mánadagur 18. juni 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 114 - 18. juni 2007
tíðindi
- Dagarnir teir bara
flúgva avstað. Tað vís-
ir seg, at eg havi altíð
nóg mikið at gera,
sigur 76 ára gamli
Havgrímur Nielsen.
Hann býr einsamallur
í einastu sethúsunum
við Toftavatn. Í hes-
um einbýlinum trívist
hann sera væl.
Einabúgvi
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Við Toftavatn:
Bilarnir
fara súsandi framvið í erva.
Her niðri við vatnið hoyrast
teir kortini ikki.
Ljóðmyndin er hinvegin
merkt av teim ljóðum, sum
náttúran sjálv gevur frá sær
– fuglurin, seyðurin og vind
urin.
Í hesum umhvørvinum
fær Havgrímur sín gerandis
dag at ganga, nú aldurin er
vorðin so høgur. Her hevur
hann sítt býli, sín hjall og
sítt seyðahús.
Her er ótrúliga gott at
vera, sigur hann við Sosial
in. Hann hevði neyvan vil
jað býtt um við eitt lív í ein
um stórbýi.
Havgrímur bygdi hesi
húsini í 1965 og seinni eini
onnur hús í Runavík. Eini
slík hús sum hesi við Tofta
vatn hava sjálvandi brúk
fyri viðlíkahaldi við millum
bilum – eisini 42 ár seinni.
Nú veðrið er til vildar, er
løtan komin til tað arbeiðið:
Takið skal málast.
Ikki serskøltur
Her við Toftavatn fær Hav
grímur notið friðin og fugla
lívið. Eitt lív, sum mong
onnur helst munnu øvunda
honum.
Hann hevur langan veg
til næstu grannar sínar. Skal
hann hitta teir, má hann
fara annaðhvørt til Rituvík
ella Runavík. Bil hevur
hann ikki, men ein skutari
er nóg gott flutningstól fyri
hann.
Í fríløtunum lurtar hann
eftir útvarpi, hyggur í sjón
varp og plagar at vera við,
tá javnaldrar hansara hittast
til hugnaløtur í eldrafelag
num Fløvin.
Eg má ansa eftir ikki at
gerast ein serskøltur, sigur
hann við einum brosi.
myndir
Jens Kr. Vang
Orð
Snorri Brend
Toftavatn
Hóast onkur kann
halda, at tað man
vera einsligt hjá Hav-
grími her við vatnið,
so heldur hann sjálv-
ur ikki tað.
náttúran
Snorri Brend
Einaferð hann var til arbeið
is í Noregi hitti hann ein
javnlíka í so máta – ein
mann sum búði einsamallur
langt inni í einum skógi.
Ein dagin fór eg at vitja
hann, og spurdi hann sama
spurning sum tú nú spyrt
meg: Um tað ikki var
einsligt og óinteressant at
búgva soleiðis.
Hann svaraði mær sera
skilagott aftur: »Jú, tað var
kanska eitt sindur einsligt.
Men einbýlið varð ongatíð
so høgt mett, at tað ikki
var vert meiri!«, greiðir
Havgrímur frá.
Ella sum orðatakið sigur:
»Eingin metir einbýli við
tað, tað er vert.«
Hesin maðurin sá fyri
munir við tí, at hann soleið
is slapp undan at lurta eftir
slatri og gitingum frá fólki.
Hann hevði náttúruna, fugl
arnar og kríatúrini rundan
um seg.
Frá teimum fekk hann
nógv størri sannleikar at
vita, enn frá fólki, segði
hann. Tað er nakað um tað,
sum hann segði.
Eg trívist í øllum førum
væl her eg nú eri, sigur
Havgrímur.
Ferføttir veð
urfrøðingar
Eitt dømi um hesar
»sannleikar« eru veðurtíð
indini. Í roynd og veru nýt
ist Havgrími ikki at lurta
eftir útvarpinum.
Tá veðurtíðini koma í
útvarpið, hava fuglarnir og
kríatúrini langt síðani sagt
honum, hvussu veðrið verð
ur: Tá seyðurin liggur høgt,
verður góðveður.
Eg skal annars bara
hyggja eftir, hvussu hann
flytur seg. Kemur hann
høgt, fer hann hendavegin,
og kemur hann lágt fer
hann handavegin, sigur
hann og peikar á støðini,
har seyðurin plagar at ligg
ja.
Hetta eru ógvuliga pá
lítilig veðurlíkindi. Her
verður í øllum førum einki
lagt aftrat!
Seyðurin sigur frá veðrinum
Eg eri ein slíkur klodsma
jor, tí eg breyt mjødnina
einaferðina tá eg datt
”
Einabúgvin