fríggjadagur 15. juni 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 15. juni 2007
17
tíðindi
Í morgin, leygardagin 16. juni, verður
Helena Samuelsen í Hoyvík 70 ár. Helena
er útbúgvin lærari, og hon var fyrsti for
maður í Javna, landsfelagnum evnaveikum
at bata.
Helena er ættað av Hellunum. Foreldur
hennara vóru Jana fødd Johannesen og
Anskar Jensen, sum bæði vóru av Hellun
um. Tey giftust í 1935 og áttu hús á Hell
unum. Í 1945 flutti familjan til Fuglafirðar
at búgva.
Helena var í húsplássi og stóð í fýra ár í
handlinum hjá S. P. Petersen í Fuglafirði,
áðrenn hon fór í skúla. Summarið 1954 var
hon næmingur á háskúlanum, og í 1960
leyk hon prógv á Føroya Læraraskúla.
Skúlaárið 196061 arbeiddi hon í skúl
anum í Klaksvík, og árið eftir var hon í
Føroya Studentaskúla. Hon arbeiddi eisini
okkurt skifti í skúlanum á Hvítanesi og í
Spesialskúlanum. Seinni var hon lærari í
Eysturskúlanum. 198692 starvaðist Hel
ena fyri Sjónvarp Føroya. Hon týddi tilfar,
mest til barnasendingar.
Í 1971 var Helena ein teirra, sum var við
til at stovna Javna, landsfelagið evnaveik
um at bata. Hon var fyrsti formaður felags
ins og sat í tí sessinum í sjey ár. Tað var
ikki minst í hesum tíðarskeiðnum, at stór
tøk vórðu tikin, og felagið rættuliga stað
festi seg í leiklutinum, sum tað síðani hev
ur átt í samfelagnum og yvirfyri politiska
og umsitingarliga myndugleikanum.
Tá ið landsstýrið setti arbeiðsbólk at
skipa fyri arbeiðnum at skipa fyri ári teirra
brekaðu í 1981, var tað so upplagt, at
Helena varð vald at vera formaður.
Helena giftist í 1961 við Hanusi A. Samu
elsen, sum er ættaður úr Húsavík. Tey eiga
tvey børn. Óli Samró býr í Hollandi, og Jana
býr á Eirargarði. Helena eigur trý ommubørn
í Hollandi – tveir dreingir og eina gentu.
Í 1984 skrivaði Helena saman við mann
inum »Duld eru døpur mein«, og í 1986
góvu tey bæði Ferðaminni úr Norra út.
Hjúnini vitjaðu í sjeyti árunum fleiri ferðir
í Norra at uppliva landslag, náttúru og
mentan. Tey fyrireikaðu seg til ferðirnar,
men sannaðu at ikki var altíð ”samsvar
millum tað, vit hildu okkum vita, og tað,
vit fingu at síggja. Ikki minst náttúruvakur
leikan mást tú uppliva sjálvur, skalt tú
skilja tað stórsligna”, tóku tey bæði til.
Hesar báðar bøkurnar vórðu givnar út á
forlagnum Durhellan, sum Helena og mað
urin sjálvi hava. Í 1994 og 1995 skrivaði
Helena greinarøð í Dagblaðnum, sum hon
nevndi Fólk á leiðini, og í 1999 skrivaði
hon bókina Hellurnar – ein niðursetubygd.
Helena var limur í skúlanevndini fyri
Tórshavnar uttanbýggja kommunu 1970
74, og hon varð í 1986 vald í Føroya Van
lukkutryggingarráð.
Síðsta heyst kom út bókin »Jana – eitt
hjartabarn«, sum Tórunn Ellingsgaard
skrivaði um Janu, dóttir Helenu og Hanus
A. Samuelsen.
Brot úr ummæli, sum Eyðun Joensen,
sálarfrøðingur, skrivaði í Sosialinum, lýsir
væl, hvussu hesi fólkini ígjøgnum høv
undan hava megnað at gera henda partin av
lívinum og tilveruni, sum tað hjá mongum
ivaleyst fellur lættast ikki at tosa so nógv
um, alment kendan og harvið at vera hjálp
og stuðul hjá øðrum, sum eru í somu støðu
sum tey:
»Bókin lýsir øgiligar avbjóðingar hjá
næstringum til menningartarnað og ber
samsvarandi boð um at loysa úr lagdi og at
bróta upp úr nýggjum hjá eini vanligari
kjarnufamilju, sum í lívsins vónríka vári
fær eitt so fjølbrekað barn sum Janu, og so
eru tað eisini so mangar aðrar familjur í
líknandi støðu og summar við enntá fleiri
brekaðum børnum.
