Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 44

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 112 - 14. juni 2007 tíðindi - Eg haldi, at tað var ein røtt avgerð at steðga longur heima í Føroyum í ár. Børnini hava í øllum førum havt tað sera hugnaligt og gott hesar vikurnar her í Kollafirði. – Hetta hevur verið eitt sera positivt upplivilsi fyri tey, sigur kollfirðingurin, Alfrida Petersen, sum býr beint við Saltum í Norðurjyllandi Barndómsheimið Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Kollafjørður: Niðri á eini bátabrúgv standa trý børn og fiska - tvær gentur og ein drongur. Vanliga plaga tey at hava hvør sína tráðu, men í dag var bara tann eina tøk til stóra áhugamál teirra. Tey eru heppin, tí bert fáir metrar eru millum hús- ini hjá ommuni og abbanum, har tey búgva og fjøruna. Hesar fáu metrarnar hava tey gingið mangar ferðir hesar seinastu tveir mánað- irnar. At síggja til, eru hetta trý systkin úr Kollafirði sum stytta sær stundir við at fiska inni við land. Hetta er fyri sovítt eisini rætt, - tað einasta sum ikki passar er, at tey í roynd og veru búgva í Danmark. Í summar hava tey kortini á fyrsta sinni havt møguleika at búgva í heimlandinum og heimbygdini hjá mamm- uni í longri tíð. Og hetta hevur dámað teimum trimum - tvíbura- systrunum Silje og Lærke og beiggja teirra Emil. Hetta er ikki einasta tví- burarparið í familjuni: Átta onnur slík pør finnast og hittust tey øll fyri nøkrum árum síðani til eina hugna- liga samveru. - Okkum hevur dámað sera væl at fiska. Man fær næstan altíð okkurt, siga tey trý við ein munn. Hósdagin í farnu viku var fyrsta langa føroyska summ- arferia teirra komin at enda. Seinnapartin henda dagin fóru tey aftur til Danmarkar við Norrönu. Longri enn ein feria Um summarið er vanligt hjá føroyingum at fara til Danmarkar at vitja familju og kenningar. Og tað øvugta ger seg galdandi hjá føroy- ingum í Danmark. Familjan hjá Alfridu hev- ur fleiri ferðir áður verið í Føroyum. Her hevur tó bert verið talan um styttri steðgir uppá eina ella tvær vikur. Ongatíð yvir longri tíðar- skeið. Eftir eina væleydnaða summarferiu í fjør tók Alfrida eina avgerð, sum altso varð førd út í lívið í ár. - Eg hugsaði við mær, at tað hevði verið gott fyri tey, at kunna steðga eitt sindur longur í Føroyum einaferð, meðan tey eru í røttum aldri. - Hetta hugskotið dámdi okkum øllum sera væl, greiðir Alfrida frá. Sum hugsað, so gjørt! Hon kannaði møguleikar- nar fyri at skifta frá danska skúlanum og til Kollfjarðar skúla. Tá eingir trupulleikar vóru í hesum, var avgerðin førd út í lívið. Við slík styttri skúlaskift er neyðugt at gjalda fyri undirvísingina. Men tann útreiðslan man ikki telja so nógv í mun til tær uppliv- ingarnar, sum tey trý systk- ini hava havt í Kollafirði henda seinasta hálva triðja mánaðin. Frá fimm til 20 Fyri tær báðar 7 ára gomlu Silje og Lærke og 8 ára gamla Emil var talan um eina stóra broyting at koma úr tí danska skúlanum og í tann føroyska. Í Danmark ganga tey í einum minni bygdarskúla, og har eru tí ikki so nógvir næmingar í hvørjum flokki. - Í flokkinum hjá gentu- num eru bara fimm næm- Besta summarferian Kári lærarin, hevur sagt við okkum, at vit duga sera væl at rokna - Hygg, hvat vit fingu!, siga tey trý við ein munn - tvíburasystrarnar Silja og Lærke og beiggi teirra, Emil sum var hepni veiðumaðurin henda dagin Mynd: Jens Kr. Vang