mánadagur 18. juni 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 - 18. juni 2007
27
tíðindi
kanska tað yngra ættarliðið
betri enn fleiri av sam
tíðarfólkunum. Síðani tók
at dragna í røðini og vit
fingu snara lastvogninum,
tvøstinum og spikinum og
sett kósina suðureftir landi
num. Vit vóru honum sera
takksamir, skal sigast.
Nú er alt øðrvísi. Heim
urin verður standardiser
aður. Mentanarliga og kom
mercielt. Heilaga globali
seringin dregur sum ein
sentrifuga, kapitalurin sen
traliserast, og lynna og
tæða vit ikki væl í egið
jørðildið, og verja okkara
egnu og serstøku mentan,
og serliga málið, so verða
ættarliðini kultiveraði sam
svarandi amerikansku ein
darmentanini, sum rekur
úr
alnótini.
Skiftið
er
týðiligt. Táið ungdómar
vóru á barrikadunum fyri
kortum, í Fraklandi, royndi
forsætisráðharrin at koma
á tal við teir ígjøgnum
sjónvarpið, men har var
ongin responsur, bara tómt
bergmál, tann miðilin er
eftir øllum at døma passé,
og ikonið, hin grótharði
Jack Petersen, er tekin um
tað sama. Alkendur í Før
oyum langt fyri at nakar
norðanfyri visti hvør mað
urin var. Íspunnin á eini at
kalla ókendari heimasíðu,
nú dagliga umrøddur ímill
um manna, eitt tekin um at
frekvensurin er fluttur frá
standandi almennu mynd
ini til zapparan, sum finnur
út í hvønn krók heimsins.
Menniskja fer at líkjast alt
meira eini kamæleón, sum
má hava antennurnar úti
áhaldandi, skal tað fylgja
við øgiligu ferðini, fyri
ikki at vera tveitt av í
harðligu svingunum. Sjálvt
um tað regnar av himli við
alskins
tilboðum,
sum
skaldið sigur: í harlem,
babi yar, rovaniemi, valpa
reiso, í havn og á bóka
savninum, har tað harum
framt lekur millum teori
og praksis, meira enn heilin
oftani er førur fyri at taka
ímóti, at absorbera, so er
umráðandi, alt avgerandi,
at halda fast um mótstøðu
førið, resistensin, sum bara
er kjølfestan úr egnari
mentan, søgu og máli.
Hetta kemur ikki av sær
sjálvum, tað tykist materian
at gera. Vøkstur er svarið.
Glitur, skrúð og reytt skar
lakk. Nýggju gullkálvarnir
eita virðisbrøv, obligatiónir,
transaktiónir, arbitrasja og
partabrøv. Hvør sparibússa
verður í hesum døgum
tømd, fyri at keypa parta
brøv í kolossinum, banka
num, sum hesi somu fólkini
bjargaðu undan týning í
ringastu kreppu nakrantíð.
Ikki sørt, at hetta gevur
assosiatiónir aftur til yrk
ingina hjá Líggjasi í Bø,
um mannin og moldina.
Eins og hann helt seg
kunna eta moldina, tykist
tað sum, at hesi nýggju
aktiumenniskjuni
halda
seg kunna eta partabrøvini
í Føroya Banka, ja, kanska
kennast tey so euforiserandi,
at onkur heldur seg sleppa
til himmals við teimum.
Hetta er ein gamal menn
iskjansligur veikleiki. Pau
lus ávarar longu um hetta í
fyrra brævinum til Timo
teus. Í sætta kapitlinum,
ørindini 17, 18 & 19, er
hann ógvuliga bersøgin,
fyri ikki at siga eirinda
leysur, táið hann boðar
hesum unga manni frá:
Teimum, sum eru ríkir í
hesum núverandi heimi,
skalt tú bjóða, at teir ikki
mega
vera
hugmóðigir,
heldur ikki byggja vón sína
á hitt ótrygga ríkidømið,
men á Guð, sum gevur
okkum allar lutir ríkiliga
til nýtslu, at teir skulu gera
gott, vera ríkir í góðum
verkum, vera gávumildir,
beinasamir, so at teir savna
sær sjálvum niðurfyri ein
góðan grundvøll fyri kom
andi tíð, til tess at teir
kunna grípa hitt sanna
lívið.
Stutt er eftir til longsta
dag. Hásummartíð. Ljósið
sum lekir. Mennir upp
driftina og vónina. Gloymi
ongantíð
smábørnini
á
miðjari nátt, táið vit í
polarsummarinum plagdu
at koma inn ímóti eini
grønlendskari bygd, og tey
lupu
og
dansaðu
sum
smálomb á klettunum, tað
ráddi um at brúka sólina á
tamb áðrenn tørnað varð
innaftur í vetrarniðuni. So
leiðis er alt livandi. Eisini
her hjá okkum. Stevnurnar
eru ein partur av hesum.
