Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 114 - 18. juni 2007 tíðindi Eg ætli ikki at leggja meg út í virksemið hjá Fiskimanna­ felagnum í dag. Men Jan Højgaard hevur havt nakrar útmeldingar seinastu tíðina, sum kunnu geva fólki eina skeiva mynd av gongdini í fiskimannafelagnum í míni tíð. Hetta skal ikki standa ósvarað. Longu undan valinum var tað greitt, at Jan visti lítið og einki um tey viðurskifti, sum hann fór til val uppá. Hetta váttaði hann eisini sjálvur tann dagin, hann tók við. Her tykist ikki at vera hend nøkur serlig broyting. Holini í hansara vitan verða fylt við gitingum og ikki minst illgitingum, sum lítið og einki samband hava við veruleikan. Hann sigur millum annað í tíðindum á heimasíðuni Samtak: Óreglusemi er eisini í frítíðarlønini…. Hesum pástandi er púra einki grundarlag fyri. Tað ódámliga í hesum er, at eing­ in veit hvønn henda skuldset­ ingin um óreglusemi er reist ímóti, og kann hon tí eins væl vera móti umsitingini hjá FF, sum hevur eftirlit við hesi skipan. Á heimasíðuni hjá FF kemur Jan Højgaard aftur við meira av somu skuffu. Nú skal hann skaffa fiskimonnum aftur milliardir (!) av krónum, sum fiskimannafelagið hevur latið frá sær til reiðarar undir kreppuni í 90­unum. Millum hetta er ein lækk­ ing í ísfiskalínusáttmálanum frá 45% til 43% fyri skip, sum fingu sær svøvlalínu. Hetta var annars eitt stig, sum var við til at bjarga línu­ flotanum tá. Men tað, sum Jan ikki nevnir, er, at síðan hetta er gjørt, hevur tann sami sáttmáli fingið aðrar ábøtur, sum kosta reiðarum meira enn hesi nevndu 2%, og er hann tí dýrari fyri reiðaran nú enn eftir hesa lækking. Afturat tí kann verða nevnt, at hesin sáttmáli er munandi betri í dag, enn tá eg tók við í FF. Hann er eis­ ini munandi betri enn til dømis tilsvarandi sáttmálar í Íslandi. Tað kann eisini skoytast uppí, at verandi inn­ tøkutrygd, sum FF í míni tíð útvegaði fiskimonnum, kemur júst hesum bólki av fiskimonnum mest til góðar. Nótaskip: FF tryggjaði fiskimonnum møguleika fyri metinntøkur Eitt annað dømi hjá Jan er nótaskipini. Søgan er tann, at upprunaligi sáttmálin fyri tey stóru nótaskipini var 20%. Fyrsta skipið kláraði seg ikki við hesum sáttmála og fór av landinum. Vandi fyri, at tað næsta fór sama veg. Tá hevði tað verið ein spurningur um fleiri slík skip av hesum slag vórðu bygd. Tískil varð sáttmálin gjørdur soleiðis, at hann hevur stuðlað uppundir at tryggja fiskimonnum skip, sum í 2006 góvu upp til kr. 5.000 í dagløn hjá dekkara. Hetta er nógv tann hægsta inntøkan hjá nøkrum bólki av fiskimonnum nakrantíð. Miðaldaglønin á hesum parti av flotanum var fimm daglønir hjá arbeiðara. Samstundis gevur sáttmálin møguleika fyri at byggja størri og betri skip, sum kunnu gera inntøkur og liviumstøðurnar hjá fiski­ monnum enn betri. Men tað sum er fullkom­ liga avgerandi er, at í ver­ andi nótaflota hevur eingin manning mist nakran pro­ sentpart orsakað av sáttmála hjá FF. Heldur er tað hinveg­ in at sáttmálaparturin er upp farin. Umframt sáttmálan sum gevur hesar inntøkur, hava hesir fiskimenn fingið upp til kr. 300.000 í skatta­ lætta takkað verið skattaskip­ anina hjá fiskimonnum, sum neyvan hevur komin uttan FF. Avvreiddi nevndarsess hjá FF til reiðara Tað er so mikið fráliðið síðan formansvalið, at nú má Jan Højgaard metast eftir tí, hann avrikar og ikki tað, hann sigur. Hetta verður vanliga gjørt eftir 100 døg­ um, men nú er ríkiliga tann