fríggjadagur 15. juni 2007síða 38
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
[ Nr. 113 - 15. juni 2007 ]
826.000 krónur? Nei takk!
Áleyparin hjá Charlton, Darren Bent, hevur sagt nei takk við
West Ham, sum hevur boðið honum ein sess í teirra álopi og
826.000 krónur um vikuna í løn. 23 ára gamli áleyparin
vantaði annars bara at fáa persónligu viðurskiftini upp á pláss,
tí West Ham vildi rinda tað, sum Charlton krevur – nevniliga
187 milliónir krónur. Men í síðstu løtu valdi ungi áleyparin at
taka seg úr samráðingunum, og soleiðis heldur at spæla í
næstbestu ensku deildini við Charlton komandi kappingarár,
skrivar danska Ekstra Bladet.
Sheva aftur til Milan
Síðsta árið hevur ukrainski landsliðsleikarin, Andriy Shev
chenko, leikt við enska stórfelagnum Chelsea. Fyrsta kapp
ingarárið á enskum fótbólti hevur tó ikki gingið heilt eftir vild
hjá vandamikla áleyparanum. Nú er tó líkt til, at Shevchenko
kann vera á veg aftur til AC Milan. Eigarin hjá Milan, Silvio
Berlusconi, segði fyrr í dag, at felagið arbeiðir við at fáa
Shevchenko aftur til felagið. – Tá ið eg tosaði við varaforsetan
Galliani, segði hann, at handilin var næstan komin í hús.
Shevchenko vil aftur til Milan. Og felagið hevur ongar trupul
leikar at gjalda lønina.
Keflavík
fekk fult
Í Íslandi spæla teir flestu
landskappingardystirnar
í fótbólti mitt í viku. Í
gjárkvøldið hevði Kefla
vík vitjan av høvuðsstað
arfelagnum Fram. Símun
Samuelsen og liðfelagar
nir vunnu 21, eftir at
teir høvdu verið á odda
10, og eftir at hálvleiks
støðan hevði verið 11.
Eftir
seks
umfør
hevur Keflavík ellivu
stig, og tað røkkur til
triðja plássið.
FH, sum í gjárkvøldið
vann 20 á útivølli
ímóti KR, er oddalið.
KR, sum Rógvi Jacob
sen í síni tíð umboðaði,
er aftast. Høvuðsstaðar
felagið hevur bara fing
ið eitt stig burturúr seks
teimum fyrstu umfør
unum.
Hini úrslitini í 6.
umfari vóru hesi: Valur
Víkingur 31, Breiða
blikÍA 20 og Fylkir
HK 10.
Í 7. umfari skal Kefla
vík mikudagin 20. juni
spæla á útivølli í Reykja
vík ímóti Víkingi.
KÍ og NSÍ í
finaluni
Unglingarnir hjá KÍ og
NSÍ fara mikudagin 27.
juni at spæla steypa
finalu á uttanveltaðum
vølli. Longu 9. mai
vann KÍ hálvfinaluna á
heimavølli ímóti B68
32. Í gjárkvøldið vann
NSÍ á heimavølli 20 á
HB. Talan var bara um
ein dyst í hálvfinaluni.
Tað var málleyst í
Runavík, inntil tað rest
aði ein lítil løta. Tá skor
aðu Einar Hansen og
Øssur Dalbúð fyri NSÍ.
Merkisvert var tað, at
unglingarnir hjá NSÍ,
sum eru fastir menn á
Formula
liðnum
–
Jóhan Troest Davidsen,
Einar Hansen og Bogi
Løkin – allir vórðu
skiftir inn beinanvegin
eftir steðgin, meðan
einki sást til HB ung
lingar, sum eru partur
av Formula liðnum –
eitt nú Pætur Jørgensen
og Ólav í Ólavstovu.
