Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 18. juni 2007 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Aage Heinesen, ættaður úr Bø, búsitandi í Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 16. juni, 86 ára gamal. Bønarhald verður í Vesturkirkjuni í kvøld klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni týsdagin klokkan 14. Sam Høgnesen fer til gravar úr Elduvíkar kirkju mikudagin kl. 14.30. Sungið verður úr sálma­ bókini. Andlát og jarðarferðir Fríggjadagin í farnu viku fylti Vagn Erik Michelsen pápabeiggi 80 ár. Vagn Erik er sonur Hans Jacob Michelsen 1878­1943 og Amandu Michelsen f. Poulsen 1886­1960, bæði vóru úr Havn. Vagn Erik er fødd­ ur og uppvaksin í Tórsgøtu nær Gamla realskúla. Tey vóru seks systkin. Aage 1911­ 1982, Helge 1913­1985, Ejler 1917­ 1998, Hanna (Pitte) 1919­, Poulina (Minna) 1923­1952 og Vagn Erik, sum er føddur í 1927. Hanna, sum er 88 ára gomul býr í Danmark. Eftir at Vagn Erik tók realprógv, fór hann í læru sum telegrafistur á Tele­ grafstøðini í Havn. Burtursæð frá hálvum ári sum telegrafistur umborð á trolara arbeiddi hann alla sína tí á Telegrafstøðini. Í 60 árunum fór Vagn Erik gjøgnum brævskúla at lesa til verkfrøðing. Í sjey ár sat hann um kvøldarnar og roknaði uppgávur og fór síðan til endaliga próvtøku í Svø­ ríki, har hann stóð royndina við topp­ karakteri. Hetta frøddi okkum øll. Í 1955 giftust Vagn Erik og Petra f. Weihe. Vagn Erik og Petra fingu tvey børn. Elin, sum býr í Keypmannahavn og Minna, sum býr á Nykøbing Falster. Petra doyði í 2000. Vagn Erik var bara sjey ára gamal, tá ið mamma hansara brádliga gjørdist sjúk og var ikki før fyri at halda hús. Tá ið hann á ungum árum eisini misti pápan, kom hann at hava serligt til­ knýti til beiggjar sínar, sum allir búðu í Havn. Longu sum smádreingir sóu vit, at teir fýra beiggjarnir vóru meira enn beiggjar, teir vóru eisini hjartansvinir. Vagn Erik hevur altíð givið til kennar, hvussu góður hann var við beiggjarnar, og hvussu sorgin nívdi, tá ið eldru beiggjarnir fullu frá. Yngra ættarliðið hevur notið væl av lívsgleðini og áræðinum, sum Vagn Erik altíð hevur havt. Vagn Erik hevur so sanniliga gingið í mótbrekku, hvat sjúkum viðvíkur. Sjúka mammu í 28 ár, systurin Minna doyði av tuberklum bara 28 ára gomul, dóttirin Minna gjørdist sjúk á ungum árum og konan Petra doyði í 2000 eftir drúgva sjúkra­ legu. Hóast tunga gongd í mótbrekku, hevur Vagn Erik altíð varðveitt lívs­ neistan, ja, hann hevur altíð verið ein fyrimynd hjá okkum yngru. Altíð ver­ ið hollur í ráðum og altíð fúsur at hjálpa, tá ið heitt var á hann. Og tað skal hann hava rós og takk fyri. Ein perla í høvuðsstaðnum Vagn Erik býr nú á Tjarnargarði, og har trívist hann ógvuliga væl. Tá ið vit sótu til borðs á Tjarnargarði fríggja­ dagin í farnu viku og hátíðarhildu 80 ára dagin hjá Vagn Eriki, vóru vit øll samd um, at Tjarnargarður er vorðin ein perla í høvuðsstaðnum. Longu tá ið tú trýnur inn í garðin, kennir tú angan av blómum og merkir trivnaðin. Á Tjarnargarði eru hundur, pappageykur, marsvín, undulatar og kaninir í búri uttanfyri, og hetta eru búfólkini fegin um. Ja, tú hevði bestan hugin at fara til fyristøðukvinnuna og tekna teg á langa bíðilistan. Alt er so væl úr hond­ um greitt, og fólk eru so vinarlig. Toppkarakterur til Tjarnargarð. Góði pápabeiggi. Hjartaliga til lukku við 80 ára degnum, og enn eina­ ferð takk fyri dygga stuðulin, tú veitti okkum, tá ið vit høvdu brúk fyri tær. Vagnur Vagn Erik Michelsen 80 ár 80 ár Týsdagin 19. juni verður Ragnhild Hansen í Klaksvík 80 ár. Hon verður at hitta hjá dóttrini Undir Hálsi 51 kl. 16­21. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu í stóru sorg okkara, tá kæra kona, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Søster Olsen Vestmanna andaðist og var jarðað Tøkk til Una Næs og Marjun Bæl fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar og gravarar, til sangarar og Magna Christiansen fyri vakran sang. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðina og til evið. Tøkk til læknar og sjúkrasystrar á G1, B7 og B8 og kommunulæknar, heimasjúkrasystrar og heimahjálp fyri røktan og umsorgan. Tøkk fyri blómur og kransar og peningagávur til Sunnudagsskúlan. Øllum tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað, takka vit hjartaliga. Familjunnar vegna John, Ivan, Jan Erik og Tordis Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum sum sýndu samkenslu, tá elskaði maður, pápi, verpápi og abbi Theodor Samuelsen Klaksvík andaðist og var jarðaður. Tøkk til Magnus Brahé Jørgensen, prest, fyri vøkur og troystarfull orð í kapellinum og í Christianskirkjuni. Tøkk til Jóhannes Ellingsgaard, sum spældi á orgli í kapellinum. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, og berarar, og tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri heilsanir, uppringingar, vitjanir, blómur og kransar. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Dorthea, Kristian, Karl Martin og Gunnvør við familjum Dagurin 19. juni. Gervasius, deyður umleið ár 300. Gervasius og bróðirin Protasius vórðu tiknir av døgum í Milano. www.sosialurin.fo Lesið -so eru tit við!