fríggjadagur 15. juni 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 113 - 15. juni 2007
»Vanlukka« í skúla-
garðinum
Sundalagsstevna: Skúlin í bygdini verður karmur um
ein part av tiltøkunum á Sundalagsstevnuni um
vikuskiftið. Eitt av hesum tiltøkum, sum serliga
vendir sær til børnini, er eitt, ið ber heitið »112
Barnatiltak«. Hetta tiltakið byrjar í kvøld kl. 19:30, og
her fara løgreglan, sløkkiliðið og sjúkrabilurin at hava
framsýning við skúlagarðin.
Gongutúrur til fjals
Sundalagsstevna: Vanligt er, at ein slík
bygdastevna gongur fyri seg niðri í sjálvari
vertsbygdini. Her á Sundalagsstevnuni verður
kortini øðrvísi: Eitt av tiltøkunum gongur nevniliga
fyri seg í fleiri hundrað metrar hædd. Kl. 13:30
sunnudagin verður boðið til ein gongutúr niðan á
Sneisina, har ein staðkendur ferðaleiðari verður
við. Neyðugt er ikki at tekna seg frammanundan.
Hvalvík:
»Tíðarinnar
tonn« fer við øllum. Eisini
við úthanginum á bygning
inum, sum í síni tíð var
posthús í Hvalvík.
Fyrrapartin í gjár var
fyrrverandi postmaðurin,
Petur Zachariasen í ferð
við at skifta úthangið á
hesum bygninginum.
Ja, nú trongdi tað
sanniliga til. Eg má heldur
fáa tað liðugt, áðrenn
stevnan byrjar, sigur hann
við einum brosi.
Sum hjálparmann hevði
hann bróður sín, Hanus
Zachariasen,
sum
er
heima í summarfrí í hesum
døgum.
Hann býr annars í Vejle,
og hevur millum annað
ført stásiliga ferðamanna
skipið Queen of Scandi
navia.
sb.
Í góðveðrinum í gjár
var 1. flokkur í Gøtu
skúla farin útferð til
Hvalvíkar.
- Sandurin her er
ótrúliga vakur,
søgdu næmingarnir
við ein munn.
Hvalvík: Tey vóru farin
úr Gøtu árla á morgni við
bussi. Fyrsti steðgur teirra
var í barnaheiminum hjá
tí eina læraranum, Hall
bjørg, ið er ættað úr bygd
ini.
Har hevði mamma henn
ara borðreitt við einum
góðum
drekkamunni,
áðrenn farið varð oman á
sandin at hugna sær.
Hóast tey hugnaðu sær,
so var hetta eisini ein
annar máti at undirvísa í:
Tey funnu ein hóp av skelj
um og øðrum, ið natúrliga
hoyrir til eina slíka fjøru.
Tað er stórur munur á
sandinum her og honum í
Gøtu: Okkara er brimpláss,
men her funnu vit ymiskt,
sum vit ikki síggja hjá
okkum, siga tey.
Alt tað tey funnu, verður
tikið við í skúlan har tað
skal nýtast í innlæringini í
millum annað føroyskum,
nú tey fara at seta navn á
hvønn einstakan lut.
Eftir at hava hugnað sær
á sandinum eina tíð, vitj
aðu tey í kirkjuni og í
kirkjugarðinum,
áðrenn
tey fóru fram í Dal, tey
nevna.
Her skuldu tey steðga
eina løtu, áðrenn mat
pakkin skuldi etast heima
hjá Hallbjørg, ið eigur hús
innarlaga í Hvalvík.
Seinnapartin kom buss
urin aftur eftir teimum, og
síðani varð leiðin løgd aft
ur til heimbygdina.
sb.
Treingir til eina hond
Vakur sandur
Í 1. flokki í Gøtu skúla eru 13 næmingar – 8 gentur og 5 dreingir. Dreingirnir eru: Fríði,
Jónas, Arnbjørn, Sámuel, Hans, Tonni, Viktor og Magnus. Genturnar eru: Kristianna, Bjørg,
Inga Maria, Hanna og Anna. Lærararnir eru: Julia og Hallbjørg.
Mynd: Snorri Brend
Jógvan Zachariasen
gongur í 7. flokki í
Hvalvíkar skúla.
- Frítíðina brúki
eg mest til fótbólt.
Eg spæli sjálvur og
havi sæð næstan
allar dystirnar hjá
EB/Streymi í ár, sigur
hann.
Fótbóltur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Streymnes: Nei, vit vilja
sleppa at sparka eitt sindur
longur. Vit tíma ikki inn í
skúlan beint nú!
Lærararnir við Hvalvíkar
skúla hava júst biðið børnini
um at gevast við fótbólts
spælinum. Men hetta gong
ur ikki sum ætlað.
Tey hava beint framman
undan býtt seg í tvey lið, og
nú gongur dysturin uppá
tað allar besta á fótbólts
vøllinum í Streymnesi. Og
nú skulu tey so inn í eina
heita skúlastovu!
Tey fáa kortini loyvi at
spæla eina lítla løtu aftrat,
men so er altso nóg mikið:
Nú má onnur lærugrein á
tímatalvuna innanveggja.
Millum hesar næmingar
nar og ídnu fótbóltsspælar
arnar er Jógvan Zacharia
sen.
– Hetta er ein sera góður
vøllur, ið vit hava fingið,
sigur hann.
Sjálvur spælir hann við
smádreingjunum hjá EB/
Streymi. Komandi ár verður
hann at síggja á dreingja
liðnum, eitt lið, sum mong
vænta sær nógv av í fram
tíðini.
Í miðjuni
Jógvan hevur altíð havt
áhuga fyri fótbólti – og sam
bært fólki í økinum er hann
haraftrat ein góður spælari.
– Eg havi spælt fótbólt í
eini átta ár. Tað dámar mær
sera væl, sigur hann við
Sosialin.
Í landskappingini í fót
bólti kom smádreingjaliðið
hjá EB/Streymi at liggja
rættiliga miðskeiðis í teirra
bólki.
Sjálvur heldur Jógvan, at
tað kundi gingið eitt sindur
betri. Men plaseringin á
stigatalvuni hevur eisini
sína orsøk.
– Tað gekk ikki so gott
hjá okkum at byrja við.
Men ímóti endanum komu
vit rættiliga fyri okkum,
greiðir hann frá.
Hinvegin gekk tað mun
andi betri hjá teimum í
steypakappingini.
Men
kortini ikki nóg gott!
Tíðin fer til
Gott er at sleppa út úr skúlastovuni
og niðan á vøllin at røra seg – Jógvan
Zachariasen avmyndaður saman við
hinum næmingunum úr 3. til 7. flokk
við Hvalvíkar skúla
Mynd: Snorri Brend
”
Ein má ongantíð
taka nakran dyst
ov lætt
Peturi dámar
væl at sveiggja
hamarin.
Bróðurin
Hanus stuðlar
honum í
arbeiðinum
Mynd: Snorri
Brend