hósdagur 14. juni 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 112 - 14. juni 2007 ]
FCK hevur selt Linderoth
Svenski Tobias Linderoth hevur fleiri ferðir verið jagstraður
av ymsum stórfeløgum. Hann hevur tó víst øllum tilboðum
aftur, tí hann og familjan hava havt tað so gott í danska
høvuðsstaðnum. Men nú er tilboðið komið, sum hvørki
hann ella FCK hava kunnað víst aftur. Sáttmálatilboðið
kemur frá turkiska stórfelagnum, Galatasaray. Ítróttarstjórin
í FCK, Carsten V. Jensen, sigur, at tilboðið frá Galatasaray
var fíggjarliga so gott, at teir ikki kundu standa fyri hesum.
Sáttmálin hjá Linderoth er galdandi í trý ár. Linderoth hevur
síðan hann kom til FCK í 2004 leikt 127 dystir fyri felagið.
Sáttmáli til ungar NSÍ’arar
NSÍ skrivaði í gjár sáttmála við tríggjar av yngru
spælarunum í felagnum. Teir tríggir, sum hava skrivað
undir sáttmála fyri NSÍ, sum eisini er galdandi fyri
komandi kappingarár, eru 16 ára gamli Klæmint A.
Olsen, 17 ára gamli Jann Martin Mortensen og Øssur
Dalbúð, sum júst er vorðin 18 ár. - Vit eru í tí hepnu
støðu, at vit hava fleiri sera lovandi ungdómsleikarar í
felagnum, og vilja vit tí gera alt fyri at hesir tey komandi
mongu árini koma at mynda felagið, sigur Dánial Petur
Hansen, formaður í NSÍ
Veðrið kundi ikki
verið betri, tá størsta
árliga útisetatiltakið,
Reggatain í Ishøj, varð
hildin á 20. ári leygar
dagin. Hesaferð luttó
ku ikki færri enn 25
bátsmanningar
ÚTISETALÍV
Edmund Sofus Jacobsen
Tað er Bátafelagið Neystið
sum skipar fyri Atlantic Air-
ways Regatta og sum hevur
gjørt hetta hesi seinastu 20
árini. Væl av fólki hittust
um tiltakið og fyri at njóta
tað framúr góða veðrið,
sum hesin leygardagurin
bjóðaði okkum og sunnu-
dagurin við. Flestu gestirnir
vóru føroyingar, men bæði
danir og fólk úr øðrum lond-
um vóru eisini komin sam-
an.
Tiltakið byrjaði við skrúð-
gongu við róðrafólkinum,
og tey úr Húsakórinum sun-
gu, væl ljóðaði og snøgt sá
tað út, øll í føroyskum
búna.
Setanarrøðarin í
ár var
Ólavur á Heygum, sum var
við til at fyrireika fyrstu
stevnuna í 1987, og sum í
nógv ár var sjálv ímydin av
Bátafelagnum Neystinum
og Regattaini, sum tá kallað-
ist fyri Færø Regatta. Í røðu
síni nevndi Ólavur nólsoyin
gin Ova Joensen, sum róði
úr Føroyum til Lange Linje
í Keypmannahavn, har tígg-
ju túsund fólk og fjølmiðl-
ar við bátum, úr luftini og á
landi heiðraðu hann fyri
bragdið. Ólavur vísti á, at
um ein trýr upp á okkurt, so
letur tað seg gera. Um viljin
og drívmegin eru til staðar,
so ber til at gera eitthvørt
nýskapandi. Ólavur legði
dent á, at hettar tiltakið kem-
ur ikki av sær sjálvum, tískil
skal henda Regatta stuðlast
við kærleika.
Ólavur endaði røðuna við
at seta Atlantic Airways
Regatta 2007.
