Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 [ Nr. 113 - 15. juni 2007 ] NSÍ hevur higar til vunnið allar sínar heimadystir. Men kortini er greiða útmeldingin úr HB- leguni, at teir eina og aleina hava trý stig í huga Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Á pappírinum eru tað bert KÍ, AB og VB/Sumba, sum hava staðið seg verri á úti­ vølli, enn HB hetta kapp­ ingarárið. Av fimtan møgu­ ligum stigum hevur HB bert vunnið tey sjey, og av hesum komu trý í fyrsta dystinum á árinum. Nevn­ liga á útivølli móti Skála. Saman við teirri sann­ roynd, at NSÍ er einasta lið­ ið, sum hevur vunnið allar sínar heimadystir, so skuldi pappírið tosað sítt greiða mál um, hvør er favorittur undan dystinum í Runavík. Hinvegin kunnu gestirnir eisini stuðla seg at hagtøl­ um. Sum tað framgongur aðra staðni á síðuni, so hev­ ur HB havt góð úrslit við Løkin. Og í steypakapping­ ini eydnaðist teimum fyrr í ár at basa NSÍ 2­1. Ikki ráð til javnleik Men hagtølini er ikki tað, sum tey í HB leggja mest í, tá tað metast skal um dystin, sum verður spældur leygar­ dagin. ­ Vit vita væl, at talan er um sera truplan dyst. Og undir vanligum umstøðum er helst einki at ivast í, at vit vildu verið nøgdir við javnleikin. Sum støðan er nú, so hava vit tó ikki ráð til nakað annað enn trý stig, um vit vilja spæla við í oddi­ num. Vit hava havt nakrar á pappírinum lættar dystir, men vit hava ikki vunnið. Og so mugu altso vinna teir truplu dystirnar, um vit skulu vera við. Soleiðis sigur Jákup á Borg, liðformaður hjá HB um, sum í nógvar mátar lík­ ist einum lagnudysti. Vinn­ ur HB ikki dystin, so er væl hugsandi, at munurin til fremstu liðini verður øktur upp í sey stig Pól er tøkur HB vann mikukvøldið fyrru hálvfinaluna í steypakapp­ ingini móti VB/Sumba. Men hóast hetta helst gav liðnum nakað av luft, so vil Jákup als ikki staðfesta nak­ að út frá tí dystinum. – Tað lyfti lagið eftir tap­ ið á Sandi. Men á útivølli móti NSÍ er talan um heilt aðra uppgávu. Fyrst og fremst, tí teir uttan iva fara at leggja størri trýst á okk­ um, enn VB/Sumba gjørdi. Um tala verður um størri trýst, vil liðskiparin hjá NSÍ einki siga um. Hinvegin vil Óli Hansen siga, at talan verður um eina sera trupla uppgávu. ­ Sjálvandi fara vit inn á vøllin eftir sætta heimasigri­ num á rað. Men talan er um ein sera truplan dyst móti einum HB­liði, sum er tvingað at vinna. Og sum vil gera alt fyri at røkka sigrinum, sigur Óli. Og hann leggur dent á, at í teirra hugaheimi er tað ikki eitt mál í sjálvum sær, at teir við einum sigri mest sum kunnu staðfesta, at tað verða trý lið, sum stríðast í oddinum. ­ Sum spælarar kunnu vit ikki hugsa tann tankan. Vit mugu hugsa um, hvar vit liggja. Og so er tað sum so líkamikið, um tað eru tvey ella trý lið, sum vit kappast við. Higar til hava runavíking­ arnir verið hepnir við skað­ um, og spælararnir hava skikkað sær somikið væl, at leikbann er mest sum óhoyrt fyribrigdi. Nú er Pól Thorsteinsson so loksins tøkur, eftir at hann hevur drigist við vøddaskaða í longri tíð. Seinast sat hann á beinkinum í samfullar 90 minuttir, og so er spurning­ urin, hvørt hann hesa ferð sleppur inn á vøllin. Ein leiklut, sum hann bert hevur roynt ein hálvleik hetta kappingarárið. Við – ikki við Tøkur aftur: Milan Kuljic (eftir leikbann) Allir tøkir Við aftur: Pól Thorsteinsson (vøddaskaði) Leikbann: Teitur R. Joensen Skaddur: Póul N. Poulsen (vøddaskaði) Ivasamur: Alexandur Johansen (vøddaskaði), Levi Hanssen (fótlið), Milic Curcic (vødda- skaði), Arnhold Berg (vøddaskaði) Leikbann: Suni úr Hørg 07 '06 06 05 05 04 03 02 01 00 99 98 97 EB/S-KÍ - 0-1 1-1 1-0 - 4-0 0-1 0-1 4-2 - - - - 3-1-3 10-6 NSÍ-HB - 1-3 - 2-1 - 2-2 2-2 0-2 2-1 1-3 0-2 0-4 1-1 2-3-5 11-21 AB-B36 - - - - - - - - - - - - - 0-0-0 0-0 GÍ-B71 - - - - - - - - 3-0 5-3 2-1 - 7-1 4-0-0 17-5 Skála-VB/S -- 1-1 5-0 3-1 0-1 1-0 1-0 0-1 - - - - - 4-1-2 11-4 Í alt Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B36 12 7 - 4 - 1 21 9 12 25 2 NSÍ 12 8 - 1 - 3 21 11 10 25 3 EB/S 12 8 - 1 - 3 22 13 9 25 4 HB 12 6 - 2 - 4 29 20 9 20 5 GÍ 12 4 - 4 - 4 18 23 -5 16 6 Skála 12 5 - 1 - 6 15 21 -6 16 7 B71 12 4 - 3 - 5 21 21 0 15 8 KÍ 12 3 - 3 - 6 21 19 2 12 9 AB 12 1 - 4 - 7 16 26 -10 7 10 VB/S 12 2 - 1 - 9 10 31 -21 7 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B68 12 11 - 1 - 0 40 8 32 34 2 FSV04 12 9 - 1 - 2 25 15 10 28 3 ÍF 11 6 - 3 - 2 28 10 18 21 4 LÍF 12 6 - 1 - 5 29 19 10 19 5 TB 12 5 - 2 - 5 17 10 7 17 6 NSÍ 12 5 - 0 - 7 21 25 -4 15 7 HB 11 3 - 2 - 6 13 25 -12 11 8 KÍ 12 3 - 2 - 7 14 29 -15 11 9 SÍ 12 2 - 2 - 8 13 26 -13 8 10 B36 12 1 - 2 - 9 9 42 -33 5 í Runavík Hjá HB er Milan Kuljic nú aftur tøkur. Eingin ivi er um, at teir hava tørv á øllum góðum kreftum, um trý stig skulu vinnast móti NSÍ, sum leitar eftir sætta heimasigrinum á rað