tíðin farin. Hansara fyrsta avrik var at steðga blaðnum hjá felag­ num og harvið at beina fyri teirri vælvild og virðing, sum blaðið skapti felagnum og fiskimonnum. Stórt sæð einki er komið í staðin, og í dag er eingin, sum kennir støðuna hjá FF til aktuel fiskivinnumál. Ikki eingang til skattaskipanina hjá sjó­ monnum, har Jan Højgaard longu fyrsta dagin skapti iva um støðuna hjá felagnum. Her skal verða greitt frá einum dømi um, hvussu Jan Højgaard verjir áhugamálini hjá FF og fiskimonnum. Hann hevur fleiri ferðir ført fram, at fiskimenn eru ov illa umboðaðir í nevnd­ um, har teirra áhugamál verða viðgjørd. Hetta er rætt, men tað er opinlýst munur millum tað, sum verð­ ur sagt, og tað sum verður gjørt. Fiskaprísir ein týðandi uppgáva hjá FF Tað er óneyðugt at siga, at tað er av størsta týdningi fyri fiskimenn hvønn prís, sum teir fáa fyri veiðuna. Júst hetta hevur verið ein stórur partur av virksemi­ num hjá FF alla mína tíð. FF hevur ligið í oddanum, tá tað hevur snúð seg um at menna fríu prískappingina, so fiskimenn kundu fáa hægsta prís fyri fiskin, og er hetta eisini komið fiski­ monnum til góðar. Síðan fyrst í 90­unum hev­ ur hetta virksemi verið sum ein partur av Fiskamarknaði­ num, har FF frá byrjan av er ein høvuðspartaeigari, og tí eigur ein nevndarlim. Okkara mest ítøkiliga íkast við sjálvan Fiskamarkn­ aðin var umskipanin fyri 2­3 árum síðani, sum innibar, at Fiskamarknaðurin var býttur sundur í tvey feløg. Uppruna­ liga felagið gjørdist landing­ armiðstøð, og saman við ráfiskaseljarafelagnun stovn­ aði upprunafelagið uppboðs­ søluna við 50% luttøku frá hvørjum av pørtunum. Hesir partar velja tríggjar nevndar­ limir hvør. Skipanin innibar, at FF átti ein av teimum trimum nevndarlimunum í uppboðssøluni, sum landing­ armiðstøðin valdi. Harvið kom FF framvegis at hava beinleiðis ávirkan á uppboðs­ søluskipanina, sum er ein sjálvsagdur partur av virk­ inum hjá FF. Alt hetta er ein longri søga, men tað verður viðurkent av pørtunum, at luttøkan hjá FF og mær sjálv­ um í hesi umskipan var eitt diplomatiskt avrik, har tað eydnaðist at fáa frið um upp­ boðssøluna til gagns fyri alla vinnuna. Avreiddi umboðanin hjá fiskimonnum Eg var spurdur og játtaði at halda fram sum nevndarlim­ ur í hesum báðum fyritøk­ um, um áhugi var fyri tí. Tá hevði í hvussu er verið hild­ ið tørn á hesum øki. Hetta gjørdist ikki aktuelt, tí Jan Højgaard vildi sjálvur yvir­ taka hesar nevndarsessir, og tað er sum so einki løgið í tí. Jan verður tískil á aðal­ fundi hjá landingarmiðstøð­ ini valdur í nevndina. Men tá nýggja nevndin skal velja síni trý umboð í nevndina fyri Uppboðssøluna, hendir tað, at Jan Højgaard tekur undir við einum uppskoti um, at FF skal missa sína umboðan, og at eitt reiðara­ umboð skal yvirtaka sessin hjá fiskimonnum, hóast Jan sjálvur var í uppskoti og ann­ ars var sjálvskrivaður sum nevndarlimur. Tískil eru fiskimenn í dag einasti partur í ráfiska­ vinnuni, sum als ikki eru umboðaðir á hesum týdn­ ingarmikla øki. Samstundis hava ráfiskaseljarar, takkað verið Jan Højgaard, nú fing­ ið meirilutan í nevndini. Uppboðssølan er tó so væl undirbygd, at hetta fer ikki at taka grundarlagið undan henni, og tað er avgjørt einki galið við manninum, sum er valdur. Men hetta merkir grund­ leggjandi, at Jan Højgaard hevur skert virkisøkið hjá FF í einum so týðandi spurn­ ingi sum prísáseting av ráfiski við at sleppa eini umboðan, sum Fiskimanna­ felagið annars var sjálvskriv­ að til. Hetta hevði ikki kom­ ið uppá tal, hvør annar ið hevði umboðað FF í hesum máli. Alt hetta talar væl saktans fyri seg sjálvt. Viðmerkingar í sambandi við ráðstevnuna, Framtíðar eldrarøkt, sum Nærverkið skipaði fyri. Nærverkið skipaði herfyri fyri stórari ráðstevnu við heitinum, Framtíðar eldra­ røkt. Heitið á ráðstevnuni var heldur misvísandi, tí fyrilestrarnir, ið vórðu hildn­ ir, bóru als ikki á brá av, at eldri fólki fyrst og fremst tørvar røkt. Heldur áttu vit heilsustarvsfólk at hugsað um, hvussu vit stimbra allar sansir teirra eldru og lata tey vera virkin og sjálvbjargin sum longst. Eden Alterna­ tive verður hesin arbeiða­ háttur nevndur nú. Standa føst í føstum mannagongdum Heilsustarvsfólk vilja ofta vera hjálpsom, tá ið eldri koma á ellisheim ella onnur tílík støð at búgva. Til dømis leggja vit teimum matin upp á borðiskin og skeinkja teim­ um drekka. Vit vaska klæð­ ini og kamarið hjá teimum og so framvegis. Men øll henda hjálpin verður ikki bert veitt, tí vit fegin vilja vera hjálpsom. Serliga á størru ellisheimunum eru fleiri fastar mannagongdir; tildømis tríggjar máltíðir, ið mugu vera etnar, tá ið tær verða settar á borðið. Harum­ framt er ergoterapi, ið eins og føstu mátíðirnar ger, at búfólkini mugu vera har ta løtuna, ið hetta fer fram. Geva vit okkum stundir at lata búfólkini gera sum mest sjálv, tekur tað longri tíð, til tey eru klár. Tá náa tey ikki at vera við í føstu manna­ gongdunum. Flestu heilsu­ starvsfólk hava 4–6 fólk, ið tey skulu fáa á føtur hvønn dag. Tá er ikki torført at ímynda sær, at tað er nógv skjótari, at vit sjálv gera alt tað praktiska arbeiðið, umframt at vit hjálpa meira enn gott er at fáa tey upp, vaskað og latin í klæði. Áðrenn eldri fólk sleppa á ellisheim ella sambýli at búgva, hava nógv teirra havt heimahjálp í fleiri ár. Og longu har byrjar óvirknið. Fyrrapart á degi skulu heilsu­ starvsfólkini inn í ógvuliga mong heim at stuðla fólki við øllum tí, ið hoyrir til tað at koma fram úr seingini. Á middegi skulu tey vitja fleiri fólk og hjálpa teimum at gera døgurðan kláran, og síð­ an er reingerð á skránni. Flestu fólk vita, at tað er nógv skjótari, at heilsustarvs­ fólkið ger alt sjálvt, heldur enn at tað stuðlar brúkara­ num soleiðis, at hann kann vera so sjálvbjargin sum gjørligt og sum longst. Ov sperd til spontanitet Ætlar Nærverkið av álvara, at øll ellisheim skulu vera sum vanlig heim; t.e. at búfólkið á ellisheiminum skal vera við í øllum gerand­ isarbeiðinum, er týdningar­ mikið, at tey eldru eru von at vera so sjálvbjargin, sum heilsan loyvir tí, tá ið tey koma á heimið at búgva. Hetta gerst bert, um starvs­ fólkini í heimarøktini kunnu veita stuðul til persónligt reinføri og alt gerandisar­ beiði heima, heldur enn at gera alt arbeiðið fyri brúkar­ an. Til tess at røkka hesum endamáli krevst útbúgvið heilsustarvsfólk at arbeiða í heimarøktini. Somuleiðis mugu heilsustarvsfólkini hava færri brúkarar at vitja, enn tey hava í dag. Normer­ ingarnar á ellisheimunum mugu hækka, soleiðis at heilsustarvsfólkunum ikki nýtist at brúka alla sína tíð til at røkta tey óhjálpnu. Heldur skulu tey kunna brúka stóran part av síni tíð at gera umstøðurnar hjá búfólkunum so góðar sum gjørligt, so at hesi kunnu vera virkin. Heilsustarvsfólk hava nettupp lært um, hvussu tey kunnu fyribyrgja, at gomul gerast ov óhjálpin. Eden Alternative er ein hátt­ ur at