hósdagur 29. mars 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 62 - 29. mars 2001
gult cyan magenta svart
Nr. 62 • hósdagur • 29. mars 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
‘
Men Fótbóltssam-
bandið er ikki sinnað
at gera nýggjan sátt-
mála við venjaran fyri
ein og hvønn prís
Hóast HM undankappingin
ikki er meiri enn hálvrunn-
in, tá føroyska ferðalagið í
kvøld umvegis Frankfurt
og Keypmannahavn kemur
aftur til Føroyar úr Russ-
landi, so eru teir í Fótbólts-
sambandinum farnir undir
arbeiðið at fáa greiðu á,
hvør skal standa á odda fyri
landsliðnum, tá tað í 2002
og í 2003 skal dysast í
undankapping, har málið
verður EM endaspælið í
Portugal í 2004.
Sáttmálaskeiðið hjá All-
ani Simonsen verður liðugt,
tá síðsti HM undankapp-
ingardysturin
verður
spældur
í
Slovenia
leygardagin 6. oktober.
Talan er um fjórða tvey ára
sáttmálaskeiðið við Allan
Simonsen. Hann hevur
verið
landsliðsvenjari
síðani í februar 1994.
Roknaðu við Føroyum
Í
Fótbóltssambandinum
verður ikki fjalt yvir, at teir
eru væl nøgdir við gongd-
ina, sum hon hevur verið
tey seinnu árini, og at teir í
útgangsstøðuni
avgjørt
einki hava ímóti, at lands-
liðsvenjarin í 2002 og í
2003 verður Allan Simon-
sen.
– Úrslitini tala fyri seg.
At tað í trimum teimum
fyrstu HM undankapping-
ardystunum eydnaðist at
vinna ein, spæla ein javnan,
og at røkka málmuninum
5–7 boðar frá, at talan
hevur verið um framgongd.
Torleif Sigurðsson, FSF
formaðurin, og eg vóru á
fundi í Geneve hósdagin í
síðstu viku. Har vóru um-
boð fyri øll tey europeisku
fótbóltssambondini.
Tað
varð
tosað
nógv
um
undankappingardystirnar,
sum eru á skránni nú um
dagarnar. Umboðini hjá
Luksemburg vildu hava
onnur at halda við teimum
í, at teir fóru at vinna ímóti
Føroyum, men teir fingu
lítla undirtøku. Úrslitið
leygardagin vísti, at teir,
sum ikki vildu geva Luks-
emburg rætt í teirra vónum,
høvdu roknað rætt. Vit
løgdu leiðina um Luksem-
burg aftur til Føroya. Eg
havi ikki verið til útidyst
áður, og eg má siga, at tað
var hugaligt at síggja,
hvussu smidliga og miðvíst
alt tóktist vera, og hvussu
væl skipað alt var í sam-
bandi við landsliðið.
Eru tit komnir nakran
veg í samráðingunum við
Allan Simonsen um eitt
sáttmálaskeið afturat?
– Tað eru vit ikki. Vit
hava tosað við hann, og vit
hava sagt honum, at vit
undir øllum umstøðum eru
sinnaðir til, at hann verður
við til at loysa spurningin
saman við okkum. Tá tú
hevur samstarvað í átta ár,
og tá tú hevur verið nøgdir,
so kvettir tú ikki bara á
stokkinum. Vit hava biðið
Allan Simonsen lagt síni
krøv á borðið, og so hyggja
vit at teimum. Eg rokni við,
at hetta verður tikið upp nú
í vár, sigur Ísak Mikladal.
Ikki fyri ein og hvønn
prís
Tá vit spyrja, hvat skal til,
fyri at talan skal verða um
nýggjan venjara, svarar
aðalskrivarin soleiðis:
– At halda uppat við
samstarvinum, tí venjarin
hevur verið so leingi hjá
okkum, er eingin grund-
geving í sær sjálvum. Tøl-
ini siga okkum, at talan
hevur verið um framburð,
og tí eigur tað ikki at koma
óvart á, tá vit geva til
kennar, at vit í útgangs-
støðuni eru hugaðir fyri at
halda fram at samstarva við
venjaran. Men tað verður
ikki fyri ein og hvønn prís.
