Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 • 15. juni 2007 Vikuskifti 17 Beck – Gamen, er ein partur í spennandi svensku krimirøðini, sum er bygd á Maj Sjöwall og Per Wahlöösa persónar. Ítrottarráðharrin John Vedén er sporleyst horvin, seinni skal tað vísa seg, at hann er ludomanur og skyldar pening, so fólk hava sent “gammin” eftir honum, ið er ein vandamikil mordari. Fidibus roynir at vera ein av hesum ”dreingjareyvastuttligu” donsku filmunum. Søgan er um hassjkongin Paten (leiktur av Jokeren), hann skal inn at sita og daman, bilurin og pengarnir skulu passast av vininum, men megnar hann at halda fingrana vekk frá øllum hesum? Tað er sjónleikarin Hella Joofs (Oh Happy Day, En kort en lang), ið fær loyvi at spilla tíð og pening til at gera sínar talentleysu filmar. The Darwin Awards er ein virðisløn til tey, sum doyggja á tann mest idiotiska mátan, serliga í ólukkum, sum tey sjálvi hava skapt. Hetta er søgan í The Darwin Awards. Michael Burrows (Joseph Fiennes) er ein løgin eks-løgreglumaður, sum er farin at arbeiða fyri eitt tryggingarfelag saman við Siri (Winona Ryder). Hetta er ein nokso dummur filmur um býtt fólk. Men mest av øllum er hann bert keðiligur. Skæbnesporet er um Grace (Camille Summers), sum er tannáringur. Hon fer til Afrika at finna pápan Greg (Julian Sands), hon finnir hann, men tey verða skyld aftur, tí pápin dettur niður í einum flogfarið. Hon fer tó at leita eftir honum inni í oyðimørkini. Søgan er alt ov melodramatisk og lættisoppakend – filmurin hevur sum heild ringar sjónleikarar, serliga Camille Summers. filmar Hesin Silver Surfer er sum teir sjey reiðmennirnir í Opinberingini, hann er komin fyri at fyrireika einki minni enn heimsins undir­ gang. Í fyrra filminum fingu hesi fýra niðurbart Victor von Doom (!), nú skulu Reed og Sue gifta seg, men so kemur hesin svaki Silver Surfer og forstýrar alt. Hann kemur frá planetuni Galactus, og við honum koma alskins náttúruvannlukkur. Reed, Sue, Johnny og Ben fara øll fýra at leggja saman super­ styrki fyri at berjast við hendan sterka heljarsonin. Við eitt kemur Victor von Doom at rísa frá teim deyðu. Hetta ger at Reed má arbeiða saman við gamla fíggindanum Doom, men er hann veruliga broyttur, kunnu tey líta á hann? Ein vældámd teknirøð Fantastic Four er ein av teim mest seldu røðunum hjá Marvel Comics eisini. Røðin kom fram í 1972 og var skapt av tí nú 84 ára gamla Stan Lee, sum seinni gjørdist blaðstjóri á Marvel. Hansara navn hevur staðið á yvir 2 milliardum bløðum síðani 1972. Fantastic Four fingu teirra serligu evni, tí tey komu á eini rumdarferð at renna seg inn í ein kosmiskan storm. Matematikarin og fysikarin Reed Richards fekk evnini at boyggjast og strekkja seg sum gummi. Sue kann gera seg sjálva ósjónliga. Johnny Storm, sum annars er flogskipari, er endaðu sum ein livandi eldkúla (The Human Torch (Flammen)). Ben Grimm endaður sum The Thing (Tingen) – eitt menniskja sum líkist einum appelsingulum múrsteini. Fantastic Four er ofta vald til bestu teknirøðina. Fyrsti filmurin um tey kom í 2005. Twentieth Century Foxs hevur tjent 330 milliónir dollarar uppá hendan filmin. Uppá nógvar mátar er hann sum nógvir av hesum filmunum um superhetjur, teir eru flott gjørdir, men hesin vantar tó nógv í søguni. Tey fýra fantastisku Ummæli Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com Tenacious D in the pick of Destiny er ein totalt smakleysur filmur. Jack Black spælir ein wannebe power rock/metal rokk­tón­ leikari, sum bara er alt for býttur og kiksaður til nakrantíð at fáa succes. Hann møtir einum, sum kallar seg Kyle Gass, sum er ein enn størri tapari enn Jack. Teir fara síðani at royna at gerast kendir. Jack Black er sum eitt stórt dampbarn, og tað er hesin filmurn um. Harragud. Nógv eykatilfar er á DVDfløguni. Tað er eingin endi á teknurøðunum frá Marvel. Hesi hava stórframleitt sera nógvar ymiskar hetjur, sum ofta nærum eru ”freeks”. Í filminum um ”The Fantastic Four” møta vit fýra teirra aftur - Reed, Sue, Johnny og Ben, ið hesuferð fara at berjast við totala kaosfigurin The Silver Surfer Leikandi: Dr. Reed Richards IOAN GRUFFUDD Susan Storm JESSICA ALBA Johnny Storm CHRIS EVANS Ben Grimm MICHAEL CHIKLIS Victor von Doom JULIAN McMAHON Leikstjóri: Tim Story, 92 minuttir 11 ára aldursmark Frumframførdur fríggjadagin 15. juni í Havnar Bio