Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-18, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 114 - 18. juni 2007 tíðindi Vit kvøða til kvørnin klovnar Tórbjørn Jacobsen Jógvan í Jóhanstovu kemur aftur av seiðabergi, meðan aðrir hvalvíkingar koma lúgvaðir úr bønum við líggja og rívum. Táið hann møtir Jákupi og Magdalenu steðgar hann á, tekur um pípuheysin og snýr honum uppeftir, trýstir túthúgvuna aftur á nakka og mælir av munni lítandi út í fjarska: ”Æja, æja, tað er svá mangt øvut í lívinum; her komi eg av seiðabergi, vær endum har, sum vær byrjaðu. Nicolina bað meg fara út á brúnna og vita, um eg mátti fáa nakrar stertar upp í pottin. Okkum vardar einki um hoyggj og terra, nú ið vit mistu eisini hesa kúnna. Tað er, sum presturin sagdi sunnudagin: alt fer, fer sum eftir ánni. Ja, tað fer langt burtur og kemur aldri aftur. Hvar fer tað?” Sjálvt um lívið er øgis­ mikil ferð yvir stórt hav, sum Jógvan tók afturíaftur, og alt fer sum eftir ánni, hava vit, ið eittans eru ljósblunk í rúmliga tíðar­ havinum, skyldur at røkja arvin og lata hann frá okkum í sama ella betri standi. Og hóast heimurin alt meira er vorðin ein felagsbústaður hjá okkum øllum, so liggur okkara heimur fyrst og fremst framman fyri egnar føtur og skyldan er hareftir. At virka í, menna og serliga at røkja hendan partin av skapanarverkinum, sum eksplicit varð okkum til­ lutaður at varða av. Komi at hugsa um snús­ fornuftina, tað sum bretar rópa common sense, ið legst menniskjanum til, alt eftir umstøðunum. Táið Símun ber fyri munni, at nú er ikki at standa, nú ræður um at bjarga inn undir lonir, norðmaðurin hevur fyri løtu síðani boð­ að frá ”tjúkningi” á Tampi­ num, ælingi á Stóregga og regni um Føroyar. Og Fríðrikur á hestbaki táttar í teymarnar og svarar: ”Eg leggi einki í, hvat Norð­ maðurin og Danin siga! Vit hava Sneisina; í dag boðar hon frá góðum; vær eigum at líta meir uppá várt egna og nýta teir møguleikar, sum eru heima hjá oss sjálvum.” Sundalagið lá fyri teim­ um flestu, sum ein óat­ komilig enklava í øldir. Eitt in the middle of nowhere fyri tey sum búðu báðu­ megin pompøsu fjallarøð­ irnar, ið randa hesa oasuna, sum Rikard Long yrkti so vakurt um: ”Stolt reisir landið í treystari vón, og rodnar í frískari elli, man aldri síggjast fagrari sjón, enn sólskin á nón, og vársnjó á Halgafelli.”, sum í verkligu menningini av undirstøðukervinum so brádliga gjørdist kjarnin í sjálvari miðjuni, miðstað­ arøkium. Vit, sum búðu í Syðru­ gøtu og seinri á Glyvrum høvdu hóast fá, tó okkurt ýtið at miða okkum eftir. Partur av genetiska saman­ kókinum í mær er úr Hval­ vík. Oldurabbin, Hans Jac­ obsen, var føddur her í 1820 og giftist í 1844 út á Glyvrar, við Kristionnu, elstu dóttrini á Heimi­ stovugarðinum, sum hann festi seinri, táið ongin son­ ur var í systkinaflokkinum. Abbi tosaði tíðum um abban, og helt nógv av honum. Í Gøtu búðu og búgva framvegis tvær kon­ ur higani, sum góvu okkum eina góða mynd av hesum fjarskotna landi. Jana úr Hvalvík og Hentsia úr Streymnesi, sum forrestin er mamma uppisjóvarrisan Dunga­Jákup. Konubrot, sum í mínum hugaheimi eru talandi dømi um, hvussu neyðugt tað er at vera varðugur um týdningin av, at tú mótvegis frem­ mandum altíð ert ein speg­ ilsmynd av tí jørðildi, tú ert runnin úr. Ein spurningur um image, sum ongantíð, í logdini í hvussu er, verður annað enn eitt afturljóð av tí, sum tey undanfarandi leggja sum botn í sálarlív hins einstaka, og sum mennir seg samsvarandi viti og umstøðum á ferðini yvir stóra havið. Fyri okkum, sum búðu eystanfyri fjallarøðina, var Sundalagið tað, sum teir nú eru farnir at rópa ein fløskuhálsur. Dagarnir, tá­ ið mjólkabáturin gjørdi hendan marathontúrin, bygd úr bygd, av Havnini inn á Skálafjørðin, mundu fáa mong ókvæmisorðini oman yvir seg. Nú kákar alt um rationalitet og logistikk, men bara í okkara tíð tók tað dastið av degi at flyta seg teinin, sum um fá ár kann fáast frá hondini eftir fjórðingstíma í bivreið undir Tangafirði. Soleiðis umskiftist alt. Sum Tróndur tók til. Og ongin ivast í dag, at stóra