mánadagur 18. juni 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 114 - 18. juni 2007
Friðarlig tjóðhátíð
Íslendingar hátíðarhildu í gjár, 17. juni, tann árliga
tjóðardagin við einum hópi av tiltøkum kring landið. Tey
størstu tiltøkini vóru sum vera man í Reykjavík, og
sambært Morgunblaðnum vóru millum 20.000 og 30.000
fólk í miðbýnum har, tá tað almenna hátíðarhaldið endaði
í gjárkvøldið. Kortini var hátíðarhaldið friðarligt.
Løgreglumenn gingu millum fólkið alla tíðina, men
sambært Morgunblaðnum høvdu teir lítið at takast við.
Clinton vann 60 mió í fjør
Nýggj tøl vísa, at 2006 var eitt sera gott fíggjarár hjá fyrr
verandi amerikanska forsetanum Bill Clinton. Síðani
hann fór úr Hvítu Húsunum, hevur hann livað av at halda
fyrilestrar. Og ikki kann sigast annað enn, at hetta er ein
gevandi vinnuvegur hjá honum. Mett verður, at Clinton
higartil hevur forvunnið umleið 230 milliónir fyri fyriles
travirksemið sítt. Tølini stava frá fíggjarligari uppgerð
yvir privatu viðurskiftini hjá Hillary Clinton, og gevur
hon eisini innlit í fíggjarviðurskiftini hjá manni hennara,
sigur Wall Street Journal.
Stjórin í Landsverk
sigur, at enn er ongin
avgerð tikin um at
longja portalin í
Hovstunlinum, men
verður tað gjørt, er
onki løgið í tí
Hovstunnilin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Verða broytingar gjørdar í
Hovstunlinum, er tað onki
løgið í tí.
Oyvindur Brimnes, stjóri
á Landsverki, heldur ikki,
at nakað atfinningarsamt er
í tí, at tað nú kemur upp á
tal at longja portalin í Hovs
tunlinum nakrar metrar.
Í hinari greinini her á síð
uni, sæst, at tunnilsfólkið
hjá Ístaki halda tað vera
meiri enn løgið, at tað
knappliga nú, tunnilin er
um at vera liðugur, skal stin
ga seg upp at portalurin
skal longjast, tí tað fer at
seinka upplatingini einar
tríggjar mánaðir.
Hetta kundi langt síðani
verið gjørt, leggja tey aftur
at.
Men stjórin á Landsverki
heldur nakað annað.
Fyri tað fyrsta leggur
hann dent á, at enn er ongin
avgerð tikin um at portalurin
skal longjast.
Tað einasta, sum er hent,
er, at vit hava spurt okkum
fyri, hvat tað fer at kosta at
longja portalin og, hvussu
langa tíð, tað tekur.
Og fyri tað annað sigur
hann, at verður portalurin
longdur, er onki løgið í tí.
Í eini bygging henda til
lagingar og broytingar alla
tíðina og tað er onki undar
ligt.
Hann heldur, at hetta er
ein slík tillaging.
Oyvindur Brimnes vísir
eisini á, at tað er ikki átrok
andi neyðugt at longja port
alin.
Men hann ásannar eisini,
at tað hevði verið best at
hann varð longdur fyri at
sleppa undan at tað ríður
oman á vegin, tí fjallið er
nakað bratt omanfyri.
Men nú er langt síðani, at
at portalurin var stoyptur.
Skal hann longjast, hví er
tað so ikki langt síðani
gjørt, so at tað ikki seinkar
upplatingini?
Men tað dugir Landsverk
ikki at svara upp á. Men
hann endurtekur, at hann
metir at hatta er ein tillag
ing, sum altíð henda í eini
bygging, so hvørt sum tað
líður fram á.
Tað eru nógvar aðrar til
lagingar hendar í Hovstun
linum, so tað er onki undar
ligt í tí.
Annars staðfestir hann
eisini, at hetta kemur ikki at
seinkað upplatingini nak
að.
Fyri tað fyrsta, tekur tað
ikki tríggjar mánaðir at
longja portalin. Tað er held
ur ikki neyðugt at grava
asfaltið uppaftur.
