Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 114 - 18. juni 2007 tíðindi Reinsdjór hótt Tann veksandi hitin á Jørðini órógvar nú reinsdjórini í tí arktiska økinum har norðuri í Kanada, sigur amerikanska sjónvarpið CBS. Serfrøðingar siga, at broytingarnar í veðurlagnum hava broytt lívskorini hjá reinsdjórunum munandi, og tá stovnurin er lítil frammanundan, kunnu broytingarnar hótta stovnin. Millum annað regnar tað verri í Norðurkanada nú enn fyrr, og tá regnið frystir til ís, hava reinsdjórini ilt við at fáa ta neyðugu føðina. Trolari tikin Leygardagin tók norska sjóverjuskipið "Stålbas" ein polskan trolara fyri ólógligan fiskiskap 25 fjórðingar norðan fyri Bjarnoynna. Í einum vanligum eftirliti fóru menn frá norska skipinum umborð at kanna veiðu og reiðskap hjá trolaranum "Polonus", og kanningin vísti, at trolarin hevði alt ov nógvan ungfisk í lastini. Sjóverjuskipið gav tí trolaranum boð um at fylgja við inn til Tromsø, og har varð málið latið løgregluni í dag. Í morgun stevndi Norröna á sína fyrstu almennu ferð á hesum sinni úr Føroyum til Scrabster í Skotlandi Ferðing Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Smyril Line hevur bjóðað ymiskum umboðum við á hesa fyrstu ferðina, og soleiðis er Sosialurin eisini bjóðaður við og er umboð­ aður. Sambært ferðaætlanini loysti Norröna í Havn klokk­ an 08.30 í morgun og verður í Scrabster í kvøld klokkan 20.30. Loyst verður aftur í Scrab­ ster klokkan 22 við kós móti Bergen, haðani skipið kemur klokkan 16 í morg­ in. Í Bergen verður loyst aft­ ur klokkan 19 – ella tríggjar tímar eftir komuna, og sið­ an er skipið aftur á Havnini mikudagin klokkan 15. Meðan Norröna liggur við bryggju í Scrabster á hesum fyrsta túrinum, verð­ ur móttøka hildin á nýggja Weigt Inn hotellinum í Thur­ so. Við móttøkuna verða al­ menn umboð fyri Skotland og umboð fyri skotskar tíð­ indastovur. Kendur staður Scrabster er ikki ókend havn fyri føroyingar, tvørtur ímóti. Fyrst sigldi Smyril og seinni gamla Norröna til Scrabster, og mangur føroy­ skur fiskimaður hevur eisi­ ni verið á hesum plássi við fiski. Siglitíðin úr Føroyum er bert 12 tímar, og komin til Skotlands hava skotar nógv ymisk tilboð, bæði til vak­ sin og børn. Á heimasíðuni hjá Smyril Line lesa vit, at í Skotlandi kanst tú njóta frálíkar frítíð­ ardeplar við vøkrum hvítum sandstrondum, matstovum, stórum spæliplássum og svimjihyljum. Tú kanst eisi­ ni njóta frálíkar mentanar­ og náttúruupplivingar og síggja gomul slott og søgu­ ligar bygningar. ­ Prísstøðið er lágt, og skotar eru tiltiknir blíðir, sigur Smyril Line. Ferð og gisting Smyril Line er til reiðar at kunna teg sum ferðamann um teir møguleikar, sum eru í Skotlandi, og felagið selir eisini ferðir við gist­ ing. Ein av fleiri møguleikum er frítíðardepilin í Nairn, ein annar er frítíðardepilin Granni’es í Dornoch. ­ Her finst alt, sum ynsk­ ist til eina familjuferð, snjó­ hvít sandstrond, sum er ein sannur fongur fyri børnini, svimjihylur, spælipláss, handlar, matstovur ­ og pubbir. Tað tekur bert fáar tímar at koyra til deplarnar í Nairn og Dornoch. Verður ferðast í egnum bili í Skotlandi, hava fólk frælsi til sjálvi at ráða, hvag­ ar tey fara, og hvussu leingi tey steðga. Smyril Line hevur eisini hugskot um, hvussu tú á eini rundferð kanst ferðast í egnum bili og síggja ein heilan hóp í Skotlandi. Í sínari tíð, tá Norröna sigldi upp á Scrabster, settu býarnøvnini, Thurso og gamli fiskivinnubýurin Wick, seg fast í minnið. Nú hevur Smyril Line so latið uppaftur fyri møguleik­ anum at vitja aftur um hesar leiðir. Loch Ness Eitt av kendu støðunum í norðara parti av Skotlandi, er býurin Inverness, ið hev­ ur alt, sum einum stórbýi hoyrir til ­ og ikki minst hitt tiltikna forndjórið, sum skal vera í Loch Ness vatninum. Nógv gomul og søgulig slott og bygningar eru eisini at síggja í Skotlandi. Tey, sum kundu hugsað sær eina Skotlandsferð í summar, kunnu altíð hyggja inn á heimasíðuna hjá Smyr­ il Line www.smyrilline.fo, har kunnað verður um ymiskar ferðir, møguleikar og tilboð. Norröna við kós móti Skotlandi Ferðamøguleikarnir í Skotlandi eru nógvir, og ikki minst frítíðardeplarnir í Nairn og Dornoch eru áhugaverdir til familjuferðir Siglingin hjá Norrønu úr Føroyum til Skotlands er aftur veruleiki – og í morgun fór ferðamannaskipið á sína fyrstu almennu ferð hagar Mynd: Jens K. Vang