mánadagur 18. juni 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 - 18. juni 2007
31
Kina var nógv best
Kinesarar duga væl at spæla badminton, og teir gjørdu eisini
bart í HM-finaluni fyri lið, sum varð spæld um vikuskiftið.
Kina spældi ímóti Indonesia og vann finaluna sannførandi
3-0. Spælt var best av fimm, og seinasti dysturin skuldi
verða millum olympiska meistaran úr Indonesia og
heimsmeistaran úr Kina, men hesin dysturin varð av ongum,
tí Kina var tríggjar teir fyrstu dystirnar, og so var avgerðin í
dystinum fallin.
Mourinho mundi rýmt
Venjarin hjá Chelsea, Jose Mourinho, sigur við blaðið News
of the World, at áhaldandi søgur um, at hann var ein ferdigur
maður í Chelsea mundi fingið hann at gevast úr úrtíð í farna
kappingarár. - 14 ymiskir venjarar vórðu settir í samband
við mítt starv. Tað var ein vitleys tíð, og hevði eg ikki verið
so mentalt sterkur, so hevði eg helst verið givin í Chelsea,
sigur Mourinho. Nú tykist verða betur friður í Chelsea, og
Mourinho stendur aftur á odda fyri enska felagnum, tá ið
kappingin byrjar aftur í august.
Feløgini við nógvu
landsliðsspælarunum
hava ilt við at fylgja
við teimum, sum
ongantíð hava vunnið
FM og so at siga ongar
landsliðsspælarar
eiga, og eingin eigur
at kenna seg tryggan
ímóti botnliðunum
Fótbóltur
Jánnes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað eru nýggjar tíðir í før-
oyskum fótbólti. Feløgini,
sum eiga flest FM sigrar,
eru HB og KÍ, og B36 telist
millum feløgini, sum sein-
astu árini hava vunnið nógv
– bæði í landskappingini og
í steypakappingini.
KÍ eigur ikki so nógvar
landsliðsspælarar, men tað
gera B36 og HB. Millum
teir 21, sum fingu landsliðs-
boð, tá ið Italia og Skotland
fyri stuttum vitjaðu, átti
B36 fýra spælarar, og HB
átti seks spælarar.
Eftir trettan umfør í ársins
Formula kapping eru tað
NSÍ og EB/Streymur, sum
eru oddalið. Tey hava bæði
28 stig.
Felags fyri hesi bæði fel-
øgini er, at tey hava ongantíð
vunnið FM. Tað er eisini
felags fyri hesi bæði feløgini,
at tey sjáldan eiga umboð á
landsliðnum. Tá ið landsliðið
var savnað í sambandi við
heimadystirnar ímóti Italia
og Skotlandi var ein spælari
úr EB/Streymi millum teir
21, og ein spælari úr NSÍ var
millum teir somu 21.
Men tað eru altso hesi
bæði feløgini, sum nú seta
dagsskránna í toppinum av
landskappingini.
Enn er tað langt til 27.
oktober og 27. og síðsta
umfarið í Formula deildini.
Tað nýtist ikki at verða leit-
að longri aftur enn til í fjør
fyri at finna dømi um, at tað
kann nógv vendast á høvdið
í síðstu umførunum.
B36 snávaði á Argjum,
men B36 verður sjálvandi
roknað millum uppløgdu
FM
kandidatarnar.
Tað
kemur so at siga ikki fyri,
at samlaða úrtøkan hjá
stóru feløgunum í Gunda-
dali burturúr einum umfari
er null stig. Tað var hon
burturúr 13. umfari.
Tað kann ikki sigast ann-
að, enn at talan er um nýggj-
ar tíðir í føroyskum fótbólti.
HB og KÍ søgan
Stóru spurnartekinið eru
HB og KÍ.
Tað kemur so at siga ikki
fyri, at HB fleiri ferðir á rað
fer av vøllinum uttan at
hava fingið stig. Fyri einari
viku síðani fór HB av Sandi
við ongum stigi. Leygar-
kvøldið fór HB úr Runavík
við ongum stigi.
