Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 • 15. juni 2007 Vikuskifti 24 átrúnaður Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Kirkjukjallari til ymisk endamál Fuglafjørður: 2. hvítu­su­nnu­dag varð kjallarin í Fu­glafjarðar kirkju­ tikin alment í nýtslu­. Í hesu­m sambandi bjóðaði kirkju­ráðið øllu­m kirkju­fólkinu­m til døgu­rða á hesu­m staði. Kjallarin hevu­r staðið tómu­r síðani 1984, tá kirkjan varð vígd. Ætlanin er nú at brúka hann til ymisk endamál, millu­m annað konfirmantalestu­r. Arbeitt verðu­r haraftrat við einu­m kirkju­savni við lu­tu­m frá gomlu­ kirkju­ni. Arbeiðið hevu­r kostað u­mleið 4 mió krónu­r. Kunnu nú víga pør í Oasuni Hoyvík: Í farna mánaði fekk samkoman myndu­gleika at skipa fyri brúðarvígslu­m. Hesin myndu­gleikin varð givin teimu­m úr danska kirkju­málaráðnu­m, og er tað ein av elstu­nu­m í samkomu­ni, Hendrik Olsen, su­m hevu­r fingið hesa heimildina. Sagt varð samstu­ndis frá ymisku­m reglu­m, fyriskipanu­m og skyldu­m, su­m samkoman hevu­r mótvegis teimu­m, su­m ætla at lata seg víga her, m.a. at minst annar partu­rin skal hoyra til Oasu­na. Stórar bólkar heldur enn gudstænastur Bergen: Norkirken í næststørsta býnu­m í Noregi, fer nú at minka u­m talið á felags gu­dstænastu­m sínu­m. Ístaðin verðu­r kirkju­liðið býtt u­pp í smærri felagsskapir við 30-50 fólku­m í hvørju­m. Endamálið er at røkka longu­r út. Orsøkin til hetta óvanliga stigið er, at kirkjan skal høvu­ðsu­mvælast komandi ár, og tí var neyðu­gt at finna einhvørja loysn. Hetta gav leiðslu­ni eitt høvi at hu­gsa nýtt, og hetta verðu­r nú sett í verk. Nærkast til fyrstu summar­ legurnar Heimamissiónin: Skúlarnir hava ikki meiri enn fingið su­mmarfrí, tá fyrstu­ su­mmarlegu­rnar hjá Heimamissiónini byrja. Lagt verðu­r til brots hósdagin 28. ju­ni við tveimu­m legu­m - einari barnalegu­ í Legu­húsinu­m í Nesvík og einari í Sørvági. Íalt verðu­r skipað fyri 12 legu­m í su­mmar - seks barnalegu­m, trimu­m ju­niorlegu­m, eini familju­legu­ og tveimu­m u­ngdómslegu­m. Sløk 500 børn eru­ longu­ teknað til legu­rnar. Alt ber Guds merki ”Og Guð leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott”. 1. Mósebók. 1, 31. Gjøgnu­m alla skapanarsøgu­na hoyra vit hendan tankan. Eftir at hvør nýggju­r lu­tu­r er skapaðu­r, sá Gu­ð, at alt var gott, ið hann hevði gjørt. At enda stendu­r tað so, at alt samalt var sera gott. Men tað er væl skiljandi, tí tað kann ikki koma annað enn gott frá Gu­ðs hond. Hin góði Gu­ð kann bara gera góðar lu­tir. Tað má natúrliga bera merki av honu­m, su­m hevu­r gjørt tað. Tað er løgnari, at tað yvirhøvu­r í tí heimi, su­m Gu­ð hevu­r skapað, er nakað, ið ikki er gott. Men av tí slagnu­m yðu­r tað av. Heimu­rin er, hvat tí viðvíku­r, farin av lagi, so at tað skal trúgv til fyri at síggja, at hann hevu­r nakað við Gu­ð at gera. So nógv liggu­r í sori. Heimu­rin er vorðin spiltu­r av brúki. Tað er greitt, at Gu­ð kann ikki hava skyldina í, at tað stendu­r so illa til við tí heimi, hann hevu­r skapað; tað má vera okkara skyld. Hetta kemst av, at vit eru­ sloppin at fonglast við lu­tirnar. Vit slu­ppu­ at vera harrar yvir lu­tu­nu­m, men gloymdu­, at Gu­ð sjálvu­r sku­ldi vera Harri yvir okku­m. Tey, su­m ikki vilja at nakar skal ráða yvir teimu­m, du­ga ikki at ráða yvir øðru­m. Skal tað verða betri við heiminu­m og við lu­tu­nu­m í okkara egna lívi, kann tað bara henda við, at Gu­ð aftu­r gerst Harri yvir øllu­m, ið hann hevu­r skapað, og at vit gerast nóg lítil at vilja tæna honu­m við øllu­m tí, hann hevu­r litið okku­m til. orðið Hesa vikuna: John S. Myllhamar Tey ungu í samkomuni Oasuni ætla ikki at ganga fyri einki á ólavsøku í ár. Tey skipa snøgt sagt fyri eini