Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 18. juni 2007 29 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Eg hopaði bara, at eg skoraði Fróði Clementsen, AB Reyes skeyt gullið heim Real Madrid tryggj­ aði sær spanska meistaraheitið sunnukvøldið, men tað leikaði leingi hart á hjá stjørn­ unum úr spanska høvuðsstaðnum Fótbóltur Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Undan seinasta umfar­ inum í bestu sponsku fótbóltsdeildini leygar­ kvøldið var alt púra opið í oddinum. Real Madrid og Barcelona lógu jøvn í stigum á fyrsta plássið, meðan Sevilla á triðja plássi eisini hevði møguleika at vinna meistaraheitið, um bæði Real Madrid og Barcelona snávaðu. Real Madrid var tó favorittur at vinna meist­ araheitið, tí ein sigur til spanska kongafelagið í seinasta dystinum á heimavølli ímóti Mall­ orca tryggjaði teimum meistaraheitið. Tað leikaði tó hart á hjá Real Madrid, tí dyst­ urin var bert 17 minuttir gamal, tá Varela legði gestirnar á odda. Henda støðan helt sær líka til hálvleiks, og samstundis sum Real Madrid var aftanfyri, førdi Barce­ lona heili 3­0 ímóti Gim­ nastic. So nú var meist­ araheitið í Barcelona. Í seinna hálvleiki gekk eisini leingi strilt­ ið hjá Real Madrid, men tá 65 minuttir vóru farnir, valdi venjarin, Fabio Capello at seta José Antonio Reyes inn, og hetta gav úrslit. Reyes var ikki meir enn komin á vøllin, tá hann javnaði til 1­1. 10 minuttir fyri leik­ lok legði Mahamadou Diarra Real Madrid á odda 2­1, tá hann var hægstur eftir hornaspark, og so var Real Madrid á meistarakós. Tríggjar minuttir seinni bleiv dysturin avgjørdur, tá Reyes sendi eitt langskot í netið. 3­1 gjørdist enda­ liga úrslitið í Madrid, og Real Madrid tryggj­ aði sær meistaraheitið. Fyri fyrstu ferð í 16 ár megnaði Tvørábáturin at enda ovast á sigursskamlinum, tá teir vunnu róðurin hjá 6­mannaførum við monnum á Sundalagsstevnu KAPPróÐur Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tvørábáturin kann ikki metast at vera millum mest vinnandi bátarnar í kappróðri seinastu árini. Undan Sundalagsstevnuni um vikuskiftið hevði Tvørá­ báturin ongan róður vunnið síðani á Vestanstevnu í 1991. Tí kom tað helst óvart á fleiri, at báturin av Tvøroyri megnaði at vinna róðurin hjá 6­mannaførum við monnum á Sundalags­ stevnuni leygardagin. Her sendi Tvørábáturin Sunda­ bátin og Stráluna niður á ávikavist annað og triðja plássið, og sostatt var fyrsti sigurin í 16 ár veruleiki. Tað hevur annars ikki gingið nakað serliga væl hjá Froðbiar Sóknar Róðrar­ felag seinnu árini. Hóast teir hava seks bátar í fel­ agnum, so hevur verið langt ímillum góða løturnar á ovastu rók. Okkurt árið hava gentumanningarnar fingið góð úrslit, men hjá monnunum hevur gingið striltið. Leygardagin var tó ein glotti at hóma hjá monnun­ um, og í hesum sambandi hevur Sosialurin tikið eitt prát við formannin í Froðbi­ ar Sóknar Róðrarfelag, Marner Lisberg. Hava vant hart Gleðin umborð á Smyrli ávegis til Tvøroyrar leygar­ kvøldið var stór. Tvørá­ báturin hevði júst vunnið sín fyrsta róður í 16 ár, og á keiøkinum á Krambatanga var nógv fólk komið saman fyri at fagna manningini á bátinum. Hetta var ein stór løtu hjá Róðrarfelagnum, men hetta kom tó ikki heilt óvart á formannin í fel­ agnum, Marner Lisberg. ­ Teir hava vant hart líka síðani januar mánað, og manningin er sera góð. Fólk hava eisini fylgt væl við teimum í venjingunum, og tað hevur verið týðiligt, at áhugaði á Tvøroyri hava havt vónir til hesa manning­ ina. Eg vil ikki beinleiðis siga, at eg hevði væntað ein sigur til Tvørábátin í ár, men vónirnar hava alla tíð­ ina verið góðar. Gleðin var eisini stór á Tvøroyri, tá tað gjørdist greitt, at Tvørábáturin fekk ein sigur í hús á Sunda­ lagsstevnu. ­ Fólk vóru ómetaliga glað fyri henda sigurin. Fleiri høvdu jú vónað hetta, men eg ivist í, um nakar tordi at vænta tað. Nú er fyrsti sigurin so komin í hús, og vónandi verður ikki so langt til tann næsta, sigur Marner. Stóran týdning fyri felagið Marner Lisberg er heldur ikki í iva um stóra týdningin, sum hesin sigurin kann hava fyri kappróðrar­ felagið. ­ Nú hevur felagið verið í einum aldudali í nøkur ár, og tí hevur ein slíkur sigur ótrúliga nógv at siga. Áhugin bleiv nógv størri her suðri eftir triðja plássi, sum báturin fekk á Norð­ oyastevnu, so nú verður áhugin ivaleyst uppaftur størri eftir sigurin leygar­ dagin. Tað er eisini týdning­ armikið, at onkur vísir leiðina í einum felag, og tað er júst hetta, sum mann­ ingin umborð á Tvørábátin­ um hevur gjørt. Marner sigur at enda, at hesin sigurin hevur økt um vónirnar hjá bæði tvøráfólki og hjá manningini umborð á Tvørábátinum. ­ Ja, hetta hevur rættiliga økt um vónirnar hjá øllum her suðri. Nú hevur Tvørá­ báturin fingið tvey góð úrslit í ár, so tað er eingin ivi um, at vit fara eftir meist­ araheitinum. Tað verður sjálvandi ikki lætt, tí har eru fleiri góðar manningar, men vit hava góðar vónir. Fyrsti sigurin í 16 ár Tvørábáturin var bert stavnin frammanfyri Sundabátin í kappingini hjá 6-mannaførum við monnum á Sundalagsstevnuni. Hetta var tó nokk til at vinna, og sostatt var fyrsti sigurin í 16 ár hjá Tvørábátinum veruleiki.