Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 18. juni 2007 21 tíðindi átti at hugsað alt konseptið í Hoydølum um, nú spurn­ ingurin verður reistur. Helst var rættast at bygt ein nýggjan bygning upp bein­ anvegin, sum kundi hýst hesum lærugreinunum ­ ein modernaðan bygning, sum hóskar til pedagogisku málini í lærugreinunum, sigur Mikkjal Helmsdal. Vánalig trygd Eitt annað, sum rektarin vísir á er, at ein slík hending setir fokus trygdartrupul­ leikarnar á staðnum. – Arbeiðið við at byggja nýggjan veg oman í skúlan hevur ligið stilt í meiri enn eitt ár nú. Kanska vit kundu fingið í gongd ta arbeiðið aftur, sigur Mikkjal Helms­ dal. Hann torir ikki at ímynda sær støðuna, um eldur kom í ein vanligan skúladag, kanska enntá í tí stóra bygninginum, har hundrað­ tals næmingar hava sína dagligu gongd. – Tá standa bilar alla­ staðni, og brandbilar høvdu ikki sloppið vegin fram. Fleiri næmingaavrik Nógv næmingaavrik fóru eisini í eldinum. Millum annað høvdu næmingar, sum skuldu til próvtøku í list nú í vikuni, sett próv­ tøkuframsýning upp við avrikum hetta árið. – Vit samráðast við próv­ dómara og MMR um, hvussu hesir næmingar kortini kunnu verða førdir upp týsdagin og mikudagin. Allir partar eru innstillaðir uppá at næmingarnir ikki skulu svíða fyri eldinum, sigur Mikkjal Helmsdal. Hetta er ikki ein trupulleiki hjá tónleikanæmingunum, sum longu hava verið til próvtøku. – Ein annar stórur missur eru tónleikauppgávur hjá næmingum seinastu 30 árini, og hesar verða helst ógjørligar at fáa aftur, sigur Mikkjal Helmsdal. Søguligur bygningur farin Tað er ein stórur missur, at hesin vakri bygningurin, sum liggur so friðarliga inni millum trøini, nú er brendur burtur, sigur Gunnar Hoydal, fyrrverandi býararkitektur Eldur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tað ein syndarlig sjón at síggja leivdirnar av gamla timburbygninginum, ið nógvir føroyingar hava havt tilknýti til ­ antin tá húsini hýstu gamla sana­ toriið, tá tað seinni var røktarheim, ella tá gentu­ studentar av bygd búðu har. – Ongin ivi er um, at hetta er ein stórur missur. Men vónandi gevur hetta samstundis høvi til at byggja húsini upp aftur í upprunaligum sniði, sigur Gunnar Hoydal. Hann vísir á, at bygn­ ingurin ikki er friðaður, og at vindeygu og aðrar detaljur so við og við eru skift út. Stig varð tikið til at byggja húsini í 1932 í sambandi við plásstrot á Sanatoriinum, ið varð bygt í 1908. Tað var Løg­ tingið, sum lat hann byggja.