Áðrenn nakað meiri verður
gjørt við spurningin, mugu
vit kenna krøvini hjá venj-
aranum til framhaldandi
samstarv.
Ísak Mikladal sigur, at
undir øllum umstøðum
vilja teir hava Allan Simon-
sen at vera inni í myndini,
tá
spurningurin
verður
viðgjørdur og loystur:
– Harvið sigi eg ikki, at
Allan Simonsen fer at
halda fram. Tað vita vit
einki um enn. Men um
hann ikki heldur fram, so
vilja vit fegnir nýta hann
sum ráðgeva, tá vit skulu
seta onkran annan í sessin.
jh
FSF vil hava Allan
at halda fram
Men higartil hevur
tað ikki eydnast at
gjørt sáttmála við
nakran, sum er
áhugaður í at rinda
fyri hvørt stig og
hvønn sigur, sum
landsliðið megnar
at vinna
Í FSF hava teir Allan
Simonsen fremst í hug-
anum, nú teir arbeiða
við, hvussu venjara-
spurningurin skal loys-
ast fyri komandi árini.
Í Fótbóltssambandin-
um eru teir ikki í iva.
Glæsiliga
úrslitið
í
Luksemburg fer at hava
við sær, at áhugin mill-
um áskoðararnar fyri
heimadystunum,
sum
eru á skránni í summar,
verður væl størri, enn
hann hevði verið, um
føroyingar høvdu tapt í
Luksemburg. Hetta er
skrivað undan dystinum
í Moskva, og í Fótbólts-
sambandinum
verður
roknað við, at áhugin
verður stórur fyri heima-
dystunum, uttan mun til
úrslitið í Russlandi.
Tveir heimadystir eru
á skránni undan summ-
arfrítíðini,
og
tveir
heimadystir
eru
á
skránni stutt eftir summ-
arsteðgin.
Landsliðið
skal spæla ímóti Sveis á
Svangaskarði
leygar-
dagin 2. juni og á Tórs-
vølli ímóti Jugoslavia
mikudagin 6. juni. Dyst-
urin ímóti Luksemburg
verður á Toftum leygar-
dagin 1. september, og
Russland skal spæla á
Tórsvølli mikudagin 5.
september.
At áhugin fyri lands-
liðnum verður størri, er
einki at siga til, tá hugs-
að verður um, at í trim-
um teimum fyrstu dyst-
unum í hesi HM undan-
kappingini var málmun-
urin 5–7 í einum vunn-
um, einum jøvnum og
einum taptum dysti.
Øktur áhugi eigur at
hava øktar inntøkur frá
áskoðarunum og lýsar-
unum við sær, og tað
treingir til.
Undanvindurin
kostar
Vit nevndu í blaðnum í
fyrradagin, at fyri 2–0
sigurin á Luksemburg
fingu spælararnir átta
túsund krónur í part. Vit
kenna ikki sáttmálan,
sum FSF hevur við venj-
aran, men tað er neyvan
at skjóta langt við síð-
una av, um vit rokna við,
at tað eisini dryppar til
hansara, um úrslitini eru
góð. Um vit siga, at sig-
urin í Luksemburg kost-
aði FSF upp ímóti tvey
hundrað túsund krónum,
so er tað neyvan fleiri
ferðir
tíggju
túsund
krónur av leið.
Ísak Mikladal, aðal-
skrivari í FSF, ásannar,
at tað rennur út úr kass-
anum, tá tað gongst væl.
Aðalskrivarin hevði vilj-
að, at tað var soleiðis
skipað, at tað var trygd
fyri, at tað, sum rennur
út í sambandi við sigrar
og javnleikir, kom inn-
aftur beinanvegin:
– Vit kunnu rokna við,
at inntøkurnar fara at
økjast, tá tað gongst væl.
