Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mars 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 29. mars 2001 23 22 Nr. 62 - 29. mars 2001 Tel¥ 21 13 12 ¥ 31 63 00 H¿vuÝsreingerÝ fr‡ A til Z Teppi-, m¿bla- og persiennureins. G—lvviÝgerÝ, gardinvask, vaskar’ service o.m.a. til Virkir, stovnar, privat, fyrit¿kur og skip Tel¥ 21 13 12 ¥ 31 63 00 Niels Finsensg¿ta 30 Tlf. 316077 T¾r nàggjastu s—lirnar ’ miÝbànum ’ Havn Kom og royn taÝ nàggjasta innan  s—lir ’ F¿royum 5 minuttir fyri einans10 kr. Tvingsilssøla Hósdagin 19. apríl 2001, kl. 9.00 verður á Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøtu 1, 100 Tórshavn hildin tving- ilssøla yvir ognina matr. nr. 89 c, Sumba (AS nr. 3/2001). Sambært tingbókini er økið á matr. nr. 89 c, Sumba til støddar 1676 m2. Húsini eru í 3 hæddum, klædd við timbri og takið er úr aluminium. Grundin er lagað upp av gróti, og sambært eigaranum er grundin umleið 100 ára gomul. Húsini vórðu rivin niður og bygd uppaftur av nýggjum í 1992. Í hav- anum er ein hjallur. Húsini eru nærri inn- rættað soleiðis: Kjallari: Í kjallaranum er oljufýr og oljutangi. Miðhædd: Gongd við trappu upp á loftið, 1 wc/bað, køkur v/ altan og stova. Loftshædd: Gongd og 4 kømur. Tvingilssølan er um- biðin av Inga Højgaard, advokati, Yviri við Strond 4,100 Tórshavn, tlf. 311260 (sak nr. 4381601), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina og sum nærri avtala kann ger- ast við, um ynski er at síggja ognina. Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum á Dómaraskrivstovuni. Føroya Fútarættur, tann 27.3.2001 Felagið fyri Skrivstovu- kramba- og teknisk starvsfólk Upplýsir um: -sáttmálan -starvsmannalógina -frítíðarlógina o.a. Gerist limir - so standa vit sterkari! Tlf 316837 og 216837 Traðarvegur 20 Boks 1378 110 Tórshavn skfelag@post.olivant.fo Opið er soleiðis: Mánadag - fríggjadag 9.00 - 12.00 13.00 - 16.00 Nýggj høli v/ Elin Madsen N. Finsensgøta 16,kj • 100 Tórshavn • Tel. 320 321 Húðrøktarstovan Vit flyta niður- undir, í sama bygningi »sama inngongd sum Radioverkstaðurin« Stóra bringu -ella lítla? Dr. Jacobsensgøta 18 100 Tórshavn Tel./Fax 316610 Vit hava eisini korsilett í stórum støddum Sosialurin - 311820 Vit hava BH í støddum úr 65 til 110 cm í ummáli, og frá AA til H skál. Ert tú ein av teimum 80%, ið ganga í skeivari BH-stødd? Støkk so inn á gólvið hjá okkum og vit hjálpa tær at finna júst tína stødd. Hendir okkurt, sum er ‡hugvert hj‡ ¿Ýrum at vita, eru vit til reiÝar at bera t’Ýindini v’Ýari. Sosialurin leggur seg eftir at bera t’Ýindi œr ¿llum landinum. Vit koyra runt ’ t’ kenda, gr‡a Toyota bilinum viÝ eyÝkendu fr‡merkjunum. FerÝandi blaÝstj—rnin er dagliga œti kring landiÝ. Vit eru at hitta ‡ telefon nr. 31 18 20. Telefax nr. 31 47 20. Edvard Joensen mannar ’ l¿tuni ferÝandi blaÝstj—rnina. Hann er at hitta ‡ telefon nr. 42 36 17 ella ‡ fartelefon nr. 22 05 07. Eisini ber til at senda teldupost til: edvard@sosialurin.fo ella post@sosialurin.fo Sig okkum frá Týsdagin byrjaði nýtt skeið í søgu Hand- ilsskúlans. Henda morgunin fóru 20 næmingar te. fólk úr føroyska vinnulívin- um og almennu umsitingini í skúla aftur. Talan er um eina røð av skeiðum, sum fyrst og fremst snúgva seg um heilsu, trygd og umhvørvi í eini komandi olju- vinnu. ÚTBÚGVING OG OLJA Jan Müller Oljuvirksemið, ið nú er við at taka seg upp í Føroyum, setir stór krøv til heilsu, trygd og umhvørvi (HTU). Handilsháskúlin BI í Stavanger hevur saman við Føroya Handilsskúla tikið ímóti hesi avbjóðing og hevur gjørt eina spildur- nýggja útbúgvingarætlan fyri føroyingar, sum ætla sær at arbeiða í eini kom- andi oljuvinnu. Henda út- búgvingarskrá, sum er í fimm modulum, har hvørt er uppá 40 tímar, er ætlað øllum teimum, ið beinleiðis ella óbeinleiðis koma í samband við nýggju lóg- gávuna, sum er gjørd til at varða um HTU í sambandi við leitivirksemi á føroyska landgrunninum. Skráin er tó serliga ætlað teimum, sum arbeiða ella ætla at arbeiða hjá oljufeløgunum ella veitarum undir teim- um. Týsmorgunin fóru so 20 fólk seg aftur á skúlabonk, hesaferð