Bókin sigur søguna um familjunnar
ómetaliga stríð og strev fyri egnar sakir,
men eisini orku og yvirskot til at taka
hendur saman við øðrum javnstillaðum at
skora á avvarðandi myndugleikar í eini tíð,
har samfelagið als ikki var gearað til at
taka hond um brekað fólk og teirra avvarð
andi. Bókin er eisini ein viðkomandi, um
enn stundum bersøgin, partur av søguni
um Javna, landsfelagsskapin andsbrekað
um at bata og ikki minst tað hjá Óla at vera
einkarsystkin til eina so svárt brekaða lítla
systir, sum kom at fylla so nógv í teirra
heimi og huga«.
J
Helena Samuelsen 70 ár
Føðingar
Rutt og Agnas fingu 7. juni
ein lítla beiggja. Hann vig
aði 3950 g og var 52 cm
langur. Foreldrini eita Elin
og Jógvan Jacobsen. Tey
búgva í Måløv í Danmark.
Hey, eg eiti Benjamin, og
eg havi tann 2. mei fingið
eina lítlasystir, sum eitur
Narvør GoEun Norðberg.
Hon er fødd 7. desembur
2006 í Korea. Foreldur okk
ara eru Mortan og Póla
Norðberg í Vági.
25. mai fingu Hanna Krista Poulsen og Kim Stev Bergkvist, Ålborg, eina dóttur. Hon
var 52 cm long og vigaði 3750 gr.
28. mai fingu Maria Vágsgarð og Pætur Klein Jacobsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon
var 53 cm long og vigaði 3300 gr.
29. mai fingu Kristina í Króki og Karl Jakob Ósá Eliasen, Klaksvík, eina dóttur. Hon
var 54 cm long og vigaði 4400 gr.
30. mai fingu Catherine Steinberg og Poul Nicolai, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51
cm long og vigaði 4000 gr.
4. juni fingu Christina Holm og Jakob Skaaning, Vági, eina dóttur. Hon var 52 cm
long og vigaði 3400 gr.
8. juni fingu Birita Johansen og Dion Petersen, Froðba, ein son. Hann var 51 cm
langur og vigaði 3700 gr.
8. juni fingu Arna Silvurstein og Aksel Johannessen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var
50 cm long og vigaði 3075 gr.
8. juni fingu Bergljót Bertholdsen og Sonne Ludvig, Hovi, ein son. Hann var 56 cm
langur og vigaði 4160 gr.
8. juni fingu Liljan Sunadóttir Poulsen og Bárður Vágfjall, Tórshavn, ein son. Hann
var 57 cm langur og vigaði 4750 gr.
9. juni fingu Kristina Matras Jensen og Jákup Jensen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var
51 cm long og vigaði 3100 gr.
10. juni fingu Elin Guðjónsson og Agnar Højgaard, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 51
cm long og vigaði 3600 gr.
10. juni fingu Charlotta Justinussen og Edvard Højgaard, Rituvík, eina dóttur. Hon
var 51 cm long og vigaði 3650 gr.
11. juni fingu Vígdis Glyvradal og Hans J. Biskopstø, Klaksvík, eina dóttur. Hon var
50 cm long og vigaði 3000 gr.
11. juni fingu Eyðgunn Poulsen og Jákup Follend Mikkelsen, Válur, ein son. Hann
var 55 cm langur og vigaði 3520 gr.
13. juni fingu Diana og Frank Jacobsen, Havn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og
vigaði 2800 gr.
11. juni fekk Lea eina
lítlasystur. Hon var 52 cm
long og vigaði 3675 gr.
Foreldur eru Silvia Láberg
og Jan Mohr, Tórshavn.