arbeiða. Hesin háttur krevur millum annað sam­ veru og spontanitet, og at tú brúkar løturnar, júst tá ið tær stinga seg upp. Hóast hesin arbeiðsháttur fram um alt krevur hugburðarbroyting bæði í leiðslu og millum starvsfólk, so slepst ikki utt­ anum, at tað er torført at vera spontanur, um tú fyrst skalt vaska tveimum seingj­ arløgstum, og síðan noyðist at geva teimum at eta og drekka fleiri ferðir um dag­ in. Harumframt eru kanska tvey búfólk, ið hóast tey eru hampuliga væl fyri lika­ mliga, eru so minnisveik, at tey eru hjálparleys at kalla. Vantandi virðing? Eg haldi, at fleiri perlur, sum komu undan kavi á ráðstevnuni hjá Nærverki­ num, ikki síggjast aftur á arbeiðsplássunum. Á ráðstevnuni varð dentur lagd­ ur á, at leiðslurnar eiga at vera fyrimynd fyri, hvussu starvsfólkið eigur at arbeiða. Til dømis varð sagt, at vilja leiðslurnar, at starvsfólkini skulu virða búfólkini, mugu leiðslurnar virða starvsfólk­ ini. Gevur leiðslan starvs­ fólkunum umsorgan og ábyrgd, geva starvsfólkini hetta víðari til búfólkini. Vónandi skiltu leiðslurnar júst henda boðskapin. Skal arbeiðið sum heilsu­ starvsfólk gerast lokkandi, krevst, at politikarar viður­ kenna, at tað at arbeiða við fólki er eitt ógvuliga týdning­ armikið starv. Í løtuni eru alt ov fá, ið vilja vera heilsustarvsfólk. Starvið er illa lønt, og tað krevur, at tú skalt arbeiða dag, kvøld og nátt. Somuleiðis mást tú arbeiða um vikuskiftini og halgidagar, tá ið flest onnur hava frí. Umframt at vera likamliga tungt, er arbeiðið aloftast eisini sálarliga slít­ andi; ikki minst, tí at tú alt ov ofta følir, at tú ikki kanst geva tær nóg góðar stundir at vera um tann, ið tú skalt stuðla. Skal samfelagið kunna bjóða gomlum fólki á ellisheimum eina góða tæn­ astu, sum millum annað hev­ ur við sær, at búfólkið fær stimbrað sínar sansir og ver­ ið so virkið sum gjørligt, er týdningarmikið, at nóg nógv vælútbúgvin starvsfólk eru. Fyri at fáa fólk at útbúgva seg og síðan at koma at starv­ ast á eldraøkinum, er týdn­ ingarmikið at starvið verður virðismett í samfelagnum. Við góðum umstøðum og góðari tíð er tað nevniliga ótrúliga gevandi at vera heilsustarvfólk. Uppskot og átøk uttanlands Politikararnir kunnu gera sítt til at stuðla undir hesa víðsjón við til dømis at: 1) Geva heilsustarvsfólki munandi hægri løn (eisini fyri at arbeiða ólagaligar arbeiðstíðir). 2) Játta meiri pening til alt virksemið hjá Nærverkinum, soleiðis at tað verða fleiri starvsfólk at loysa uppgávurnar. 3) Seta munandi upphæddir av til at útbúgva og eftir­ útbúgva heilsustarvsfólk. At enda vil eg fegin nevna tiltøk og skipanir, sum onnur lond hava sett í verk, fyri at fáa fólk at starvast og støðast á almanna­ og heilsuøkinum: 1) Hjá starvsfólkum, ið hava skiftandi arbeiðstíðir, er full vika 35,5 tímar í mun til 40 tímar hjá øðrum. Umframt hetta fáa starvsfólk hampu­ liga góðar viðbøtur fyri at arbeiða um kvøldið, á nátt og sunnu­ og halgidagar. 2) Fyri hvørja náttarvakt fært tú tríggjar frítímar. 3) Starvsfólk eldri enn 55 ár sleppa undan at arbeiða um náttina. 4) Allar vaktir eru 6 tímar (dag, kvøld ella nátt), men starvsfólkið fær løn fyri 8 tímar. 5) Nógvir góðir og aloftast ókeypis møguleikar eru at eftirútbúgva seg. Óli Jacobsen Eftir fimm mánaðir sum FF-formaður: Veit framvegis ikki hvat hann tosar um! Eden Alternative krevur alternativa politiska raðfesting Forkvinna í Almanna- og heilsurøktarafelagnum MaJbritt Mohr