Ljósinum. Kappróðurin.
Fótbólturin. Festivalarnir.
Lesandi ungdómurin, sum
kemur heim úr útlandinum
at súgva føroyska ljósið í
seg, at fylla sær akkumu
latorarnar, áðrenn hann
setst aftur, undir ingeni
ørlampuni úti undir onkrari
væðing í lestrarmetropol
unum, at brynja høvdið til
at dugna einum uppaftur
betri
vælferðarsamfelagi
enn tey fóru frá. At lyfta
tað upp í eina uppaftur
hægri sferu.
Sundalagið er í fer við at
menna seg til eitt kraft
sentur. Vinnuliga í broddi
fylkingar. Útgerðarmenn í
heimsklassa, virkir, ídnir
leverandørar í sethúsum,
betongblandarar, bøndur og
handilsmenn. Eitt virkið
fólk, sum ikki hevur hildið
tað verið neyðugt, at havt
bringuna
frammanfyri
høvdið. Í kommunuregi
hava teir tikið hegnpelarnar
upp, ivaleyst eftir ráðum
frá Jean Jacques Rousseau,
og lagt saman, og visti man
ikki betur, var ein ivaleysur
í, at Sunda Kommuna var
ein av heimsins metropol
um, táið Jallurin í Norð
streymoy, Heðin Zacharias
sen, gevur tingmonnum
eina lektión í, hvussu sunda
lagsmenn takla teir ymsu
trupulleikarnar, ið kunnu
stinga seg upp har fjøl
meingjað er av fólki. Í vídd
næststørsta
kommuna
í
landinum.
Her hava teir eisini havt
revahald. Í tíðini táið tað
seinri so kenda revagarðs
syndromið varð spunnið í.
Kastaði ein hundur sær á
vatninum, varð hvør SEV
peli álopin av hundum úr
øllum heraðshornum. Flaka
virki á hvørjum tanga.
Stállínuskip og trolari í
hvørjari bygd. Og bátahylur
har slapst fram at fjørðuni.
Igulkerini fingu tó ongi
bein at ganga á, hóast
royndir vóru gjørdar syðri
á landinum, fyri at økja um
gessin í hinum fjarskotna
Tokyo.
Nú eg standi her, koma
til hugs myndir, íkomnar
frá søgum og samrøðum.
Hin fænomenali forteljarin
Jóhannes Olsen. Stórmen
ni. Hann fær meg at hugsa
um Hvalastøðina. Vænti
ikki at tilmælið, sum nú er
komið, kemur til høldar í
praksis. Skula politikkar
arnir skilja tað neyðuga í at
varðveita støðina, og tað
skal hon, so eigur hon at
gerast ein partur av Føroya
Náttúrugripasavni.
Tað
eigur at verða flutt norður
higar, og helst skal hon
eisini dubbast til at taka
ímóti stórhvali aftur, sum
væntandi verður hjávinna í
Føroyum, táið menniskja,
eisini umhvørvisfantastar
nir fara at skilja, at javn
vágirnar í natúruni mega
skipast og regulerast eftir
burðardyggum kriterium.
Ein annar er Hanus á
Heygnum.
Maðurin
og
bóndin, sum stýrdi kom
munala ravmagnsfelagnum
í ørgrynni av árum. Onki
stríð. Ongi óneyðug orð.
Hábærið. Mær fyrikemur,
at hann hevur stjórnað
umboðsráðnum, sum ein
annar aðalskrivari í polit
bureaui. Skilvíst. Ivaleyst
stundisligur í øllum, eg
minnist í hvussu er, at
sonur hansars Hóraldur,
kendur granskari og har
monikuspælari, í studenta
tíðini á Kostdeildini í
Hoydølum, varð settur at
skipa fyri kimingini, táið
allur riðilin av dreingjum
skuldi í skúla og táið etast
skuldi í matstovuni. Hann
røkti ódnina til fulnar. Har
var ongin slingur í valsi
num.
Kári Petersen er ein ann
ar. Nú kendur búskapar
frøðingur. Í starvi hjá
Landsbankanum og íðin
debattørur. Einaferð smá
drongur í Hvalvík. Sonur
prestahjúnini Petur og Kar
olinu. Eitt sjaldsamt saman
kók av missión og skírnar
stevnu, men tað forðaði
teimum ikki í góðum sam
starvi, av berari og blektari
idealismu og filantropii, at
lynna væl meira enn tey
flestu undir hin veikara
partinum av okkara fólki.