Hetta vikuskiftið
er formil 1 í Indi
anapolis. Eftir ógvus
liga óhappið seinasta
sunnudag, var stóri
spurningurin um
pólski formil 1 koyr
arin Robert Kubica
fór at koyra hetta
vikuskiftið. Tað ger
hann ikki. Ein 19 ára
gamal týskari koyrir í
hansara stað
Formil 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í gjár gjørdist greitt, at
pólski
BMW
koyrarin
Robert Kubica ikki luttekur
hetta vikuskiftið, og at 19
ára gamli týskarin Sebastian
Vettel koyrir fyri hann.
Robert Kubica slapp við ein
um
keiktum
fóti
og
heilaskjálvta eftir eitt av
teimum ógvusligastu óhapp
unum í formil 1 í fleiri ár.
Læknaliðið í formil 1 var
samt um, at Kubica var
frískur aftur, men heittu teir
samstundis á hann, um ikki
at koyra. Serliga, tí eitt nýtt
óhapp so stutt eftir ein heila
skjálvta kundi vera sera
vandamikið. Hesa avgerð
virdu bæði Kubica og BMW.
Hetta verður fyrsta formil 1
koyringin hjá royndarkoyrar
anum Sebastian Vettel, men
fyribils eisini tann síðsta, tí
tað tykist eingin ivi at vera
um, at Kubica verður aftur á
breytini í Fraklandi 1. juli.
Trýstið er øgiligt
Tvær tær seinastu koyring
arnar hevur McLaren verið
nógv tað besta liðið á breyt
ini. Tað var greitt í kanad
isku koyringini, at tvífaldi
heimsmeistarin
Fernando
Alonso ikki kendi seg væl,
tá hansara óroyndi liðfelagið
Lewis Hamilton setti hann
upp á pláss. Alonso hevur
ongantíð áður veruliga ver
ið undir trýsti frá einum lið
felaga, og við nógvum
villum vísti Alonso, at tílíkt
trýst ikki er optimalar
umstøður fyri hann. Í vikuni
síðan kanadisku koyringina
hevur Alonso eisini víst, at
hann kennir seg sum ein
trýstan
mann.
Tvífaldi
heimsmeistarin man vera
ein av best løntu formil 1
koyrarunum, og í Monako
gav McLaren liðið unga
liðfelaga hansara boð um at
halda seg aftan fyri Alonso.
Men hóast hetta segði
Alonso í vikuni við eitt
spanskt blað, at hann kendi,
at liðið stuðlaði Hamilton
meira enn honum.
Tað er tí greitt, at Alonso
hevur nógv at prógva hetta
vikuskiftið, tí byrjar hann
ikki at vísa, at hann megnar
at standa ímóti trýstinum
frá liðfelaganum, so veksur
trýstið alsamt, og hansara
higartil sera góða umdømi
kann gerast minni gott.
Hamilton harafturímóti hev
ur á fyrsta sinni smakkað
ein sigur, og verður ikki
lættur at steðga.
Hamilton vinnur
Seinast misti Ferrari enn eitt
fótafet í HM kappingini, við
at eisini BMW vóru skjótari
enn teir, og orsakað av
óhepnum umstøðum við
trygdarbilinum á breytini
endaðu eisini ein Williams
Toyota og ein Renault bilur
frammanfyri Ferrari bilinum
hjá Räikkönen. Vikuskiftið
gjørdist uppaftur verri, tá
Felipe Massa var diskvalifis
eraður fyri at koyra framvið
einum reyðum ljósi á veg úr
pittinum. Tí hevur Ferrari
nógv at prógva, men tað man
vera ivasamt, at liðið megnar
at avbjóða McLaren bilinum
hjá Hamilton, ið framman
undan tykist, sum nógv besta
boðið upp á ein vinnara.
Ógvisligt sá tað út, tá Kubica soraði bilin móti ikki færri enn tveimum veggum hvør síni megin breytina
Mynd: polfoto
Kubica koyrir ikki á
Indianapolis