25 bátsmanningar
Sum vant er kappróðurin
sjálvt høvuðstiltakið á regat-
taini. Í ár luttóku 25 báts-
manningar úr Svøríki, Grøn-
landi, Føroyum og ymsa-
staðni úr Danmark. Har
vóru old boys, old girls,
Norðurlendskur róður, 10
mannafør veteranar, dreing-
ir, gentur og 10 mannafør
menn.
Úti við molan hoyrdist
skemtiligi
frásøgumaður-
in Heini Davidsen langa
leið í tí stilla veðrinum. Her
vóru øll samlað, ung sum
tilkomin og ymiskar tjóðir.
Lagið var sera gott á fólki
allan dagin. Tað var flott og
nostalgiskt at síggja flottu
føroysku bátarnir koma róg-
vandi inn framvið málinum
fleiri ferðir.
Eftir róðurin fingu róð-
ursfólk handað ferðasteyp,
ognarsteyp, ymisk heiðurs-
merki og sjampanju. Heini
Davidsen var í toppform,
gestirnir klappaðu og skemt-
aðu sær óført. Í sjónum
vóru bæði hundar, smábørn,
seglbátar og vaksin.
Nýggj og gomul
minnir
Ein kann halda at Regattain
hevur meira at siga fyri tey
eldru enn fyri tey ungu,
bæði tí at tey eldru ikki
hava so nógv at fara til og tí
tey hava so nógv góð minnir
frá farnum regattaum. Fyri
tey ungu er hetta eitt tiltak,
ið gevur teimum innilit í før-
oyska mentan, og sum er
vert at halda fast um.
Aftaná heiðursmerkjahand-
anina bjóðaði Heini til
Happy Hour og mat í Neyst-
inum. Baðigestir, landgestir
og róðrarfólk spákaðu niðan
í hugnaliga neystið, sum
bátafelagið eigur.
Skerd arbeiðsmegi
Onkur saknaði stóru tjøld-
uni, sum plagdu at standa á
grøna plássinum við vegin
stutt frá róðarøkinum, men
hetta var spart burtur hesa-
ferð, orsakað av útreiðslu-
num, ósikra veðrinum, og tí
at ov fá støðug fólk eru tøk
til at taka eina hjálpandi
hond í. Eisini kundi PR-
arbeiðið verið betur. Men
so er nokk av positivum kri-
tikki, og í hugnaliga neysti-
num gloymdi man skjótt
kritikkin. Har kundi man
sita inni ella úti. Tey fáu,
sum hjálptu til hettar langa
vikuskiftið, skula ikki hoyra
nakran kritikk her og nú.
Heldur skula tey hava herða-
klapp og heiður fyri, at
Neystið vónandi fekk nakað
væl í kassan í ár.
Tað mátti so verið, tí inni
í sjálvum neystinum var
bíðirøðin long eftir føroysk-
um mati frá Hjørdis og co.,
saftigu búffunum hjá Hans
Jacob Mouritsen og annars
stóra úrvalinum at ymiskum,
sum glíður væl niður hjá fól-
ki.
Sambært Kristvør Hansen
úr Neystinum vóru tey sum
heild sera takksom fyri, at
somikið nógvir gestir komu
til Ishøj at hugna sær og á
hendan hátt stuðlaðu báta-
felagnum. Um kvøldið spæl-
di LM-Band til dansin, sum
endaði, tá ljóst var. Kristvør
sigur, at dansurin spældi
sera væl av, fólk vóru glað
og lívlig. Sunnudagin var
eisini okkurt á skránni mill-
um annað andlistmáling
fyri børnini og annað. Mei-
ra kann lesast um tiltakið á
www.neystid.dk
20 ár við regatta
Ólavur á Heygum var í nógv ár ímyndin av regattaini í Ishøj. Í ár helt upprunaligi stigtakarin
setanarrøðuna
Mynd: Edmund Sofus Jacobsen
Í góðverðinum vóru tað ikki bert kappróðrarbátarnir, ið fóru á
sjógv
Mynd: Edmund Sofus Jacobsen