Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 15. juni 2007 17 tíðindi Í morgin, leygardagin 16. juni, verður Helena Samuel­sen í Hoyvík 70 ár. Helena er útbúgvin lærari, og hon var fyrsti for­ maður í Javna, landsfelagnum evnaveikum at bata. Helena er ættað av Hell­un­um. For­eld­ur henn­ara vóru Jana fødd Johanne­sen og Anskar Jensen, sum bæði vóru av Hell­un­ um. Tey gift­ust í 1935 og áttu hús á Hell­ unum. Í 1945 flutti familjan til Fuglafirðar at búgva. Helena var í húsplássi og stóð í fýra ár í handlinum hjá S. P. Petersen í Fugla­firði, áðrenn hon fór í skúla. Summarið 1954 var hon næmingur á háskúlanum, og í 1960 leyk hon prógv á Føroya Læraraskúla. Skúlaárið 1960-61 ar­beiddi hon í skúl­ anum í Klaksvík, og árið eftir var hon í Føroya Studentaskúla. Hon ar­beiddi eisini okkurt skifti í skúlanum á Hvítanesi og í Spesialskúlanum. Seinni var hon lærari í Eyst­ur­skúlanum. 1986-92 starv­aðist Hel­ ena fyri Sjón­varp Føroya. Hon týddi tilfar, mest til barnasendingar. Í 1971 var Helena ein teirra, sum var við til at stovna Javna, landsfelagið evna­veik­ um at bata. Hon var fyrsti formaður fel­ags­ ins og sat í tí sessinum í sjey ár. Tað var ikki minst í hesum tíðarskeiðnum, at stór tøk vórðu tikin, og felagið rættuliga stað­ festi seg í leik­lut­­inum, sum tað síðani hev­ ur átt í samfelagnum og yvir­fyri politiska og umsit­ing­arliga myndugleikanum. Tá ið landsstýrið setti ar­beiðs­bólk at skipa fyri arbeiðnum at skipa fyri ári teirra brekaðu í 1981, var tað so upp­lagt, at Helena varð vald at vera for­maður. Helena giftist í 1961 við Hanusi A. Samu­ elsen, sum er ættaður úr Húsa­vík. Tey eiga tvey børn. Óli Samró býr í Hollandi, og Jana býr á Eirar­garði. Helena eigur trý ommubørn í Hol­landi – tveir dreingir og eina gentu. Í 1984 skrivaði Helena saman við mann­ inum »Duld eru døpur mein«, og í 1986 góvu tey bæði Ferða­minni úr Norra út. Hjúnini vitjaðu í sjeyti árunum fleiri ferðir í Norra at uppliva landslag, náttúru og ment­an. Tey fyri­reikaðu seg til ferð­ir­nar, men sannaðu at ikki var altíð ”samsvar millum tað, vit hildu okkum vita, og tað, vit fingu at síggja. Ikki minst náttúruvakur­ leik­an mást tú uppliva sjálvur, skalt tú skilja tað stórsligna”, tóku tey bæði til. Hesar báðar bøkurnar vórðu givnar út á forlagnum Durhellan, sum Helena og mað­ urin sjálvi hava. Í 1994 og 1995 skrivaði Helena greinarøð í Dagblaðnum, sum hon nevndi Fólk á leiðini, og í 1999 skrivaði hon bókina Hellurnar – ein niðursetubygd. Helena var limur í skúla­nevndini fyri Tórs­havnar uttan­býggja kommunu 1970- 74, og hon varð í 1986 vald í Føroya Van­ lukku­tryggingarráð. Síðsta heyst kom út bókin »Jana – eitt hjarta­barn«, sum Tórunn Ellings­gaard skriv­aði um Janu, dóttir Hel­enu og Hanus A. Samuel­sen. Brot úr ummæli, sum Eyðun Joen­sen, sálar­frøð­ing­ur, skrivaði í Sosi­al­in­um, lýsir væl, hvussu hesi fólkini ígjøgnum høv­ undan hava megnað at gera henda partin av lívinum og tilver­uni, sum tað hjá mongum ivaleyst fellur lættast ikki at tosa so nógv um, alment kend­an og harvið at vera hjálp og stuðul hjá øðrum, sum eru í somu støðu sum tey: »Bókin lýsir øgiligar av­bjóð­ingar hjá næstr­­ingum til menningartarnað og ber sam­­svarandi boð um at loysa úr lagdi og at bróta upp úr nýggjum hjá eini van­ligari kjarnufamilju, sum í lívsins vónríka vári fær eitt so fjøl­brekað barn sum Janu, og so eru tað eis­ini so mangar aðrar familjur í líkn­andi støðu og summar við enntá fleiri brekaðum børnum. Bókin sigur søguna um familjunnar ómeta­liga stríð og strev fyri egnar sakir, men eisini orku og yvirskot til at taka hendur saman við øðrum javn­still­aðum at skora á avvarðandi mynd­ug­leikar í eini tíð, har sam­felag­ið als ikki var gearað til at taka hond um brek­að fólk og teirra avvarð­ andi. Bók­­in er eisini ein viðkom­andi, um enn stundum ber­søgin, partur av søguni um Javna, landsfelagsskapin ands­brek­að­ um at bata og ikki minst tað hjá Óla at vera eink­arsystkin til eina so svárt brekaða lítla­ systir, sum kom at fylla so nógv í teirra heimi og huga«. J Helena Samuelsen 70 ár Føðingar Rutt og Agnas fingu 7. juni ein lítla beiggja. Hann vig­ aði 3950 g og var 52 cm langur. Foreldrini eita Elin og Jógvan Jacobsen. Tey búgva í Måløv í Danmark. Hey, eg eiti Benjamin, og eg havi tann 2. mei fingið eina lítlasystir, sum eitur Narvør Go­Eun Norðberg. Hon er fødd 7. desembur 2006 í Korea. Foreldur okk­ ara eru Mortan og Póla Norðberg í Vági. 25. mai fingu Hanna Krista Poulsen og Kim Stev Bergkvist, Ålborg, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3750 gr. 28. mai fingu Maria Vágsgarð og Pætur Klein Jacobsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3300 gr. 29. mai fingu Kristina í Króki og Karl Jakob Ósá Eliasen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4400 gr. 30. mai fingu Catherine Steinberg og Poul Nicolai, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 4000 gr. 4. juni fingu Christina Holm og Jakob Skaaning, Vági, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3400 gr. 8. juni fingu Birita Johansen og Dion Petersen, Froðba, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3700 gr. 8. juni fingu Arna Silvurstein og Aksel Johannessen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3075 gr. 8. juni fingu Bergljót Bertholdsen og Sonne Ludvig, Hovi, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4160 gr. 8. juni fingu Liljan Sunadóttir Poulsen og Bárður Vágfjall, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4750 gr. 9. juni fingu Kristina Matras Jensen og Jákup Jensen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3100 gr. 10. juni fingu Elin Guðjónsson og Agnar Højgaard, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3600 gr. 10. juni fingu Charlotta Justinussen og Edvard Højgaard, Rituvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3650 gr. 11. juni fingu Vígdis Glyvradal og Hans J. Biskopstø, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3000 gr. 11. juni fingu Eyðgunn Poulsen og Jákup Follend Mikkelsen, Válur, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3520 gr. 13. juni fingu Diana og Frank Jacobsen, Havn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 2800 gr. 11. juni fekk Lea eina lítlasystur. Hon var 52 cm long og vigaði 3675 gr. Foreldur eru Silvia Láberg og Jan Mohr, Tórshavn.