Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 114 - 18. juni 2007 Visuell konsert „Investigation of a Dog“ er ein visuell konsert, sum samantvinnur tónleik, dans, video og ljósdesign. Tróndur Bogason hevur skrivað eitt modernað klassiskt tónaleikastykki, sum verður framført av trombonleikaranum, Andras Olsen, saman við 8+ hoytalarum, sum verða stýrdir „live“ við elektroniskum tónleiki. Rannvá Káradóttir og Mari­ anna Mørkøre standa fyri tí visuella. Hetta fevnir um eitt nú “live” dans, „dance on screen“, animatión, og heildarmyndini. Harumframt hevur Turpin N. Djurhuus gjørt ljósdesign. Kon­ sertirnar vera á skránni í Meiarínum í døgunum 20.­ 23. juni. Eivind Beck í Lopra gjørdist hepni vinnarin í Gekkinum fríggjakvøldið og streyk avstað við stóra vinninginum uppá 310.000 krón­ ur. Hann spælir sjáldan og hevur so vánalit signal, at hann ikki sær sjónvarpið. Eivind misti hús og partvís arbeiðsførleika í 1988, men kom væl fyri seg aftur. Nú er hann farin av arbeiðs­ marknðinum, hevur góða heilsu og nógvan seyð at taka sær av Gekkavinnari Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Eivind Beck vann stóra vinningin, tá hann slapp framat at snara gekkahjólið í Kringvarpinum fríggja­ kvøldið. Hann vil helst skrivast við “K” í eftirnavn­ inum, tí tað er tað rættasta, hevur hann funnið útav, hóast føðibrævið sigur “Bech”, og hettar tekur blað­ maðurin til eftirtektar. ­ Ein skal vera tvífalt heppin, um ein skal hava stóra vinningin. Og tað er fantastiskt at koma ígjøgn­ um millum 16000 gekka­ seðlar og síðani sleppa at snara, vera heppin og koma á rætta leypin aðru ferð, sigur Eivind fegin. Vit hitta hann uttan fyri húsini í Lopra leygardagin eftir, at hann hevur vunnið gekkavinningin kvøldið fyri. Hann er í gongd við at mála húsini. ­ Eg spæli sjáldan Gekk. Men eg segði við konuna, at nú fóru vit at spæla. Hon segði nei, tí hon helt ongan fara at vinna stóra vinningin. Men ein abbadóttir fór at keypa, og eg skemtaðist við, at nú ætlaði eg mær at vinna stóra vinningin, greið­ ir Eivind frá, tá vit eru farn­ ir innar at fáa okkum ein kaffimunn. Púra róligur ­ Eg skuldi velja ein leyp og øll, sum inni vóru, lupu av­ stað. Eg valdi so bláa leypin. Eg snaraði fyrstu ferð, og var tætt við gula leypin. Eg snaraði aðru ferð, og hann kom á bláa leypin, men tað var nær við, at hann fór fram­ við síðsta naglanum. Tað var eitt skríggj inni, men sjálvur var eg púra róligur. Tó so, sjálvandi kennir ein okkurt innast inni, sigur Eivind. Hann spælir Gekk hjá dóttrini, tí sjálvi hava tey onki signal frá føroyska sjón­ varpinum heima við hús. ­ Teir hava verið framvið við bilinum einar tvær ferðir, men sagt verður, at eg havi ongan møguleika at síggja, soleiðis sum húsini liggja undir fjallinum, sigur Eivind. Rómur í bygdini ­ Eg manglaði 5 tøl, men so komu 3 og so var eitt ímill­ um og so komu tvey. Eg manglaði 44 og náddi akk­ urát at siga tað, so kom tað! Dótturin ringdi inn, men øll vóru so spent, og hon ringdi eitt tal ov nógv og mátti ringja inn av nýggjum, flenn­ ir Eivind, tá hann greiðir frá, hvussu tað gekk fyri seg, tá hann vann í Gekkinum. ­ Tað var rómur á hvørjari altan og í hvørjum vindeyg­ að í Lopra, tá eg vann, og veðrið var eisni so avbera gott, sigur Eivind. ­ Øll hava verið til morg­ unmat her í morgun, og eg varð eisini niðurkimaður, ja, sjálvt úr Danmark ringdu tey. So seint sum í morgun ringdi ein gamal skipsfelagi úr Norðoyggjum, sigur Eivind. Misti húsini Júst hvat peningurin skal nýtast til, er ikki avgjørt. ­ Tað kom væl við, tí nú eri eg farin av arbeiðsmarkn­ aðinum, sigur Eivind, ið hev­ ur roynt eitt sindur av hvørj­ um. ­ Eg misti húsini í ódnini í ’88, og tey vóru mestsum ótryggjað, so eg misti eini 800.000 krónur, sigur Eiv­ ind, sum sama ár kom til skaða við hondini umborð á Ólavi Halga, meðan hann sigldi við Vaktartænastuni. Høgra hond er kryplað og mestsum deyð, og hann fór av skipinum og læknin vildi skriva Eivind at verða inval­ id, men hesum eftirlíkaði Eivind ikki. ­ Tíbetur gavst eg ikki tá og settist fyri onki. Eg havi ongantíð fingið sosialar veitingar, og eg fór at sigla við donskum nótabáti, Strømnes. Eg forvann væl niðri, og alt rættaði seg upp­ aftur, sigur Eivind. ­ Eg havi nógv at takka fyri. Heilsan er góð og eg kenni meg sum ein ungling. Eg havi jørð og eri á fjalli nærum hvønn dag og havi 89 seyðir, tá tey 35 lombini eru íroknað, sigur Eivind, sum verður 70 ár í januar. ­ Eg renni fleiri av teim­ um ungu av, tá vit eru á fjalli, sigur fegni Gekkavinn­ arin í Lopra, ið ikki keðir seg, men hevur bæði hús og seyð at ganga uppí, og tíðin verður ikki í gerandisdegn­ um nýtt upp á sjónvarpið ella Gekkin, tí har hevur hann ikki møguleika at fylgja við, uttan so at hann leitar sær av húsum og til dóttrina, ið býr tætt við, at hyggja. Gekkavinnarin sær ikki sjónvarpið Hepni gekkavinnarin, ið ikki sjálvur hevur møguleika at síggja Kringvarpið, spælir ikki ofta Gekk, men fríggjakvøldið vann hann stóra vinningin uppá 310.000 krónur Mynd: Dagfinn Olsen Sosialurin hitti Eivind uttan fyri húsini í Lopra leygardagin eftir, at hann hevur vunnið gekkavinningin kvøldið fyri. Hann er í gongd við at mála húsini Mynd: Dagfinn Olsen Fleiri sparkivøllir Tórshavnar kommuna hevur gjørt fleiri smáar sparkivøllir ymsastaðni í kommununi. Eitt nú er ein vøllur gjørdur uttan fyri skúlan á Hvítanesi. Ein er á Signabø, ein á Argjum og sjey eru gjørdir í Havn. Vøllirnir eru ymiskir til støddar, frá 180 upp til knappar 700 fermetrar, og vøllurin á Hvítanesi er millum teir smærru. Eisini kann væntast, at onkur vøllur kemur afturat á komandi fíggjarlóg. Tað er Tórshavnar kommuna sjálv, sum hevur keypt og gjørt hesar vøllirnar. Talan er ikki um teir sonevndu UEFA vøllirnar, sigur Tóri í Hoyvík, býargartnari.