hósdagur 29. mars 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 29. mars 2001
21
20
Nr. 62 - 29. mars 2001
FCK leiðlsan, sum
fyrr í vikuni keypti
ein miðvallara
afturat, heldur, at tað
verður ansað ov illa
eftir Toda Jónsson á
landsliðnum
Felagið hjá Toda Jónsson er
rættuliga í brennideplinum
í donsku fjølmiðlunum í
hesi vikuni. Meðan tað
hevur verið lítið og einki at
hoyrt frá hinum feløgunum,
og meðan flestu fjølmiðla-
greinarnar hava snúð seg
um góða úrslitið hjá lands-
liðnum á Malta og um fyri-
reikingarnar til landsdystin
í Kekkia, so hevur FCK
verið at sæði í yvirskriftun-
um hvønn tann einasta dag.
At teir halda, at tað hevur
alstóran týdning at verða
umrøddur í fjølmiðlunum,
er einki at ivast í. Ikki minst
tá størsti dysturin á várin-
um – tann ímóti Brøndby –
bara eru fýra dagar burturi.
Tríggir spurningar hava
verið á skránni. Ein hevur
verið Ståle Solbakken, sum
nú er útskrivaður og sum
sigst hava fingið pacemak-
ara Talan er um ein ICDara,
siga teir. Hetta skal vera av
einum slagi, sum er størri,
enn teir vanligu. Lækna-
ligir serfrøðingar í Dan-
mark, sum ikki hava havt
møguleika fyri innliti í
støðuna hjá miðvallaran-
um, halda, at tað fer ikki at
bera til hjá norðmanninum
at spæla fótbólt aftur. Í
morgin fer Ståle Solbakken
at hava tíðindafund í FCK.
Tá verður ivaleyst meiri at
frætta.
Kanadiari í FCK
Ein annar spurningur, sum
hevur snúð seg um FCK í
fjølmiðlunum, eru tíðindini
um, at teir fyrrapartin av
vikuni fingu ein nýggjan
útlending í besta hópin.
Talan er um ein miðvallara,
sum eitur Jason Bent. Hann
er ættaður úr Kanada og er
24 ára gamal. Hann hevur
verið kanadiskur landsliðs-
spælari síðani 1997, og tað
sigst, at hesin maðurin
verður mettur at vera evna-
ríkasti fótbóltsspælarin í
Kanada.
At hann kemur til FCK
nú kemst av, at ætlaði sátt-
málin við eingilska 1.
deildarfelagið
Preston
North End fór fyri bakka –
í fyrstu atløgu í hvussu so
er. Fyrrapartin av vikuni
var síðsta freist at skriva
sáttmálar í Onglandi fyri
hetta kappingarárið. Tá
síðsta freistin kom, var
uppihaldsloyvi ikki klárt,
og so var neyðugt at útseta
sáttmálaskeiðið
millum
kanadiumannin og eing-
ilska felagið.
Í Danmark var eingin
trupulleiki við uppihalds-
loyvinum, og nú verður
kanadiumaðurin við í kapp-
ingini um plássini inntil í
summar. Talan er um leigu-
avtalu.
Todi verður illa
ansaður
Í gjár søgdu vit, at ítróttar-
stjórin í FCK í BT hevði
verið rísin inn á føroyska
landsliðið. Í mikudags út-
gávuni av Ekstrablaðnum
hevur søgan fingið eina
tonn afturat. Har verður
meiri enn róð fram undir, at
FCK leiðlsan heldur, at teir
á føroyska landsliðnum
fara ov illa um Toda, sum
teir siga hevur skrøbelig
likamligan førleika.
Ítróttarstjórin
í
FCK
sigur í blaðnum, at Todi er
skaddur sjey av tíggju
ferðum, tá hann kemur
aftur av føroyska landslið-
num, og at talan er um
skaðar, sum einki hava við
fysiska kontakt at gera.
Hann heldur, at tað á før-
oyska landsliðnum verður
ikki ansað nóg væl eftir
spælarunum, og hetta ætlar
Niels Christian Holmstøm,
at FCK læknin skal tosa við
Allan Simonsen um.
jh
FCK heldur seg í brennideplinum
FM í badminton
FM í badminton fyri tær yngru deildirnar hevur verið
hetta vikuskiftið. Leikt varð í Badmintonhøllini í Havn
Tvey tey fremstu í hvørjum bólki vóru:
Gentur 11 ár einmansleikur:
Nr. 1 Brynhild Carlsson
HBF
Nr. 2 Rakul Dalsgaard Jacobsen
HBF
Gentur 13 ár einmansleikur:
Nr. 1 Ulla í Dávastovu
VÍF
Nr. 2 Rannvá á Rógvi
VÍF
Gentur 15 ár einmansleikur:
Nr. 1 Ulla í Dávastovu
VÍF
Nr. 2 Lis Christoffersen Hansen
VÍF
Kvinnuunglingar einmansleikur:
Nr. 1 Elin Hansen
HBF
Nr. 2 Ida Holm Berner
HBF
Gentur 15 ár tvímansleikur:
Nr. 1 Jona Haraldsen / Tanja Lið Johansen
MBF
Nr. 2 Lis Christoffersen Hansen /Elisabeth Petersen
VÍF
Kvinnuunglingar tvímansleikur:
Nr. 1 Ida Holm Berner / Sára Óladóttir Arge
HBF
Nr. 2 Fríða Næs ÍF / Guðrun Poulsen
VÍF
Dreingir 11 ár einmansleikur:
Nr. 1 Reidar Luid
HBF
Nr. 2 Jan Ellingsgaard
ÍF
Dreingir 13 ár einmansleikur:
Nr. 1 Niclas Eysturoy
HBF
Nr. 2 Reidar Luid
HBF
Dreingir 15 ár einmansleikur:
Nr. 1 Niclas Eysturoy
HBF
Nr. 2 Gunnar Poulsen
HBF
Mansunglingar einmansleikur:
Nr. 1 Bjartur Lamhauge
HBF
Nr. 2 Aksel Poulsen
HBF
Dreingir 15 tvímansleikur:
Nr. 1 Gunnar Poulsen / Thomas Rubbeksen
HBF
Nr. 2 Rógvi Poulsen / Niclas Eysturoy
HBF
Mansunglingar tvímansleikur:
Nr. 1 Aksel Poulsen / Bjartur Lamhauge
HBF
Nr. 2 Gunnar Poulsen / Thomas Rubbeksen
HBF
Gentur 11 ár
Gentur 13 ár
Gentur 15 ár
Gentur 15 ár double
… FM í badminton
Unglingar
Unglingar double
Dreingir 11 ár
Dreingir 13 ár
Dreingir 15 ár
Dreingir 15 ár double
Unglingar
Unglingar double
Kyndil dr. 12A
Føroyameistarar 2001 og steypavinnarar
Standandi frá vinstru: Hanus Joensen, venjari, Tummas Pauli Joensen, Andreas Poulsen, Bartal Læarsson, Pætur
Johansen, Tonny Kruse, Pætur Jørgensen, Lotte Korup Sørensen, venjari.
Húkandi frá vinstru: Sigurd Carlson, Jóhan Ellingsgaard, Trygvi Askham, Steffan Olsen og Hanus Samró