Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 18. juni 2007 23 tíðindi Ferføtt og tvíføtt Hinvegin er hann als ikki einsamallur her við vakra vatnið: Umframt 22 seyðir sínar og alt tað stóra fugla­ meingið beint við húsini, koma nógv fólk oman á lít­ lu sandstrondina, tá veðrið er til tað. Henda dagin vit vitjaðu Havgrím vóru fýra ungfólk úr Runavík og Norðoyggjum komin higar dagin fyri við tjaldi sínum. Hetta er hann so vanur við, og nervar hann ikki í sínum dagliga virksemi. Lættasti vegurin oman á vatnið er gjøgnum økið hjá Havgrími. Nú grasvøksturin er byrjaður, plagar hann at seta eitt skelti upp fyri at vísa fólki á eina aðra leið, sum gongur sunnanfyri han­ sara egna stykki. ­ Men eg veit ikki. Onkur hevur verið so beinasamur at taka tað burtur, sigur hann við einum brosi. Ongatíð fyri einki Havgrímur er sum nevnt far­ in um tey 76 árini, men fyri hann er eingin orsøk at seta seg fyri einki. Hann hevur altíð okkurt at gera. ­ Eg havi ikki tíð at ganga fyri einki. Tað er altíð okk­ urt at taka hond í. ­ Her eru fleiri hús rundan um meg her, og tey krevja sjálvandi sítt av viðlíkahaldi og øðrum, sigur hann. Umframt sethúsini hevur hann bæði hjall og eitt seyða­ hús. Hetta seyðahúsið var upprunaliga ein revagarður, men sum teir seinni bygdu uppaftur sum seyðahús. ­ Eg fekk hjálp at leggja takið á. Annars gjørdi eg alt hitt sjálvur, greiðir hann eitt sindur errin frá. Ein umgang aftrat Henda morgunin vit hittu Havgrím við húsi síni var hann farin árla á føtur. Longu tá tað fór at lýsa fyri degi um seks­tíðina, var hann klárur til dagsins verk. Veðrið var av tí allar fagrasta og eftir honum bíðaðu pensil og máling. Hann hevði longu sett sær stigan uppá takið, tí nú skul­ di tann seinna síðan málast. Hin síðan var longu gjørd. ­ Eg má ansa mær eitt sind­ ur. Eg eri ein slíkur klodsmaj­ or, tí eg breyt mjødnina einaferðina tá eg datt. ­ Tað gongur ikki so skjótt longur. Eg byrjaði at mála takið í gjár, og nú skal eg gera tað seinasta. Aftaná tað skal tað hvíta hava ein umgang aftrat, sigur hann. Tað eru kortini ikki bert tey tvíføttu, sum vitja økið hjá Havgrí­ mi. Hann fær eisini vitjan av stórum flokkum av villgæs­ um. – Tær munnu vera fleiri hundrað í tali. Tær koma framvið Tofta­ vatni saman við ungum sínum seint á sumri – í aug­ ust og september. Eitt er, at tær eta gras og annars traðka tað niður, men ein so stórur flokkur skvettir ikki heilt einki. Av hesi orsøk hevur Havgrím­ ur eitt ávíst upptak eftir slíkar vitjanir. ­ Tær koma allar niðan á stykkið um náttina. Tá eg so fari upp, síggja tær meg beinanvegin. Tað eru eini øgilig eygu, tær hava. ­ Ja, eg behøvist ikki ein­ gang at fara útum. Bara tær síggja meg ganga inni í húsinum, fara tær á flog beinanvegin, greiðir hann frá. Villgæs í hundraðtali Havgrímur hevur arbeitt sum entreprenørur í millum annað Yemen, Grønlandi og í Føroyum. – Einaferð eg arbeiddi í Noregi hitti eg ein einbýlismann, sum búði einsamallur inni í einum skógi, sigur Havgrímur Mynd: Jens Kr. Vang Húsini við Toftavatn vórðu bygd í 1965. Tey krevja eisini sítt viðlíkahald Mynd: Jens Kr. Vang Bara villgæsnar síggja meg ganga inni í húsinum, fara tær á flog beinanvegin ” - Eg eri ikki heilt ungur longur. Tí tekur tað sína tíð at mála takið, sigur Havgrímur Mynd: Jens Kr. Vang við Toftavatn