Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 113 • 15. juni 2007 í stuttum Lagt til rættis: Eyðun Klakstein Vánaligir filmar geva pengar Oscar-vinnarin Al Pacino heldur, at verri filmarnir eru, meira ber til at vinna av teimum. Pacino lesir nógv handrit, og tað eru altíð tey vánaligu, sum kunnu geva pengar. - Tað er næstan eitt faktum, at verri handritini eru, hægri er lønin. Eitt vánaligt handrit merkir, at tú kanst skora kassan við at spæla í filminum, men eitt veruliga gott handrit kanst tú gloyma alt um. Tá skalt tú verða heppin, um tú ikki sjálvur skalt gjalda fyri at spæla við, sigur Al Pacino. Rýma úr Hollywood Tvær av størstu stjørnunum í Hollywood eru Brad Pitt og Angelina Jolie. Tey eru harafturat gift hvørjum øðrum, og nú vilja tey verða við, at tey umhugsa at gevast við at spæla filmar í Hollywood. - Eg og Brad hava trý børn, og vit vilja gjarna hava fleiri. Men børn krevja tíð, og tað ber ikki til at fáa alt at passa saman. Vit umhugsa bæði at arbeiða í nøkur fá ár afturat, og so fara at brúka meira tíð til familjuna, sigur Angelina Jolie. Miss á toppinum Myndamonnum dáma væl at fotografera vakrar kvinnur, og her hevur ein myndamaður hjá AP verið ovarliga í New York við trimum kvinnum. Á myndini síggjast Riyo Mori, sum var Miss Universe í ár, Rachel Smith, sum var Miss USA 2007, og Katie Blair, sum var Miss Teen USA. Og so var lag á manni at taka eina góða mynd ovast í Rockefeller Center við Empire State Building í baksýninum Mynd: Polfoto Seyðaríðing Nógvir eru leikirnir. Seyðasýning er eitt, men seyðaríðing man neyvan verða so vanlig. Men í USA finna tey upp á bæði eitt og annað. Har plaga tey at ríða á illum tarvum, og hesin smádrongur roynir seg á bakinum á einum seyði, sum var ein av kappingunum á Eagle Fun Days Rodeo í Idaho. Mynd: Polfoto Sjampanjan fleyt Tað er ein fastur táttur av eini hvørjari kapping við bilum ella moto-súkklum, at vinnararnir fáa handað eina fløsku av sjampanju, so at teir kunnu sproyta sjampanjuna eftir hvørjum øðrum. Á myndini sæst Valentino Rossi úr Italia, sum vann eina kapping í Barcelona farna vikuskiftið. Hann hevur helst vunnið so nógvar kappingar, at hann tímir ikki at sproyta sjampanjuna eftir sínum kappingarneytum. Í staðin legðist hann á kvinnuna, sum hevði handað um sjampanjuna. Mynd: Polfoto