Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 114 - 18. juni 2007 Pól, hin kuli giraffurin Pól, hin kuli giraffurin er onnur bókin hjá Bárði Oskarsson, sum hann hevur skrivað og myndprýtt. Hin fyrra, Ein hundur, ein ketta og ein mús, gav honum Barnabókavirðisløn Útnorðurráðsins. Pól er, sum hann er. Hann ger, sum hann sjálvur vil, og millum annað etur hann tann mat, honum lystir, og ikki bara bløð, sum allir hinir giraffarnir plaga at gera. Men tað hevur eisini við sær, at hinir giraffarnir halda hann vera løgnan. Nýggja bókin hjá Bárði er 32 bls. og innbundin. Setti eld á grannahúsini Ein 44 ára gamal maður í danska býnum Kolding hevur viðgingið, at tað var hann, sum setti eld á húsini hjá grannanum um vikuskiftið. Maðurin hevur greitt frá, at hann bleiv frá sær sjálvum, tá hann kom til hús leygarkvøldið, tí tað vísti seg, at onkur hevði verið inni. Hann og grannin sótu ikki væl um sátt, og í øði gjørdi hann ikki mætari enn at seta eld á húsini hjá grannanum, men hann dugdi ikki at siga, hví hann hevði hevnt seg inn á grannan. Brandbilur koppaði Undir sløkkiarbeiðinum í Hoydølum koppaði tann størsti brandbilurin og brandmaðurin í bilin­ um fekk skaða Brandbilurin koppaði, tá sløkkiliðið var farið undir at sløkkja seinastu logarnir í umfatandi eldinum, sum kolaði gentukostdeildina upp. Brandbilurin, sum var tann stóri stigabilurin við 30 metra langa kran­ anum, bakkaði niðan ímóti inngongini, og arm­ urin við lyftini var komin einar fimtan metrar upp um húsini, tá asfaltið og undirlendið gav eftir, og bilurin koppaði niður í eitt næstan tveir metrar djúpt hol. ­ Vit løgdu merki til, at undirlendið var bleytt við vegin, tí bakkaðu nið­ an móti grundini og rokn­ aðu við, at gott var undir har, sigur Kartni Jacob­ sen, sløkkiliðsstjóri, við Sosialin. Hann sigur eisini, at til alla lukku datt lyftin við manninum ikki niður í brennandi húsið, men niður í bøin. Kartni Jacobsen kennir ikki til nakað annað stað í Havn, har undirlendið er so vánaligt. Bilin av landinum Seint á kvøldi fingu teir bilin upp aftur og løgdu kranan saman manuelt, sum teir hava lært. Bæði tann langi armurin og lyftin sjálv hava fingið nakað av skaða. Tí má bilurin sendast til Finlands, har útgerðin er sett í. Har skal belastn­ ingurin kannast. ­ Hetta tekur helst ein mánað, og tí eru eisini ætlanir um, at leiga ein bil úr Svøríki. Hetta tekur helst eina viku. Av tí at talan er um eina arbeiðsvanlukku, varð Arbeiðseftirlitið eis­ ini boðsent. – Tey plaga at siga, at 1000 tankar fara í gjøgnum høvdið í støðum sum hesum, men hesi bæði sek­ undini, har eg kendi hvussu kranin fór, hugsaði eg yvirhøvur einki. Tað einasta, eg gjørdi var at halda fast, sigur Heirikur Christiansen, sum var í krananum sum koppaði í eldinum í Hoydølum fríggja­ dagin ÓHAPP Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í samfull 22 ár hevur Heiðr­ ikur Christiansen starvast sum sløkkiliðsmaður, men hóast hann áður hevur verið úti fyri skelkandi tilburðum, so hevur ongantíð verið úti fyri nøkrum so ógvusligum sum seinnapartin fríggja­ dagin. Heiðrikur Christiansen stóð 15 metur uppi í luftini og var í ferð við at sløkkja eldin í gomlu gentukost­ deildini í Hoydølum, tá kranin, ið helt kurvini hann stóð í, brádliga koppaði. – Eg minnist hvørt sek­ und, og tað einasta eg hugs­ aði var, at nú mátti eg halda fast, greiðir 47 ára gamli Heirikur