Men tað hevði verið
hugaligt, um tað var
trygd fyri hesum. Í hes-
um sambandi hugsi eg
um, at ein ella fleiri fyri-
tøkur gjørdu sáttmála
við FSF, sum var treyt-
aður av úrslitunum. Tað
kundi t. d. verið lagt til
rættis soleiðis, at FSF
fekk ávíst gjald fyri
hvørt stigið, sum lands-
liðið fær. Tað mátti verið
hugaligt at gjørt slíkar
sáttmálar, heldur Ísak
Mikladal. Hann sigur
eisini, at teir onga so-
vorna avtalu hava.
jh
FSF vil hava
onkran
at gjalda
undanvindin
Eingi kloakkrør,
stórur vatntangi og
wc sum kann flytast.
Hetta verður ein góð
loysn her hjá okkum,
bæði til ferðavinnuna
og hjá teimum sum
skipa fyri ymiskum
tiltøkum
BILAR
Magnus Gunnarsson
Her er ein góður møguleiki
hjá teimum kommunum
sum hava ætlanir um at
gera nakað við ferðavinn-
una. WC-FLEX er ein løtt
loysn, sum kann setast upp
á einum og hvørjum stað,
har
flestu
ferðafólkini
koma. Eisini er hetta eitt
alternativ, og ein løtt loysn
á toilettrupulleikunum, av
tí at har nýtist ongin íbind-
ing av kloakkrørum og øðr-
um.
Ómakaleyst
Tey sum arbeiða í føroysku
ferðavinnuni, kenna til hvat
tað er at koma til eina bygd
við fultsettum bussi, og
onki stað hava at vísa
teimum á har eitt toilet er.
WC-Flex er ein góður
møguleiki at loysa hendan
trupulleika. Vognurin er
óbundin av vatntilførslu og
frárensli, tí hesi eru bygd
inn í vognin við vatnskol-
andi toilett og handvaski
við rennandi vatni. Tangan
kann eigarin sjálvur tøma,
og ikki er neyðugt við út-
reiðslum til slamsúgvara.
150 - 200 vitjanir
WC-Flex hevur kapasitet til
150 - 200 vitjanir millum
hvørja ferð tangin verður
tømdur.
Vatntangarnir
kunnu fyllast bæði tá
vognurin stendur á hjólun-
um ella stendur upprættur,
tað sama er við frárensl-
tanganum. Vognurin er
gjørdur úr elementum við
finérplátum
innan
og
glasfibur uttaná, eins og
vatntangin og dúrkið eisini
eru úr glasfibur. Tilfarið er
úr góðum viðlíkahaldsfrí-
um kvaliteti.
Ymisk endamál
Eisini er møguleiki hjá
teimum sum skipa fyri
ymiskum tiltøkum at hava
eitt ella fleiri WC-FLEX
standandi. Tað kundi verið
á Ólavsøku í Havn, á eini
stevnu við Leynavatn, ella
okkurt heilt annað. WC-
FLEX fæst í trimum útgáv-
um hvat útgerð viðvíkur.
Áhugaði kunnu ringja til
telefon 221311 ella leita
inn
á
heimasíðuna:
www.scanvogn.dk
ÚT AT KOYRA
WC-Flex – ein løtt og liðilig
loysn til ferðavinnuna
WC-FLEX
Stødd: (í koyripositión)
Stødd: (upprættur)
Hædd 170,0 m
Hædd 2,10 m
Breidd 150,0 m
Breidd 1,00 m
Longd 335,0 m
Longd 1,00 m
Eginvekt
280 kg
Totalvekt
max. 500 kg
Dekkstødd
155-13
Tilkobling
Standard kúlukobling
WC-Flex kann sleipast eins lætt og ein vanligur anhangari
WC-FLEX er
ein løtt loysn,
sum kann
setast upp á
einum og
hvørjum stað,
har flestu
ferðafólkini
koma