Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 114 - 18. juni 2007 Tann sum stendur aftanfyri virk­ inum á Malta í Hirtshals er fyrst og fremst Levi Joensen úr Klaks­ vík. Levi er av eini rættiligari fiski­ mannaætt. Pápi hansara, Dávur í Gerðum, var ein av okkara fremstu skiparum í síni tíð. Hann var millum annað skipari á Ernestinu og seinni á Skálanes. Ein beiggi hansara var Jógvan F. Kjølbro. Sjálvur gjørdist Levi eins og fleiri av hansara beiggjum fiski­ maður og seinni skipari. Levi sigldi í 36 ár. Hann fór 14 ára gamal til skips í 1947 við Draga­ berg. Hann var seinni við Skálanes saman við pápa sínum. Levi var ein av teimum, sum tíð­ liga fór at royna kraftblokkaveið­ una, og hevði hann Klett árini 1964­68. Tað, sum kom at ávirka hansara lívsleið var, tá hann sein­ ast í 1970­unum kom at sigla við kraftblokkaskipum út frá Hirtshals. Her sá hann, at føroysk skip og donsk skip við nógvum føroying­ um umborð komu inn til Hirtshals, og manningin hevði onga rættuliga staðni at fara, meðan skipið lá inni. Skilið var kanska stundum hareftir. Hetta førdi til, at Levi fyri júst 25 árum síðani byrjaði at halda kristilig møti í Hirtshals. Tørvurin varð tá ávístur, og í 1984 varð skip­ að fyri at keypa húsini, sum blivu til Malta, og blivu tey miðstøð fyri arbeiðið millum fiskimenn. Sam­ stundis fluttu Levi og Gretha niður at standa fyri arbeiðinum. Her var fyrst og fremst lagdur dentur á at útvega okkara fiskimonnum eitt friðskjól, tá teir vóru í landi. Malta hevur eisini havt stóran týdning fyri føroyingar á leiðini. Tað búgva nógvir føroyingar í Hirsthals og har á leiðini, og tað hevur eisini havt týdning fyri teir at hava eina slíka »sendistovu«, tá nakað er áfatt. Tað er heldur ikki smávegis av stórum og smærri málum, sum Levi hevur kunnað greitt fyri sínar landsmenn. Gretha er ættað úr Fuglafirði, dóttir Poul Nolsøe. Hon eigur ikki minstu tøkkina. Eitt slíkt arbeiði kann ikki gerast, um ikki ein kvinna stendur aftanfyri. Hon hev­ ur eisini verið við til at gera Malta til eitt rættiligt heim, har fiskimenn og onnur hava kent seg vælkomin. Tað er eingin ivi um, at sjómenn virðismeta slík ósjálvsøkin arbeiði, sum verða gjørd fyri teir av ymiskum sjómansmissiónum. Teir vita, at uttan mun til rákið í samfelagnum, so eiga teir altíð her ein stuðul í sínum arbeiði. Tað hevur stóran týdning, at hava støð, har teir vita, at teir altíð kunnu venda sær. Tí ynskja vit Grethu og Levi og annars øllum, sum standa aftanfyri hetta arbeiði, tillukku við teimum 25 árunum við ynski um góðan byrð framyvir. Í sambandi við at 25 ár eru liðin síðan fyrsti fundurin, sum serliga var ætlaður sjómonnum og øðrum, varð hildin á Cosmos Trawl í Hirts­ hals, verður ein serlig fundarrøð á Malta, sum byrjar hósdagin 21. juni og síðan hvønn hósdag til og við hósdagin 26. juli kl. 19.30. Frá 3. til 5. august verður ein onnur fundar­ røð á Motel Nordsøen í Hirtshals, har m.a. sangbólkurin Vitin úr Betesda í Klaksvík syngur. ó. Virkin í Hirtshals í 25 ár Levi og Gretha við tveimum langabba- og langommubørnum Malta í Hirtshals nøvn Mynd í sambandi við framsýningin av millum­ og realskúlanæmingum hjá Jórunn Dánjalsdóttir, sum verður um ólavsøkumundið. Á hesi myndini er 3. millumskúla­ flokkur í 1956. Aftasta rað f.v.: Elin Holm (g. Stórá), Estrid Andreasen (g. Guttesen), Karen Stærmose, Gunnvør Christiansen (g. Vestergaard), Doris Blåsvær (g. Tróndarson) Beinta Háberg (g. Jacobsen) (aftanfyri), Óluva Heine­ sen, Vigga Cohr­Nielsen (nevnd Frk. Cohr) (lærarinna), Johanna Margretha Matras (g. í Buð), Johanna Hammer (g. Garðshorn), Ketty Hansen, Jens Petur Mikkelsen (nevndur C.B.) og Hans Andr. Joensen Fremra rað f.v.: Ragna á Dul (g. Jacobsen) Jákup Dahl, Rasmus Nonne­ gaard Pedersen, Tummas Arge (Tommy) Christian Christiansen, Mortan Dals­ gaard, Jákup Jacobsen, Rógvi Holm, Kjartan Dalsgaard, Gunnar Ihlen, Magn­ us Danielsen og Símun Askham. Símun er búsitandi í Nýsælandi, men er heima í Føroyum í hesum døgum. Kristin Djurhuus (g. Thomsen) vantar á myndini, tí hon tók hesa myndina. Um onkur eigur real­ og millum­ skúlamyndir til framsýningina, ber til at lata tær til Jórunn Dánialsdóttir. Adressan er Sílagøta 3, FO­100 Tórs­ havn. Tel. 316024 ella 226024. Myndirnar kunnu eisini latast inn ”navnmerktar” í Wrangler Shop í N. Finsensgøtu 23 (tel. 314710). Myndaeigari: Óluva Heinesen Millumskúlaflokkur í 1956 – Færøernes Mellem- og Realskole