Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 [ Nr. 113 - 15. juni 2007 ] 826.000 krónur? Nei takk! Áleyparin hjá Charlton, Darren Bent, hevur sagt nei takk við West Ham, sum hevur boðið honum ein sess í teirra álopi og 826.000 krónur um vikuna í løn. 23 ára gamli áleyparin vantaði annars bara at fáa persónligu viður­skift­ini upp á pláss, tí West Ham vildi rinda tað, sum Charlton krevur – nevniliga 187 milliónir krónur. Men í síðstu løtu valdi ungi áleyparin at taka seg úr samráðingunum, og soleiðis heldur at spæla í næstbestu ensku deildini við Charlton komandi kappingarár, skrivar danska Ekstra Bladet. Sheva aftur til Milan Síðsta árið hevur ukrainski landsliðsleikarin, Andriy Shev­ chenko, leikt við enska stórfelagnum Chelsea. Fyrsta kapp­ inga­r­árið á ensk­um fótbólti hevur tó ikki gingið heilt eftir vild hjá vandamikla áleyp­aranum. Nú er tó líkt til, at Shevchenko kann vera á veg aftur til AC Milan. Eigarin hjá Milan, Silvio Berlu­sconi, segði fyrr í dag, at fel­agið arbeiðir við at fáa Shevchenko aft­ur til felagið. – Tá ið eg tos­aði við varaforsetan Galliani, segði hann, at handilin var næstan kom­in í hús. Shevchenko vil aft­ur til Milan. Og felagið hevur ongar trupul­ leikar at gjalda lønina. Keflavík fekk fult Í Íslandi spæla teir flestu landskap­pingar­dyst­irnar í fótbólti mitt í viku. Í gjár­kvøldið hevði Kefla­ vík vitjan av høvuðs­­stað­ ar­felagnum Fram. Símun Samuelsen og liðfel­ag­ar­ nir vunnu 2-1, eftir at teir høvdu verið á odda 1-0, og eftir at hálv­leiks­ støðan hevði verið 1-1. Eftir seks umfør hevur Keflavík ellivu stig, og tað røkkur til triðja plássið. FH, sum í gjárkvøldið vann 2-0 á útivølli ímóti KR, er oddalið. KR, sum Rógvi Jacob­ sen í síni tíð umboðaði, er aftast. Høvuðsstaðar­ fel­agið hevur bara fing­ ið eitt stig burturúr seks teimum fyrstu umfør­ unum. Hini úrslitini í 6. umfari vóru hesi: Valur- Víkingur 3-1, Breiða­ blik-ÍA 2-0 og Fylkir- HK 1-0. Í 7. umfari skal Kefla­ vík mikudagin 20. juni spæla á útivølli í Reykja­ vík ímóti Víkingi. KÍ og NSÍ í finaluni Unglingarnir hjá KÍ og NSÍ fara mikudagin 27. juni at spæla steypa­ finalu á uttanveltaðum vølli. Longu 9. mai vann KÍ hálvfinaluna á heimavølli ímóti B68 3-2. Í gjárkvøldið vann NSÍ á heimavølli 2-0 á HB. Talan var bara um ein dyst í hálvfinaluni. Tað var málleyst í Runa­vík, inntil tað rest­ aði ein lítil løta. Tá skor­ aðu Einar Hansen og Øssur Dalbúð fyri NSÍ. Merkisvert var tað, at unglingarnir hjá NSÍ, sum eru fastir menn á Formula liðnum – Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen og Bogi Løkin – allir vórðu skift­ir inn beinanvegin eftir steðgin, meðan einki sást til HB ung­ lingar, sum eru partur av Formula liðnum – eitt nú Pætur Jørgensen og Ólav í Ólavstovu. Hetta vikuskiftið er formil 1 í Indi­ anapolis. Eftir ógvus­ liga óhappið seinasta sunnudag, var stóri spurningurin um pólski formil 1 koyr­ arin Robert Kubica fór at koyra hetta vikuskiftið. Tað ger hann ikki. Ein 19 ára gamal týskari koyrir í hansara stað Formil 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í gjár gjørdist greitt, at pólski BMW koyrarin Ro­bert Kubica ikki luttekur hetta vikuskiftið, og at 19 ára gamli týskarin Sebastian Vettel koyrir fyri hann. Ro­bert Kubica slapp við ein­ um keiktum fóti og heilaskjálvta eftir eitt av teim­um ógvusligastu óhapp­ un­um í formil 1 í fleiri ár. Læknaliðið í formil 1 var samt um, at Kubica var frískur aftur, men heittu teir samstundis á hann, um ikki at koyra. Serliga, tí eitt nýtt óhapp so stutt eftir ein heila­ skjálvta kundi vera sera vandamikið. Hesa avgerð virdu bæði Kubica og BMW. Hetta verður fyrsta for­mil 1 koyringin hjá roynd­ar­koyr­ar­ anum Seb­asti­an Vettel, men fyribils eisini tann síðsta, tí tað tykist eing­in ivi at vera um, at Kubica verður aftur á breytini í Fraklandi 1. juli. Trýstið er øgiligt Tvær tær seinastu koyring­ ar­nar hevur McLaren verið nógv tað besta liðið á breyt­ ini. Tað var greitt í kan­ad­ isku koyringini, at tvífaldi heims­meistarin Fernando Alonso ikki kendi seg væl, tá hansara óroyndi liðfelagið Lewis Hamilton setti hann upp á pláss. Alonso hevur ong­antíð áður veruliga ver­ ið undir trýsti frá einum lið­ felaga, og við nógvum villum vísti Alonso, at tílíkt trýst ikki er optimalar um­støð­ur fyri hann. Í vikuni síðan kanadisku koyringina hevur Alonso eisini víst, at hann kennir seg sum ein trýst­an mann. Tvífaldi heims­meistarin man vera ein av best løntu formil 1 koyr­arunum, og í Monako gav McLaren liðið unga liðfelaga hansara boð um at halda seg aftan fyri Alonso. Men hóast hetta segði Al­onso í vikuni við eitt spanskt blað, at hann kendi, at liðið stuðlaði Hamilton meira enn honum. Tað er tí greitt, at Alonso hevur nógv at prógva hetta vikuskiftið, tí byrjar hann ikki at vísa, at hann megnar at standa ímóti trýstinum frá liðfelaganum, so veksur trýstið alsamt, og hansara higartil sera góða umdømi kann gerast minni gott. Hamilton harafturímóti hev­ ur á fyrsta sinni smakkað ein sigur, og verður ikki lætt­ur at steðga. Hamilton vinnur Seinast misti Ferrari enn eitt fótafet í HM kappingini, við at eisini BMW vóru skjót­ari enn teir, og orsakað av óhepnum umstøðum við trygdarbilinum á breytini endaðu eisini ein Williams Toyota og ein Renault bilur frammanfyri Ferrari bilin­um hjá Räikkönen. Viku­skift­ið gjørdist uppaftur verri, tá Felipe Massa var diskvali­fis­ eraður fyri at koyra framvið einum reyð­um ljósi á veg úr pittinum. Tí hevur Ferrari nógv at prógva, men tað man vera ivasamt, at liðið megnar at avbjóða McLaren bilinum hjá Hamilton, ið framman­ und­an tykist, sum nógv besta boðið upp á ein vinnara. Ógvisligt sá tað út, tá Kubica soraði bilin móti ikki færri enn tveimum veggum hvør síni megin breytina Mynd: polfoto Kubica koyrir ikki á Indianapolis