mánadagur 18. juni 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 114 - 18. juni 2007
Saman við tveimum
øðrum hava Lang
gaard brøðurnir úr
Leirvík keypt ein
stuttleikabát úr Pól
landi, sum teir ætla at
nýta til ferðavinnu
endamál. At báturin
er væl egnaður, er
eingin ivi um
FERÐAVINNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hann sær gott út.
Og hann er eisini góður í
allar mátar. Pearl eitur hann,
og hann er ætlaður at sigla
við ferðafólki. Og hann er
sum skaptur til tað, tí hann
er snøggur, væl innrættaður
og siglir 35 míl við mestu
ferð.
Vit vóru øll við. Starvs
fólkini á Sosialinum. Skul
du til housewarming í Leir
vík. Ferðin gekk væl, løgdu
at inni á Toftum eftir tveim
um starvsfólkum, og løgdu
síðani leiðina norðureftir.
Veðrið var av tí besta,
men av tí, at báturin gekk
so skjótt, trampaði eitt
sindur við hvørt, og tað
dámdi ikki øllum. Men
súpanin kom væl við, og
tað
bøtti
munandi
um
lagið.
Pearl, sum er 44 føtur
langur, bar seg ógvulia væl,
og eingin trupulleiki er at
liggja
nátt
umborð,
tí
báturin hevur ikki færri enn
trý
kømur
við
dupultkoyggjum.
Ella
kahúttir, sum tað eitur.
Komnir til Leirvíkar stóð
Snoddi, reportagubussurin
hjá Sosialinum, fyri okkum.
Tað var – sum vera man –
Snorri og Jens Kristian,
sum vóru á ferð, og so
fraktaðu teir okkum onnur
niðan í bowlinghøllina í
Leirvík, har næstu tveir
tímarnir gingu.
Synd er at siga, at øll rak
tu líka væl hesar keylurnar.
Ofta og títt endaði kúlan í
rennuni, men tað var kanska
ikki annað væntandi, og lag
ið gjørdist í hvussu er ikki
verri av tí. So høgt gongur
eingin upp í tað.
Hvør vann stendur eitt sind
ur »hen í tað óvissa«, men
eingin helt seg tapa, og so er
væl einki betri enn tað.
Leiðin gekk síðani niðan
í nýggju húsini hjá Gudny
Langgaard og familju henn
ara, har borðreitt var við
alskyns mati, føroyskum
eins væl og útlendskum.
Lagið var gott, hýrurin góð
ur og prátið gekk av tí allar
besta. Og øll vóru samd
um, at í Leirvík er gott at
vera – eisini um LÌF kanska
hevur sæð betri dagar.
Reint marglæti
Pearl eitur snøggi báturin, sum
leirvíkingarnir hava keypt.
Her avmyndaður í Nólsoy, tá
undirritaði varð avheintaður
Her okkara egni Rólant, sum roynir seg við bowlingkúluni.
Stjórin sjálvur er eisini til reiðar at gera sítt besta
Jón Tórur kann annað enn at bróta Sosialin um. Stílurin finst
ikki betri, men um hann vann, er ein onnur søga. Til høgru
Gudny Langgaard, ið er systir til tríggjar av eigarunum og sum
var vertur fyri túrinum
Príshækking á kopiheilivági
Framleiðararnir av kopiheilivági hava nýtt várið til at hækka
prísirnar munandi innan fleiri sjúkur. Millum annað er prísurin
á heilivági móti ov høgum blóðtrýsti, ov høgum kolesteroli og
móti magasári farin nógv upp. Hetta merkir, at útreiðslurnar hjá
bæði tí almenna og hjá sjúklingunum fara upp.
Príshækkingarnar hjá framleiðarunum standa í andsøgn við
prísavtaluni, sum limirnir há Lif hava við innanríkis og
sunnheitsministaran í Danmark, Lars Løkke Rasmussen.
Hendan avtalan heldur písunum á ektaðum heilivági í stað.
Summardáar
Heine Hestoy er ein av teimum fáu í Føroyum, sum hevur
skrivað ungdómsbøkur. Bókin Summardáar kom út á fyrsta
sinni í 1995 og hevur leingi verið útseld. Hóast tólv ár eru
liðin, síðani bókin kom út, hevur hon verið nógv lisin, serliga í
skúlunum. Tí hevur Bókadeildin gjørt av at geva hana út aftur.
Søgan er um kærleika og sjalusi, og um hvussu nógv alt kann
broytast, tá ið tú hevur verið leingi til skips og følir teg
fremmandan, tá tú kemur heim. Heine Hestoy, sum sjálvur
hevur siglt, síðan hann var blaðungur, dugir væl at lýsa lívið
umborð á báti, og hvussu tað er at vera ungur og óroyndur
millum vaksnar menn.