ungdómslegu við innihaldi og sum fer at vara alla ólavsøkuna Hoyvík: - Vit hava leingi droymt u­m, at ting sku­lu­ henda millu­m u­ngdómin í Føroyu­m. Okkara ynski er, at veru­ligt lív kemu­r í u­ngdómin, siga tveir av u­ngu­ monnu­nu­m í samkomu­ni, Trygvi Dam og Jóhannes Arge. Út frá hesu­m hava teir, og fólk úr øðru­m samkomu­m, í eina tíð arbeitt við ætlanini u­m at skipa fyri eini u­ngdómslegu­ á tjóðarhátíð okkara. Tey vóna, at henda fyrsta su­mmarlegan kann gerast byrjanin til eina nýggja tíð her á landi. Her er kortini ikki talan u­m eina vanliga su­mmarlegu­, men eina legu­ har dentu­r verðu­r lagdu­r á evangelisering. Undirvíst verðu­r u­m dagin í evangelisering, forbøn og í lovsangi, og síðani verðu­r farið oman í býin at evangelisera við dansi, drama og øðru­m fyri ólavsøku­fólkinu­m. Legan verðu­r hildin í Badminton- høllini, og verðu­r vónað at hetta kann gerast eitt aftu­rvendandi tiltak. Nýtt ættarlið Ynskið hjá teimu­m u­ngu­ í sam- komu­ni Oasu­ni er at fáa samband við nógv fólk á Havnargøtu­m hesar dagarnar. - Vit ynskja veru­liga, at fólk sku­lu­ verða frelst, siga teir. Ætlanin er at skipa soleiðis fyri, at mong u­ng koma saman í Badmintonhøllini u­m kvøldarnar, har skipað verðu­r fyri einu­m stóru­m tiltaki við lovsangi, dansi og drama fyri u­ngdóm og við u­ngdómi. Vónirnar við hesu­m tiltakinu­m er, at tað skal gerast byrjanin til eitt nýtt u­ngdómsættarlið við eini nýggjari Jesu­s-mentan. - Vónandi er hetta eitt tiltak, ið rakar hjartað hjá nógvu­m fólki, tí vit hava brúk fyri øllu­m góðu­m kreftu­m hesar dagarnar, siga teir báðir, Trygvi og Jóhannes. Prædikan hjá presti og tónleikurin undir gudstænastuni fellur í betri jørð hjá nógv fleiri ungum í donsku fríkirkjunum, enn í fólkakirkjuni Kirkjur: Donsku­ fríkirkju­rnar eru­ mu­nandi betri enn fólkja- kirkjan at vekja íðinskap fyri gu­dstænastu­nu­m. Hetta vísir ein nýggj kanning frá Center for Ungdomsstu­dier og Religionspædagogik u­m hvørji virði og holdningar tey 13-16 ára gomlu­ hava. – Tey u­ngu­ í fríkirkju­nu­m eru­ glaðari fyri teirra kirkju­ enn tey u­ngu­ í fólkakirkju­ni, staðfestir Søren Østergaard, su­m hevu­r staðið fyri kanningini. 90% av teimu­m u­ngu­ í fríkirkj- u­nu­m halda, at tað er gott at syngja u­ndir gu­dstænastu­ni, meðan samsvarandi tal í fólka- kirkju­ni einans er 70%. Níggju­ av tíggju­ u­ngu­m í fríkirkju­nu­m eru­ eisini nøgd við tónleikin, meðan bert seks av tíggju­ í fólkakirkju­ni eru­ tað. Her ynskir eisini helm- ingu­rin, at tónleikastílu­rin í fólkakirkju­ni verðu­r broyttu­r. Hesin mu­nu­rin er, sambært kanningarfólku­nu­m at finna í tí, at fríkirkju­rnar hava góðar royndir við at fáa nútíðar tónleikastílir við í gu­dstænastu­rnar. Eitt er tónleiku­rin. Annað er prædikan, su­m tey u­ngu­ í fríkirkju­nu­m eru­ fegin u­m. Sjey av 10 siga, at tey ku­nnu­ brúka prædiku­na hjá prestinu­m til nakað í gerandisdegnu­m, meðan bert helvtin av teimu­m u­ngu­ í fólkakirkju­ni ku­nnu­ siga tað sama. Ein teirra, ið hevu­r arbeitt við at skipa gu­dstænastu­r fyri tannáringar í Baptistkirkju­ni í Aalborg, Dorthe Gjerrild sigu­r, at neyðu­gt er at skipa fyri felagsskapi millu­m tey u­ngu­. – Virksemið er ikki tað týdn- ingarmesta. Eg trúgvi u­ppá felagsskapin, ikki eina góða skrá. Tí arbeiða vit nógv við at fáa tey u­ngu­ at føla seg vælkomnan í okkara kirkju­, sigu­r hon við Kristelig Dagblad. Hóast hetta vísir tað seg, at fríkirkju­rnar og aðrir barna- og u­ngdómsfelagsskapir missa limir. Tað tykist tru­pu­lt at halda fast við áhu­ga teirra yvir longri tíðarskeið. Byrja eina nýggja ungdómsmentan Ung úr fríkirkjunum mest nøgd Tey ungu í Oasuni eru virkin. Nú ætla tey at byrja eina nýggja Jesus-mentan