt frá róðarøkinum, men het­ta var spart burtur hesa­ ferð, orsakað av út­reiðs­lu­ num, ósikra veðrinum, og tí at ov fá støðug fólk eru tøk til at taka eina hjálpandi hond í. Eisini kundi PR- ar­beið­ið verið betur. Men so er nokk av positivum kri­ tik­ki, og í hugnaliga neys­ti­ num gloymdi man skjótt kri­tik­kin. Har kundi man si­ta inni ella úti. Tey fáu, sum hjálptu til hettar langa viku­skif­tið, skula ikki hoyra nakr­an kritikk her og nú. Held­ur skula tey hava herða­ klapp og heiður fyri, at Neyst­ið vónandi fekk nakað væl í kassan í ár. Tað mátti so verið, tí inni í sjálvum neystinum var bíði­røð­in long eftir før­oys­k­ um mati frá Hjørdis og co., saft­igu búffunum hjá Hans Ja­cob Mouritsen og annars stó­ra úrvalinum at ymiskum, sum glíður væl niður hjá fól­ ki. Sambært Kristvør Hansen úr Neystinum vóru tey sum heild sera takksom fyri, at so­mik­ið nógvir gestir komu til Ishøj at hugna sær og á hend­an hátt stuðlaðu báta­ fel­ag­num. Um kvøldið spæl­ di LM-Band til dansin, sum endaði, tá ljóst var. Kristvør sig­ur, at dansurin spældi se­ra væl av, fólk vóru glað og lívlig. Sunnudagin var ei­si­ni okkurt á skránni mill­ um annað andlistmáling fy­ri børnini og annað. Mei­ ra kann lesast um tiltakið á www.neystid.dk 20 ár við regatta Ólavur á Heygum var í nógv ár ímyndin av regattaini í Ishøj. Í ár helt upprunaligi stigtakarin setanarrøðuna Mynd: Edmund Sofus Jacobsen Í góðverðinum vóru tað ikki bert kappróðrarbátarnir, ið fóru á sjógv Mynd: Edmund Sofus Jacobsen