mánadagur 18. juni 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 114 - 18. juni 2007
Tú skalt hava nakað
uppá hjarta, og seta
tær nøkur politisk
mál. Og so skalt tú
hava ein brennandi
vilja til at fáa málini
ígjøgnum. Hetta
var niðurstøðan á
kvinnufundi hjá
Fólkaflokkinum
leygardagin
Politikkur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Seinnapartin
leygardagin
skipaði Fólkaflokkurin fyri
tiltaki, har tær báðar Henri
ette Kjær og Pia Christmas
Møller úr Konservativa Fól
kaflokkinum í Danmark
greiddu frá, hvussu tær
hava borið seg at við at
koma fram í politikki.
Tú mást fyrst og fremst
hava ein sterkan vilja um at
arbeiða við tínum egna poli
tikki. Tí er eisini alneyðugt,
at tú setir tær nøkur mál,
sum tú so fylgir, sigur Rúna
Sivertsen, tá hon verður
spurd, hvat hon ítøkiliga
fekk burtur úr fundinum.
Eisini sigur hon, at tað enn
einaferð varð staðfest, at
endamálið er ikki at troka
menninir av rókini, men at
koma inn og fáa títt egna
ígjøgnum.
Sum hon hevur sagt fyrr,
so halda kvinnur ofta, at
tær skulu vita alt um alt,
fyri at bjóða seg fram.
Men tað skalt tú als ik
ki. Tú skalt fylgja við og
vita eitt sindur um alt. Og
so skalt tú savna teg um
ávís hjartamál, sum tú fert í
dýpdina við, sigur Rúna
Sivertsen, sum serliga helt
tað vera spennandi at hoyra
Pia ChristmasMøller, tí
hon fortelur á ein sera dyn
amiskan og livandi hátt.
Bjóða teg fram
Eitt nú greiddi hon frá, at
málið hevur onki við menn
at gera. Málið er at koma
inn og at fáa sítt ígjøgnum.
Ein og hvør broyting fer
fram millum oyruni. Tú
mást seta tær eitt ávíst mál
og brenna fyri tí. Kvinnur
bíða ofta til onnur fáa eyga
á tær. Men tað nyttar onki
at goyma seg. Vilt tú fram,
so mást tú eisini bjóða teg
fram, segði Pia Christmas
Møller.
Bæði
Henriette
Kjær og Pia Christmas
Møller eru uppvaksnar í
politiskum
heimum,
og
gjørdust politiskt virknar
longu sum blaðungar.
Rúna Sivertsen sigur, at
tær báðar hava ikki skapað
sær nakað beinleiðis net
verk, sum stuðlar upp undir
politisku karrieruna. Men
at hetta er tilvitað, tí tær vil
ja heldur nýta orkuna hei
ma.
Óvissa um uppstilling
Eini 30 fólk møttu til fund
in, sum var á Hotel Tórs
havn. Harímillum vóru eisi
ni nakrir menn.
Ongin ivi er um, at vit
hava fleiri dugnaligar kvinn
ur í fólkaflokkinum. Men
eg veit ikki, um tær eisini
hava hug at stilla upp, sigur
Rúna Sivertsen, sum enn
ikki hevur tikið støðu til,
um hon sjálv stillar upp til
komandi valg.
Tú mást vilja politikkin
- Ein og hvør broyting fer fram millum oyruni. Tú mást seta tær eitt ávíst mál og brenna fyri tí. Kvinnur bíða ofta til onnur fáa
eyga á tær. Men tað nyttar onki at goyma seg. Vilt tú fram, so mást tú eisini bjóða teg fram, segði Pia Christmas-Møller
Mynd: Regin W. Dalsgaard
Eini 30 fólk møttu til fundin,
sum var á Hotel Tórshavn.
Harímillum vóru eisini
nakrir menn
Mynd: Regin W. Dalsgaard
Óbroyttur laksafiskiskapur
Við støði í vánaligu støðuni, sum laksastovnarnir sum heild
eru í, varð samtykt ikki at áseta nakra kvotu fyri føroyskan
sjógv, tá 24. ársfundurin hjá NASCO var á skránni fyrst í juni.
Men taka føroyskir myndugleikar avgerð um at loyva
fiskiskapi í føroyskum sjógvi, skulu Føroyar boða NASCO frá
hesi avgerð, so NASCO fær møguleika at viðgera føroysku
avgerðina í skundi, sigur Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi.
Føroyar átalaðu, at onnur lond framhaldandi loyva
laksafiskiskapi í árum, sum eru illa fyri, samstundis sum
somu lond arbeiða ímóti laksafiskiskapi í føroyskum sjógvi.
Abbin og úlvarnir
Kendi svenski rithøvundurin, Per Olov Enquist, hevur
skrivað eina barnabók, sum hann av fyrstan tíð als ikki
ætlaði skuldi verða útgivin. Tá ið bókin kom út í Svøríki,
segði hann í samrøðu við svenska Aftonbladet, at bókin í
grundini var ein jólagáva. Hon var skrivað um
upplivingarnar um summarið og prentað í fýra eintøkum,
og ætlanin var at geva abbabørnunum hvør sína í
jólagávu. Bókin er um Minu, sum altíð er so bangin, tá
hon vaknar, tí hon droymir um eina óhugnaliga
krokodillu. Abbin sigur, at hon má gera okkurt passaliga
vandamikið fyri at vinna á ræðsluni, og tí fara øll
abbabørnini saman við abbanum eina rannsóknarferð.
Svenskir
fjølmiðlar
flest
kvinnur
Onga aðrastaðni í
heiminum eru so
nógvar kvinnuligar
keldur í miðlunum
enn í Svøríki
Javnstøða
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Sagt verður, at altjóða mið
altalið á kvinnuligum keld
um á bløðum, útvarpi og
sjónvarpi er 20 prosent,
men í Svøríki er hetta miðal
talið 30 prosent.
Hetta vísir kanning, sum
Global Media Monitoring
Project hevur gjørt í 71
londum, har kannað var,
hvussu nógvir menn í mun
til kvinnur sleppa framat í
miðlunum. Sostatt liggur
Svøríki á odda í kanningini,
har tríggjar av tíggju keldum
í svenskum blaðgreinum
ella
sjónvarpsinnsløgum
eru kvinnur. Í restini av
heiminum fáa bert tvær
kvinnur orðið, hvørja ferð
átta menn sleppa framat í
fjølmiðlunum.
Um hugt verður eftir
heimspørtunum liggur Norð
uramerika klárt á odda,
meðan Europa liggur í mið
juni, og Miðeystur er í bot
ni. Danmark hevur ikki ver
ið við í kanningini, men ein
kanning av donskum mið
lum fyri stuttum vísti, at
danska kvinnuumboðanin í
miðlunum líkist altjóða mið
altalinum.
GöteborgsPosten
(GP)
var eitt av bløðunum í kann
ingini. Har stigur blaðstjórin
Jonathan Falck, at GP ætlar
at vera fremst í Svøríki, tá
tað umræður um at lýsa
bæði menn og kvinnur.
Tað er alt ov lætt at ring
ja til ein mannligan serfrøð
ing av dovinskapi, bara tí
hann er spurdur fyrr, sigur
Falck. GP hevur sett eitt
fólk, sum burturav skal kan
na javnstøðuna, og hvønn
dag mátar kvinnu og mans
umboðanina í tekstum og
myndum.
Hetta
økir
avgjørt um tilvitanina um
kynsligu
umboðanina,
heldur Falck.