mánadagur 18. juni 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 - 18. juni 2007
Sunndagin kom
Roc Amadour á Vág
og túrurin gjørdist
søguligur, tí kokkurin
Martin Gunnarstein
hevði gjørt av, at hetta
skuldi verða seinasti
túrur hansara,
eftir at hann hevur
siglt síðani 1947.
Hinvegin høvdu tveir
smádreingir hendan
túrin sín fyrsta túr
Sjólív
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tá Roc Amadour kom á
Vág sunnudagin, hevði 74
ára gamli kokkurin Martin
Gunnarstein gjørt av, at nú
fór hann í land og hetta varð
hansara seinasti túrur.
Hann hevur verið 60 ár á
sjónum og tað eru tey sum
halda, at hann er elsti sjó
maður, sum er mynstraður
við føroyskum skipi.
Tað var í 1947, at Martin
fór sín fyrsta túr. Hann fór
tá við Leiti úr Klaksvík.
Martin
Gunnarstein
verður 75 ár tann 25. juli.
Eg eri ongantíð givin at
sigla og tað longsta eg havi
verið í landi, er á leið ein
mánaði. Eg sá ikki dóttur
mína, fyrr enn hon var 8
mánaðir. Soleiðis vóru treyt
irnar
tá,
sigur
Martin
Gunnarstein.
Roynt tað mesta
Martin sigldi í 25 ár í
danska flotanum. Hann hev
ur roynt eitt sindur av
hvørjum.
Eg lá í Golfinum, tá
kríggj var millum Iran og
Irak fyrst í nítiárunum. Tað
vóru ikki altíð sólskinsløtur
við supply og bjargingar
bátunum. Vit máttu út, tá
onnur komu inn og so at
síggja, tá eldur var í stóru
tangaskipunum..., minnist
Martin á.
Hann var eisini við, tá
fyrsti oljuboriplattformurin
var førdur í Norðsjógvin.
Tað var í 1972, haldi eg.
Vit sleipaðu oljuboriplatt
formin, ið kallaðist Britania,
út í Norðsjógvin. Vit vóru
fleiri bátar um sleipið, greið
ir Martin frá, meðan vit fáa
ein kaffimunn í messuni
umborð á Roc Amadour.
Martin var t.d. eisini við
Nýborg, tá Nýuborg royndi
eftir sild í Afrika síðst í
áttatiárunum.
Tá var Svenning Borg
stýrimaður og Henrik Old
skipari,
sigur
Martin
Gunnarstein.
Hugsað longi
um at gevast
Menn fara í land av Roc
Amadour og fleiri heilsa
Martini og takka fyri tíðina,
nú Martin kann kalla seg
uppilagstan sjómann.
Eg havi hugsað longi um
at gevast. Skal eg vera
saman við konuni, so skal
tað vera nú, smálær Martin,
meðan tveir ungir smá
dreingir koma at lurta.
Kjartin Kjærbæk, 13 ár,
og Jóannes Rein Magnason,
10 ár, hava báðir verið sín
fyrsta túr við pápum sínum
og teir hava trivist avbera
væl umborð á Roc Ama
dour.
Soleiðis gjørdist hesin
túrurin søguligur. Martin
Gunnarstein fór í land 75
ára gamal, eftir 60 ár á
sjónum, og teir ungu kundu
fegnast um sín fyrsta túr.
Í land eftir 60 ár á sjónum
17
nøvn
– Eg havi leingi hugsa um at gevast. Skal eg vwera saman við konuni, so skal tað vera nú, sigur Martin Gunnarstein
Kjartan Kjærbæk, 13 ár og Jóannes Rein Magnason, 10 ár, vóru sín fyrsta túr meðan Martin Gunnarstein hevði sín síðsta túr eftir
60 ár á sjónum