Teir søgdu um aldarinnar
skipara í hinari øldini, Júst
í Túni, at hann keypti fólki
tað, sum hann helt tey hava
tørv á. Óvanligt gávumild
ni. Seinasta átak hansara í
føroyskari aling sigst hava
verið í svimjihylinum her í
Hvalvík. Hann og Karolina
vóru systkin. Appropos
fótbóltur, sum nú er vorðin
ein subreligión í Sunda
lagnum, av góðum og væl
skiljandi grundum, so vóru
prestahjúnini og Kári eina
ferð suðuri í bretska høv
uðsstaðnum London og
vitjaðu. Á ferðini júkaði
Kári upp í saman aftur, at
hann kundi hugsa sær at
fingið
ein
ítróttarbúna
líkan honum hjá kenda
Londonfelagnum Arsenal.
Hetta gav Karolinu stórt
høvuðbrýggj. Samanskrúv
að sum hon var, har mátti
ongin sita eftir. Annaðhvørt
keypti hon ongan búna ella
keypti hon øllum dreingj
unum í Hvalvík hendan
sama búna. Hon tók eina
eksistensiella avgerð, og
valdi seinru loysnina. Mær
er sagt, at hetta er orsøkin
til, at at kalla allir hval
víkingar í dag eru support
arar hjá Arsenal. Nógv er
broytt síðani spælt varð í
skotum og á strætum. Nú
blása aðrir vindar í verøld.
EB/Streymur hevur fingið
sítt Highbury, sítt Emirat
stadion, frammi í dalinum,
ein hóskiligur residensur
hjá fremsta FMkandidati
num í ár. Nomaduarábar
arnir, sum Viderø fjakkaði
ímillum fyri fjøld av árum
síðani, brúka nú oljufæið at
keypa sær til stuttleika og
undirhald í domum uttan
lands, ongin veit nær teir
ota seg fram í Saksunardal
á hesi heimsferðini. Her er
nógv hent síðani Bergur
Magnussen tambaði mesk
arnar við sínum kanón
skotum.
At vera burðardyggur er
vorði ein dogma í okkara
tíð. Nú alt fleiri vandatekin
eru í sól og mána um, at
menniskja er farið undir at
forkoma sær egnum bú
staði, klótuni, um tað ikki
verður saðla um í stundini,
serliga á umhvørvisøkinum,
er tað lívgevandi, at serliga
sundalagsmenn vóru fram
malaga frá byrjan. Fyri
sína tíð. Konfirmatións
felagin Jógvan Mørkøre
var stavnamaður. Hetta fær
meg at hugsa um profetiið í
endanum á Ferð míni til
Jorsala, skrivað eftir heim
komuna til Hvalvíkar, eftir
at hann leyp upp á brúnna í
Streymnesi við viðførinum,
har Viderø tykist hava havt
varðhugan av verðurlags
broytingunum, sum nú eru
farnar at ríða monnum sum
marran, hann sigur: ”Vit
mala tær æviga nátt. Sólina
vit sleingja burt á ókomandi
leiðir. Vit mala hóstandi
ísfjøll, sum knúst rapa
niður úr norðannátt yvir
fløtur og feitilendi. Vit
sorla allar býir undir jøkla
veldi . Vit kvøða – við
frostbitnum hjarta til
kvørnin klovnar.
Nýliga hava fornfrøðingar
funnið
heimsins
fyrstu
stjórn, regjering, í eini
grøv í Mesopotanien. Tað
tykist sum hevur hon gjørt
kollektivt sjálvmorð, helst
tí at ongin stjórn hevði
verið undan henni, sum
hon kundi turka sína egnu
politisku óhumsku í. Tað
tykist
vera
blivin
ein
óskikkur, at sitandi vald,
bara situr á rókini sum
undandóttur og livir av
farnum skeivleikum. Valds
menniskja tekur ikki í
egnan barm, ongin nevndur
ongin gloymdur. Soleiðis
verður
tað
ikki
fram
haldandi hjá teimum, ið nú
fara at stjórna heimsins
londum, og á umhvørvis
økinum hjálpir ongin góða
mamma, heldur ikki ein
undanfarin stjórn, sum ikki
dugdi at taka betri partar
fyri seg, skal mannaættini
verða lív lagað. Hakast má
í materiellu girndina, út
látið
má
normaliserast.
Samsvarandi
Kyoto
og
øðrum millumtjóða sátt
málum, fyri at skipa javn
vágirnar aftur. Ætlanin var
at vit skuldu røkja og ikki
misrøkja skapanarverkið,
sum varð givið okkum,
sum lán frá eftirkomar
unum.
Takk eiga tit ið lýddu á
og máttu tit øll somul havt
eina framhaldandi góða
stevnu.
Eiðis Ljómfelag spældi undir setanini