Christiansen frá, tá vit biðja hann siga frá tí, sum hann upplivdi fyri trimum døgum síðani. – Vit vóru farnir undir at eftirsløkkja og tað gekk fínt. Men tann eina síðan bleiv við at loga, so eg svingaði bummin yvir fyri at sleppa nærri. Tá føli eg, hvussu kranin byrjar at fara spakuliga, fortelur Heiðr­ ikkur Christiansen. Hóast tað nú eru tríggir dagar síðani, at óhappið hendi, stendur løtan fram­ vegis klokkuklár í minni hansara. – Tey plaga at siga, at 1000 tankar fara í gjøgnum høvdið í støðum sum hes­ um, men hesi bæði sekund­ ini, har eg kendi hvussu kranin fór, hugsaði eg yvir­ høvur einki. Tað einasta, eg gjørdi var at halda fast, sig­ ur Heirikur Christiansen. – Eg fekk so eisini tíð til at gera eitt gallróp á veg niður, sigur Heiðrikkur og smílist. Hóast tilburðurin var ógvuliga skelkandi og lættliga kundi enda sum ein syrgilig vanlukka, so spældi alt væl av. Av tí sama hevur Heiðrikkur valt at síggja tað positiva í øllum hesum. – Tað fyrsta eg hugsaði, tá eg var komin niður var: “Eg breyt bara beinið. Eg yvirlivdi”. Eg var púra klár­ ur alla tíðina, sigur Heiðr­ ikkur. Skelkaðir starvsfelagar Starvsfelagarnir hjá Heir­ ikki vóru sjálvandi skelkaðir og óttaðust tað allar versta, tá teir sóu kranan koppa tvørtur um bygningin. Men tá teir so sóu, at Heiðrikkur var á lívi, gjørdist gleðin ovurhondsstór. – Teir hava vitjað her úti hjá mær og sagt, hvussu glaðir teir eru um at sleppa at vitja meg her uppi á G4, heldur enn har niðri, sigur Heiðrikkur álvarsamur og sipar til kapellið, sum er í kjallaranum á Lands­ sjúkrahúsinum. – Men síðani hava vit eisini flent at hesum saman, tí tað hava eisini verið skemtiligar støður í øllum hesum her, sigur Heiðrikkur og fer undir at greiða frá, hvussu hann svansaði allan sjúkrabilin til við sínum skitnu klæðum. – Tey royndu at klippa klæði míni upp, og eg var so køstaskitin, tí eg hevði roykkava frammanundan. Men meðan tey klippa er so smekkfult av mýggjabitum, og hesar turka tey so burtur av andlitinum við tí úrslitið, at tey eru innsmurd í sót og øsku, flennir Heiðrikkur. Øvugt støða Næstu tríggjar mánaðirnar skal Heiðrikkur halda seg burtur frá arbeiði. Tað fer hann eisini at gera, men Heiðrikkur ivast ikki í, at hann aftur verður at síggja í sløkkiliðsbúna, tá hann er komin fyri seg. – Fyribils eri eg so sjúkrameldaður. Og hjá mær er hetta ein nokkso øvugt støða at vera í, tí í mínum starvi plagi eg at hjálpa øðrum, men hesaferð var tað so eg, sum hevði brúk fyri hjálpini. Síðani fríggjadagin hevur Heiðrikkur ligið á Sjúkra­ húsinum. Men hóast bein­ brot og slitin liðbond, so letur hann bara væl at. – Her havi eg havt tað ótrúliga gott, og tey gera eitt stórt arbeiði her, sigur hann um starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum. Seinni í dag varð Heiðrikkur útskrivaður, men tað heima sleppur hann ikki at sita fyri einki. – Konan hevur fortalt mær, at hon fer út í havan at taka rabarbur, sum eg kann sleppa at skera, nú eg ikki kann ganga atlíkavæl, sigur Heiðrikkur smílandi. Yvirlivdi fall upp á 15 metrar – Hjá mær er hetta ein nokkso øvugt støða at vera í, tí í mínum starvi plagi eg at hjálpa øðrum, men hesaferð var tað so eg, sum hevði brúk fyri hjálpini, sigur Heiðrikkur Christiansen Mynd: Jens Kr. Vang Stigabilurin frá 1999 varð upprunaliga keyptur fyri at røkka upp á Landssjúkrahúsið, sum er hægsti bygningur í landinum