íløgan í sam­ skiftið og undirstøðukervið, er tað sum verkliga menti Føroyar til eitt vælferðar­ samfelag. Autostradirnar, brúgvin og bergholini vóru høvuðsaversiónin hjá út­ lendingum, serliga dønum og fjølmiðlum teirra, táið brotasjógvarnir skúraðu alt omanav í kreppuárunum, men stóru visiónirnar hjá Helmsdal og øðrum vórðu tað sum stóð eftir, funda­ mentið, sum samfelagið aftur menti seg frá, og haðani vit sveiggjaðu okk­ um upp á eitt europeiskt støði. Hvalvík er gomul kirkju­ bygd, og bara tvær kirkjur í landinum eru eldri enn hendan, – Mariukirkjan í Kirkjubø og Dómkirkjan í Havn. Prestarnir hava verið fleiri, meira og minni sjaldsamir. Eisini í dýbd og mæti. Eitt ýtið frá hesum leiðum, sum seinri dagaði undan, var Viderø prestur. Skálvíkingurin, sum fjakk­ aði um lond í Europu, Asiu og Afriku. Hitti pávan. Skrivaði upp í leypar av søgu, ferðasøgum og heim­ speki plagdi onkuntíð at vitja um okkara leiðir i prestaørindum, og tá gisti hann altíð hjá abba mínum á Glyvrum. Tá visti eg ikki, at hetta var kastali, ein skansi, av viti og djúp­ tøknari hugsan ­ eitt fjall á tremur av intelligensi. Tíð­ liga á fótum, á hálvari nátt, var hann búgvin til fyrstu rembingarnar í fimleiki, seinri kundi hann døsast so burtur í fjarsku, í samrøðu við abban, á hvør sínari divanu í fínaru stovuni, at hann onkuntíð gloymdi gudstænastuna, ið hann var komin at halda fyri sóknarbørnunum um okk­ ara leiðir. Hann týddi meg­ inpartin av gamla testa­ menti, og Hvalvík er vorðin søgulig, táið stórur partur av eldra sáttmálanum er fluttur úr frummálinum í móðurmálið í prestagarði­ num her í bygdini. Trot var á pappíri tá, og skyldmað­ urin Petur Martin, pastor emeritus helt fyri í einum fyrilestri, táið hundrað ára føðingardagshald varð hildið fyri Kristian Osval­ di, sála, at ein partur av umsetingini varð skrivað á gamlar havragrýnspakkar og kartengur, sum prestur í vinavold hevði fingið í handlinum hjá Ólavi. Mala­ kias er neyvan týddur í Hvalvík. Sambært Kriste­ ligt Dagblad, so hevði kirkjumálaráðið danska steðga lønarflytingini til Hvalvíks prest, tí hann var burturblivin, og ongin hevði hoyrt frá honum somikið leingi, at donsku embætis­ menninir avrættaðu hann á pappírinum, helst hava teir hildið hann gingið seg í óføri – berføttur í onkrari kleivu í heilaga landinum. Táið teir fáar dagar seinri fingu fjarrit úr Tel Aviv við boðunum um, at týðingin av gamla testamentið, úr hebraiiskum í føroyskt, nú var liðug, saðlaðu teir um. Í hesum døgum verður hann saman við Dahl prósti og Victori Danielsen heiðr­ aður á nýggjum føroyskum frímerkjum. Nú er hetta alt nostalgi, og tó, ein latentur djúphavs­ streymur í sálini og minni­ num. Yvir sund, ígjøgnum fjøll og fram eftir mjúkligari lendi normaliseraðust Før­ oyar. Hvalvíkin og Streym­ nes gjørdust algongdar bygdir hjá okkum í torg­ ingna grannalagnum. Fyrsti streymnesmaðurin man rendi seg í, eftir at koyr­ andi varð undir fjallinum, var Kristian Zachariassen. Grind í Funningsfirði. Stóri grøni Scania last­ vognurin hjá Kristiani hevði funnið sær veg oman millum húsini, og glyvra­ menn spurdu, um hann hevði kunna flutt teimum hvalirnar út á Skálafjørðin. Tað stóð ikki á. Proppur var í, ólukkutíð vendi bivreiðin øvuta vegin, og táið røðarin hevði fingið litið upp í hendur at taka sær av fonginum, mundu vit báðir Kristian sita búr­ aðir fastir í hesum ruðu­ leikanum í dastið av tveim­ um sólarringum. Hetta var fyrst í sjeytiárunum, og mítt unga sinni hugnaði sær óført í stýrhúsinum hjá Kristiani, hugfarsligur og fróður, hesin fyri mær ókendi maður, og tá hugsaði eg ikki um, hvat ið hann mundi halda um síðullaða popparan, ókliptur og órak­ aður í áravís, sum hevði fløkt seg upp á hansara Parnassos, men eg minnist bara, at vit tosaðu, sum um ongin munur var í árum, um leyst og fast, hann skilti Eysturoyartingmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum helt miðnáttarrøðu á Sundalagsstevnuni leygardagin. Vit prenta røðuna her Skótar og ítróttarfólk gingu skrúðgongu á Sundalags­ stevnuni, sum í ár varð hildin í Hvalvík