Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 45

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 14. juni 2007 45 tíðindi hjá ommu og abba Lærarar- nir ikki so strangir Munin millum ein lítlan bygdarskúla í Norðurjyllandi og ein miðalstóran kommunalan skúla í Kollafirði, hava tey trý eisini lagt merki til. Men hvør er so størsti munurin? Tað gongur ein tíð, áðrenn svarið kemur frá einum teirra: - Lærararnir eru ikki so strangir! - Og so hava vit eisini ein deiligan svimjihyl her, og haraftrat eina stóra ítróttarhøll við skúlan. Hjá okkum mugu vit ganga heilt til hin endan av býnum fyri at svimja. - Tað er bara so skeg at svimja, siga tey trý. ing­ar. Nú tær hava verið burt­ur, eru tey tí bert trý eft­ ir í flokkinum, sigur Al­frida. Júst hvussu leingi tey sleppa at ganga í hesum danska bygdarskúlanum aftrat er óvist. Har tosa tey nevni­liga eisini um at legg ja smærru skúlarnar saman, tí barna­talið er minkandi. Duga at rokna Í Kollafirði sluppu tey í mun­andi størri flokkar, men hetta hevur gingið utt­an stórvegis trupulleikar. - Hini børnini hava bara verið góð við okkum, siga tey trý systkini. Hósdagin í farnu viku var allur skúlin útferð við Leyna­vatn. Eina viku her­ fyri høvdu tey eina evnis­ viku, har tey m.a. sluppu í sjó­savnið í Havn og vóru útferð í Nólsoy. - Vit hava eisini roknað nógv. Og Kári lærarin, hev­ ur sagt við okkum, at vit duga sera væl at rokna, sigur Lærke. - Ein dagin fingu vit ein soooo stóran fisk! Tey trý systkini og mamma teirra hava nógv at siga frá hesum hálva triðja mánaðinum í Kollafirði Mynd: Jens Kr. Vang Við slík styttri skúlaskift er neyðugt at gjalda fyri undirvísingina. Men tann útreiðslan man ikki telja so nógv í mun til tær upplivingarnar, sum tey trý systkini hava havt í Kollafirði Stuttur vegur er úr húsunum hjá abbanum og ommuni og oman á bátabrúnna, her ein altíð fær onkran fisk Mynd: Jens Kr. Vang