á Hotel Føroyum. Hetta er so fyrsta av fimm modulum, sum verða hildin í fimm umførum til út í oktober mánað. Ragnar Magnussen, stjóri á Føroya Handils- skúla er sera fegin um nýggja tiltakið, sum hann vónar fer at økja um áhugan fyri skúlanum. At tey fara at hækka støðið á skúlanum er eingin ivi um og fer tað at geva honum heitið sum handilsháskúli. Ragnar Magnussen sigur, at hetta skeiðið er so bert ein byrjan. Tað er ynski skúlans at kunna gera uppaftur meira í framtíðini á vinnuøkinum og vísir hann á, at millum krøvini, sum fara at verða sett øllum føroyskum fyritøk- um, sum ynskja at gerast veitarar til oljuvinnuna er roknskapur, bygnaður, góðska og sum tað kanska mest týdningarmikla HTU, sum stendur fyri heilsu, trygd og umhvørvi. Øll virki, sum ætla sær at vera við í vinnuni, skulu hava eina HTU skipan. Skeið í hesum verður so eisini kravt av øllum, sum skulu arbeiða hjá oljufeløgunum. – Vit eru so í ferð við at fáa henda førleika inn í føroyskt vinnulív og umsiting, sum fer at hava nakað við hesa vinnu at gera, og vit halda, at tað er rætt, at vit sum skúli eisini eru við í hesum, sigur Ragnar Magnussen, sum vísir til tað frálíka sam- starvið tey hava fingið við Handilsháskúlan í Sta- vanger. Har hava tey ar- beitt við hesum, síðani oljuvinnan kom til Noregs. Skeiðið, sum byrjaði týs- dagin, er tað fyrsta av fimm modulum. Tað snýr seg m.a. um at kunna seg við lóggávuna á umrøddu økj- um, og alt tað, sum har til hoyrir. Eitt, sum eisini hevur stóran týdning á slík- um skeiðum, sigur hand- ilsskúlastjórin, er at fáa fólk, sum skulu arbeiða í oljuvinnuni, beinleiðis ella óbeinleiðis, at hava tann rætta hugburðin. -Tá man arbeiðir innan oljuvinnuna roknar man við eins og í flogferðsluni, at eingi mistøk verða gjørd. Koma mistøk fyri fáa tey álvars- ligar fylgjur. Tað er tað man roynir at sleppa undan. Skeiðini kunnu so eisini verða ein partur av eini Bachelor of Management útbúgving. Hesi fimm skeiðini (modulini) koma at telja ein sættapart av eini slíkari útbúgving. Fólkini, sum hava teknað seg til skeiðið koma frá ymsum fyritøkum so sum skipafeløgum og almenn- um stovnum. Talan er um arbeiðsfólk, sjófólk, sak- førarar, kemiídnaðarfólk, fólk frá Oljumálastýrinum og Mentamálastýrinum, landssjúkrahúsinum osfr. Ragnar Magnussen heldur hetta er ein góð saman- blanding og hava tey rakt teir bólkar, sum ætlanin var, men hann heldur talið kundi verið størri. Hann hevði kanska roknað við 30 luttakarunum. Ragnar Magnussen sigur, at tað er umráðandi, at føroyingar, sum koma at arbeiða í oljuvinnuni fara við á slík skeið, ikki minst nú tey eru so bílig, nú Statoil sponsorerar tey. Statoil letur 1,5 mill. kr. til skeiðini komandi 3 árini. Harumframt skulu luttakar- arnir sjálvir gjalda 500 kr. fyri hvørt av modulunum. Hetta er fyri mat og innivist. So skeiðini sum so eru mestsum ókeypis. Tríggir av teimum fimm undirvísarunum koma úr Noregi, men ætlanin er, at øll undirvísingin skal verða á føroyskum hondum sum frálíðir. – Tað er eingin loyna, at vit við slíkum tiltaki ætla, at Handilsskúlin skal koma upp á eitt handilsháskúla- støði. Tað vil siga, at vit kunnu undirvísa á Bache- lorstøði. Í dag er tann hægsta útbúgvingin tú kanst taka á skúlanum 1. partur av HD. Sosialurin skilur, at hetta, sum Handilsskúlin hevur tikið stig til, er bert ein partur av eini røð av skeið- um og tilboðum, sum fara at verða boðin út av før- oyskum undirvísingar- stovnum komandi árini. Her koma eisini teknisku skúlarnir, sjómanskúlarnir, Fróðskaparsetrið oa. inn í myndina. Menna egnan førleika í oljuvinnuni Starvsfólk í føroyskum vinnulívi, almennari umsiting oo. Eru við á hesum fyrsta skeiðinum um heilsu, trygd og umhvørvi í oljuvinnuni Mynd Jens K Vang Nøkur av teimum, sum hava tikið stig til umrøddu skeið: Claus Reistrup frá almennu útbúgvingarskipanini og Ragnar Magussen, stjóri á Handilsskúlanum her saman við tveimum av norsku stigtakarunum Ingvil Josdal frá Handilsháskúlanum í Stavanger og Sigmund Rosnes, sum er knýttur at verkætlanum hjá norska skúlanum Mynd Jens K Vang