mánadagur 18. juni 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 114 - 18. juni 2007
tíðindi
Eldur í Hoydølum
Seinnapartin fríggja
dagin brann gentu
kostdeildin við
Studentaskúlan í
Hoydølum í grund.
Nógv virði fóru í
eldinum, eisini slíkt,
sum ikki fæst aftur
Eldur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Alarmsentralurin fekk boð
ini um eld í gentukostdeild
ini í Hoydølum fríggjadag
in kl. 15:59. Hetta var eftir,
at fólk í grannalagnum
høvdu varnast royk í øki
num. Bæði sløkkilið og
sjúkrabilar fóru beint á
staðið, har skjótt var greitt,
at bygningurin stóð ikki at
bjarga.
– Tað var púra ógjørligt
at koma inn at sløkkja.
Longu tá vit komu niðan,
vóru báðar trappurnar í
durinum brendar burtur,
sigur
Kartni
Jacobsen,
sløkkiliðsstjóri, við Sosi
alin.
Ongin búði á gentukost
deildini longur, men bygn
ingurin varð nýttur til tón
leikaundirvísing og evning.
Júst í hesum døgum arb
eiddu handverkarar við at
umvæla bygningin. Av tí at
næmingarnir
ganga
til
roynd og próvtøku, var
fólkatómt í økinum.
Bert partvíst
tryggjaður
Meðan sjálvur bygningurin
var tryggjaður fyri fýra
mió. kr., harav ein hálv
mió. kr. er sjálvsábyrgd,
var innbúgvið ikki tryggj
að. Tí noyðist Mentamála
ráðið nú at søkja um eyka
játtan, sum kann dekka
sjálvsábyrgdina og mista
innbúgvið.
Sambært Mikkjal Helms
dal, rektara, eru virði fyri
fleiri hundrað túsund krón
ur farin fyri skeyti, so
tilsamans verður talan um
eitt endurgjald omanfyri
milliónina, sum eykajáttan
má søkjast til.
Av tí at bygningurin
seinastu árini hevur verið
nýttur til lærugreinirnar
tónleik og list, fóru nógv
amboð og tilfar í eldinum.
Millum annað eitt flygul,
tvey nýggj trummusett og
eitt eldri, kontrabassir, el
keybord, eitt rúgvusmikið
nótasavn, violinir, plátu
savn og stereoanlegg.
Í lærugreinini myndlist
fór útgerð, bókasavn og
tilfar fyri skeyti, sum hevði
eitt virði uppá eini 140.000
krónum
Trygging loysti
seg ikki
Orsøkin til, at innbúgvið
ikki var tryggjað, er at
finna í einum rundskrivi
frá Fíggjamálaráðnum, sum
varð sent øllum stovnum
landsins á vetri í 2003. Har
var boðað frá, at allar
tryggingar hjá tí almenna
skuldu endurskoðast, tí
mett var, at ov nógv varð
goldið í tryggingum. So
statt skuldu bygningarnir
tryggjast
móti
stórum
skaða, meðan tryggingar,
sum fevndu um smærri
skaðar skuldu sigast upp.
Harumframt skuldi trygg
ingin ikki fevna um inn
búgv. Mett varð, at endur
gjald fyri smærri skaðar og
innbúgv kundi verða rind
að av tí almenna so hvørt
sum tørvur var á tí.
Fokus á karmarnar
Tað er ikki avgjørt enn, um
bygningurin verður bygdur
upp aftur, men Mikkjal
Helmsdal sigur, at hetta
vónandi kann vera við til at
seta fokus á málið um
karmarnar hjá Studenta
skúlanum sum heild.
– Mánamorgunin skulu
vit á fund við Landsverk
og
Mentamálaráðið
at
finna eina fyribils loysn
fyri hesar báðar læru
greinarnar. Helst verður
list flutt niðan í lækna
húsini, sum hoyra til skúl
an, og so mugu vit finna
pláss fyri tónleiki, kanska í
stóra bygninginum, sigur
Mikkjal Helmsdal.
– Politiski myndugleikin