Fyri tað annað, hevur
Landsverk altíð arbeitt við
eini tíðarætlan, sum sigur,
at tunnilin skal takast í
brúk við árslok og tað fer at
halda.
Helst verður tunnilin lið
ugur nakað væl fyri tað, so
tíðarætlanin heldur.
Annars kann viðmerkjast
at á heimasíðuni hjá Lands
verk stendur, at tunnilin
skal takast í nýtslu í sum
mar.
Vandi er fyri, at
Hovstunnilin verður
nógv seinkaður, tí nú
umhugsar Landsverk
at broyta tunnilsmun
nan
Hovstunnilin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hetta var sum at fáa nevan
framman á.
Arbeiðsmenninir, sum í
løtuni eru í ferð við at legg
ja síðstu hon á arbeiðið at
gera Hovstunnilin lidnan,
eru rættiliga ørkymlaðir.
Orsøkin er, at nú tunnilin
er um at verða liðugur, hev
ur Landsverk boðað frá, at
tað kanska verður neyðugt
at stoypa upp í portalurin í
tunnilismunnan
norðaru
megin, so at hann verður
1020 metrar longri.
Stjórin hjá Ístaki í Føroy
um, hevur ongar viðmerk
ingar til málið yvirhøvur, tí
hann sigur, at tað er Lands
verk, sum umsitur arbeiðið.
Men frá arbeiðsfólki í tun
linum vita vit, at fríggjadag
in á miðdegi kunnaði leiðs
lan í Ístaki arbeiðsfólkið
um, at 1020 metrar skulu
stoypast upp í tann norðara
portalin.
Mett verður at hetta fer at
seinka tunlinum út ímóti
trimum mánaðum.
Hetta kemur sera dátt
við hjá okkum, tí eftir innan
hýsis arbeiðsætlanini hjá
Ístaki, var ætlanin at tunnil
in skuldi takast í nýtslu tann
15. juli.
Tað er um ein knappan
mánað.
Men skal portalurin stoyp
ast longri, verður upplating
in seinkað einar tríggjar
mánaðir.
Hjá Ístaki eru tey annars
liðug í norðara enda á tun
linum. Men skal portalurin
stoypast longri, skal hann
hava eitt fundament at stan
da á og tí verður neyðugt at
taka asfaltið og kaðalar upp
aftur, fáa vit at vita frá fólki,
sum hevur við tunnilin at
gera.
Samstundis skal forskall
ingin setast upp av nýggjum
og bara tað er ikki løtuverk,
serliga tá ið hugsað verður
um, at tey annars hildu seg
vera liðug við forskallingina
og at hon sostatt liggur nið
urpakkað í Hovi.
Arbeiðsfólkið í tunlinum
heldur tað verða ógvuliga
løgið, at hetta skal stinga
seg upp nú. Tí tað er langt
síðani, at portalurin varð
gjørdur.
Tá ið Portalurin varð
gjørdur, skuldi hann verða
eina ávísa longd. Men av tí,
at tilfarið í fjallinum var so
vánaligt, varð neyðugt at
flyta hann longur inn í fjall
ið. Men av tí sama kemur
hann ov stutt út úr tunnils
munnanum og tí er nú upp
á tal at stoypa hann longri.
Men tey halda, at hetta
kundi langt síðani verið
gjørt so at tað slapst undan,
at tað seinkaði upplating
ini.
Hetta er eitt ógvuliga
stórt bakkast fyri allar suð
uroyingar, sum høvdu glett
seg til at sleppa at koyra
ígjøgnum tunnilin um ein
mánað.
Nú mugu teir brynja seg
við toli í einar tríggjar mán
aðir afturat, verður sagt inni
úr fjallinum ímillum Øravík
og Hov.
Hovstunnil helst seinkaður
Eftir arbeiðsætlanini hjá
Ístaki, skuldi Hovastunnilin
tast í brúk tann 15. juli. Men
nú umhugsar Landaverk at
longja portalin við norðara
tunnilsmunnan skal longjast
10-20 metrar. Nógv halda, at
tað er løgið, at Landsverk skal
vera komin í tankar um tað
nú, tí tað er langt síðani, at
portalurin varð stoyptur
Landsverk: Slíkt hendir alla tíðina