Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 114 - 18. juni 2007 tíðindi Næsta málið er HB Poul Ennigarð var liðformaður hjá GÍ, nú Sámal Joensen sat uttan fyri við skaða. Hann heldur, at talan var um ein óruddiligan dyst. – Serliga seinni hálv­ leikur var óruddiligur, meðan fyrri var meiri opin. Í seinna hálvleiki var B71 eisini omaná, men vit arbeiddu okkum til trý stig, sigur Poul Ennigarð. Hann fýlist á, at gøtumenn ikki eru nóg vanda­ miklir. – Vit eru ófarligir, og málini vit fáa eru eftir deyðbóltar. Men ein sigur kennist øgiliga væl, og vit nærkast HB nú. Tað er bara eitt stig upp til teir, og tað er næsta málið at fáa teir aftur, sigur Poul Ennigarð. Ræðuligt Eirikur Poulsen, liðformaður hjá B71, var ikki blíður eftir dystin. – Hetta er ræðuligt! Seinni hálv­ leikur er eitt langt press frá okkara síðu, men fáa einki burturúr. Málini teir fáa eru somuleiðis ræðulig og standast av býttum feilum, sigur Eirikur Poulsen, sum heldur at dysturin var alt ov nógv merktur av egnum mistøkum. – Tað eru persónligir feilir allan vegin í gjøgnum fyrra hálvleik. Í seinna hálvleiki hava vit bóltin alla tíðina, men koma ikki til nakrar kjansir, sigur Eirikur Poulsen, sum heldur, at B71 eisini hevði kunnað vunnið dystin. – Ein javnleikur hevði eisini verið okey, men hetta er ræðuliga keðiligt, staðfestir hann. Fleiri áhugað í Forlan Álopsspælarin Diego Forlan úr Uruguay endar møguliga aftur í enskum fótbólti, har hann royndi seg við skiftandi eydnu í Manchester United fyri nøkrum árum síðani. Forlan hevur staðið seg væl í sponsku kappingini seinastu tvey árini, og sambært spælaranum sjálvum eru trý ensk feløg áhugað í honum. Eitt av teimum er Liverpool, og Sunderland hevur eisini víst honum áhuga. Í løtuni spælir Forlan fyri Villareal, men kann keypast leysur fyri 165 milliónir krónur. Sheringham vil meira Teddy Sheringham ætlar sær at halda fram við at spæla fótbólt á hægsta stigi, hóast hann er komin væl upp í árini sum fótbóltsspælari. Sheringham er blivin 41 ára gamal, men spældi í farna kappingári fyri West Ham. Avtalan teirra millum gekk út í summar, men Sheringham ætlar sær at finna sær nýtt felag í Premier League, sum vil hava hann í hópinum. Sheringham hevur spælt 800 dystir fyri feløg í Onglandi. Fyrstu 45 minuttirnir vóru hendingaríkir við fimm málum. Í teimum seinastu 45 minuttunum hendi rætt og slætt einki, og samanumtikið var talan um ein vánaligan dyst merktan av mistøkum og tilvildum FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Nógv mál plaga at vera garanti fyri undirhaldi. Í Sarpugerði sunnudagin vóru sanniliga nógv mál, men – tíverri – einki undirhald. Dysturin var snøgt sagt vánaligur. Einki spæl, nógv kloddarí, persónlig mistøk og tilfeldig­ heitir. At GÍ fekk trý mál og B71 tvey sigur ikki nógv um dystin, og fyri tað kundi B71 vunnið. Tað einasta GÍ prógvaði, at teir dugdu betur enn uppflytararnir, var at gagnnýta deyðbóltar. Avgjørdu við deyðbóltum Fyrsta málið hjá GÍ skeyt Símun Louis Jacobsen. Talan var um frálíkt langskot úr stívliga 20 metrum, eftir at eitt frí­ sparksinnlegg varð ruddað burtur. Næsta málið kom eftir brotsspark, framt móti Hans Paula Petersen og sett inn av Sverra Jacobsen. Triðja málið byrjaði við innkasti, sum Hans Pauli Petersen tveitti niðan móti hornaflagginum. Hann fekk bóltin aftur, og so sendi Hans Pauli ein høgan bólt inn í brotsteigin, har Símun Louis Jacobsen við høvd­ inum beindi bóltin í netið, eftir at málverji og verjuleikari rendu saman. Hvørja ferð GÍ skoraði, løgdu teir seg á odda. Fyrst til 1­0. So til 2­1 og síðst til 3­2. B71 megnaði sostatt at koma aftur í aftur tvær ferðir. Fyrst var Símin Hansen sum javnaði við fínum skoti til vinstru fyri nokkso passiva Geza Turi í málinum. Tað sama kann ikki sigast um Símun Rógva Hansen í hinum endanum, tí tað var longum útsparki frá honum, at álopið byrjaði. Næsta málið áttu teir báðir menninir við eftir­ navninum Soares. Welling­ ton legði ein fínan bólt inn um verjuna og sendi Clayton avstað, sum hart pressaður av Niclas Niclasen megnaði at útplasera málverjan við fløtum skoti móti handaru stong. Fyrri hálvleikur var rættiliga opin, og við Clayton Soares hevði B71 tveir fínar møguleikar at fáa okkurt máli aftrat, men tað fingu teir ikki. Nærkast HB Tískil vann GÍ 3­2 á B71. Sigurin hjá teimum merkir ikki bara, at trý stig aftrat komu á kontoina. Hann merkir eisini, at GÍ er ósigrað fimm dystir á rað. Hetta sæst eisini aftur á stigatalvuni, tí spakuliga ota gøtumenn seg longur og longur fram. Næsta liðið frammanfyri teir eitur HB. Hesir taptu móti NSÍ leygardagin, og tað passaði GÍ fínt, tí nú teir vunnu er tað bara eitt stig, sum skilir hesi bæði liðini. Eftir sigurin móti HB hava sandoyingar flogið høgt í nakrar dagar, men nú er B71 komið niðuraftur á jørðina. Dysturin sigur ikki lítið um liðið úr Sandoynni, tí sum stigatalvan eisini vísir, so er talan um eitt ógvuliga svingandi lið. Fýra sigrar, tríggjar javnleikir og fimm tap er tað blivið til higartil, og munurin millum avrikið í gjár og tað farna sunnudag, var rættiliga stórur. Hjá teimum er tapið ein herskin biti av svølgja, men ein uggi er tað, at nærmasti kappingarneytin á stiga­ talvuni, Skála, ikki megnaði meiri enn at fáa javnleik móti VB/Sumba. GÍ – B71 3-2 (3-2): Vánalig málveitsla B71 GÍ Clayton Soares og Pól Ennigarð í nærdysti. Hóast báðir partar nýttu nógva orku, so var tað so sum so við poleraða fótbóltsspælinum í Sarpisgerði Mynd: Einslistir