Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 113 - 15. juni 2007 - Skapanarevni og vitan eru týdning- armes­ta tilfeingið í framtíðar hand- ils­s­kapi. Hugtakið “broytingarleiðs­la” kemur at s­pæla ein avgerandi leiklut, hvus­s­u leiðs­lurnar megna at loys­a komandi avbjóð- ingar. Tað s­igur Finnur Siverts­en, bú­s­kaparfrøðingur, ið jú­s­t hevur lokið leiðs­luú­tbú­gvingina “top governance” á Aalborg Bus­ines­s­-Ins­- titute ÚtbÚgving Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Finnur Sivertsen, ið starvast sum grannskoðari og ráðge­ vi, er helst best kendur fyri portalin www.business­ line.fo, sum hann eigur og stjórnar. Herfyri tók hann eina serliga “toppleiðsluútbúgv­ ing” á Aalborg Business­ Institute. Ein av góðveðursdøgun­ um settu vit honum stevnu í Klaksvík, og beint eftir sam­ røðuna fór hann á flot í báti sínum. Toppleiðsla Vit spurdu Finn Sivertsen, hvat útbúgvingin “top gover­ nance” stendur fyri? ­ Orðið merkir toppleiðs­ la. Hetta er ein eitt­ára topp­ leiðaraútbúgving við atliti bæði til nevnd og stjórn. Undirvíst verður eitt nú í løgfrøði, fígging, váðastýr­ ing, leiðsluhættum, leiðslu­ amboðum, strategiskari menning og tøkniligari nýmenning. Hann sigur, at flestu undirvísarar eru gestafyrilestrarhaldarar. Og tað er ikki hvør sum helst, ið tekur sær av frálær­ uni. ­ Hetta eru kendir profess­ arar og vinnulívsfólk. Mill­ um best kendu eru danski vinnulívsmaðurin, Asger Aamund og Steen Hilde­ brandt, professari. Eftirútbúgving Hvat fær so ein føroyskan búskaparfrøðing at fara nið­ ur til Aalborg at taka eina slíka leiðsluútbúgving? ­ Hetta er ikki nakað til­ vitað, sigur Finnur Sivert­ sen, sum frammanundan hevur eina 12 ára gamla uni­ versitetsútbúgving innan vinnubúskap og vinnuløg­ frøði. Hann sigur, at tá hann sá eina lýsing um útbúgvingina í Børsen, helt hann, at hetta var eitt gott høvi at vitja aft­ ur á kendar leiðir í Aal­ borg. ­ Eg sá hetta eisini sum ein góðan møguleika at dag­ føra meg við einari praktisk­ ari eftirútbúgving, sigur hann. Finnur vísir á, at undirvís­ ingin á Aalborg Business­ Institute er á høgum støði, og er ætlað toppleiðarum og ráðgevum í donskum vinnulívi. ­ Men dentur verður lagd­ ur á at arbeiða við praktisk­ um verkætlanum, soleiðis at vitanin kemur tíl høldar í okkara dagliga virksemi. Serligur dentur er lagdur á at menna feløgini og leggja strategiskar ætlanir og at arbeiða við nýggjari amboð­ um innan leiðslustýring, sig­ ur hann. Eingi landamørk Vit fregnaðust eisini, um Finnur Sivertsen heldur, at ein slík “toppleiðaraútbúgv­ ing” kann brúkast í Føroy­ um. ­ Eg havi ikki hugsað so nógv um handan spurningin, tí útbúgvingin, eg nú havi tikið, kennir eingi landa­ mørk. Vitan er góður førn­ ingur, og tað er fínt, um eg kann “formidla” vitanina víðari á ein ella annan hátt. Finnur heldur, at hann umvegis sín portal hevur ein frálíkan møguleika at geva nakað av hesi vitan víðari til størsta partin av føroyska vinnulívinum. ­ Eg haldi, at fakliga støð­ ið hjá føroyskum leiðslum og nevndum er á góðari leið samanborið við støðuna í okkara grannalondum, sig­ ur hann. At tilføra vitan Hann vísir á, at altjóða kapp­ ingin tvingar leiðslurnar til nýhugsan, og tí kemur hugtakið “broytingarleiðsla” at spæla ein avgerandi leiklut, hvussu leiðslurnar megna at loysa komandi avbjóðingar. ­ Eg haldi, at hóast fakliga Kapping noyðir leiðslu Hølisumstøðurnar á Business-Institiut í eru sera góðar. Undirvíst verður í einum av mest søguligu fundarrúmum í Aalborg Finnur Sivertsen, búskaparfrøðingur, fær prógv í “toppleiðslu” á Business- Institute Hverafuglar í Fríðrikskirkjuni Íslendski býurin, Hveragerði, er vinarbýur hjá Nes kommunu, og fyri einum ári síðani var Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni á konsertferð í Hveragerði. Nú er eitt kór úr Hveragerði so komi á vitjan á Toftum. Kórið, sum kallast Hverafuglar, er mannað við pensionistum í Íslandi, og tað fer at hava konsert í Fríðrikskirkjuni týskvøldið. Konsertin byrjar kl. 20, og luttakarar verða Hverafuglar og Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Ferðaleiðarin hjá íslendkska kórinum, David Samuelsson, sum er hálvur føroyingur, fer eisini at luttaka við solosangi. Tíðindafólk hjá DR í verkfall Danska kringvarpið, Danmarks Radio, hevur gjørt eina spariætlan, har tey skulu spara 300 milliónir kr. Av hesi orsøk eru øll tíðindafólkini hjá Danmarks Radio farin í verkfall, tí tey mótmæla spariætlanini, sum hevur gjørt, at fleiri starvsfólk eru søgd úr starvi. Starvsfólkini valdu øll at fara til hús, eftir eitt stóran fund í DR býnum í morgun, og tey møtast aftur kl. 9 í morgin árini danska tíð. Arbeiðssteðgurin er íkomin av uppsøgnum sum er ein fylgja av, at alt, alt ov nógvir pengar eru nýttir í samband við stóra DR býin.