Tað er so mangan komið
fyri, at tá ið tað hevur verið
tætt, og tá ið tað hevur riðið
um snarið, so hevur tað
koppað HB til fyrimunar, tí
HB hevur havt tyngdina og
broddin, sum hevur verið
neyðugur fyri at vinna.
Í Runavík var talan um
tætta uppgerð, og HB var
ofta omaná. Men tað eydn-
aðist ikki hjá meistarunum
at fáa úrtøku. Tað plagdi
ikki at vera gamalt.
Eisini í hesum tykist talan
at vera um nýggjar tíðir í
føroyskum fótbólti.
KÍ telist millum sigurs-
vandu feløgini. Nú er KÍ
botnlið. Støðan hjá klaksvík-
ingum er uppaftur verri nú,
enn hon var undan vikuskift-
inum. KÍ hevur áður verið í
so tungum sjógvi í botninum,
sum tað ber til at vera uttan
at flyta niður. Higartil hevur
KÍ hvørja ferð megnað at
bjarga sær undan niður-
flytingini.
Í løtuni tykjast tey bæði
niðastu at vera før fyri at
skava fleiri stig saman, enn
KÍ tykist at vera. Klaksvík-
ingar hava burturúr seks
teimum seinastu umførun-
um fingið tvey stig. Um úr-
tøkan ikki skjótt fer at venda,
so er góður møguleiki fyri,
at klaksvíkingar fyri fyrstu
ferð ikki fara til fótbólt
seinnapart sunnudag.
Tað kann ikki sigast ann-
að, enn at talan er um nýggj-
ar tíðir í føroyskum fót-
bólti.
Ilt at spáa
AB er uppflytari, og mong
hava roknað við, at argja-
menn fóru at verða kanón-
føði. Tað hevur eisini verið
roknað við, at VB/Sumba
fór at verða kanónføði.
Spurningurin hevur ikki
verið, um VB/Sumba fór at
flyta niður, men heldur hvør
fór at flyta niður saman við
VB/Sumba.
Nú er støðan soleiðis, at
tey, sum hava verið roknað
sum uppløgd evni at flyta
niður, fáa stig og vinna
ímóti teimum stóru.
AB hevur vunnið á B36,
og AB hevur spælt javnt
ímóti HB og tvær ferðir
ímóti GÍ. VB/Sumba hevur
vunnið á KÍ, og mikukvøldið
sóu fáu áskoðararnir í Gunda-
dali, at VB/Sumba í fyrru
hálvfinaluni hevði HB á
krókinum í eina góða løtu.
Hóast 3-1 tap á útivølli, so
er tað ikki givið, at VB/
Sumba ikki hevur møgu-
leika at spæla seg í steypa-
finaluna við samanløgdum
sigri á HB.
Gongdin higartil hevur
verið meiri enn brúkilig hjá
GÍ, Skála og B71. Øll fingu
tey hesa ferð eitt stig burtur-
úr, og tað er í løtuni einki,
sum bendir á, at hesi feløgini
ikki eisini næsta ár fara at
spæla Formula fótbólt.
Tað var ikki gamalt, at
undirtippaðu feløgini stóðu
seg so væl, sum VB/Sumba
og AB júst nú gera. Harvið
er tað møguleiki fyri, at tað
eisini í hesum fer at verða
staðfest, at tað eru nýggjar
tíðir í føroyksum fótbólti.
Sama søgan
Í einum tykist føroyskur fót-
bóltur at líkjast sær sjálvum
soleiðis, sum hann hevur
myndað seg seinastu árini.
Tað er í sambandi við venjar-
arnar og venjarauppsøgnir.
Higartil í ár hava fýra
feløg skift venjara – KÍ,
B71, Skála og AB. Í løtuni
er ikki torført at ímynda
sær, hvat felag er favorittur
at verða tað fimta, ið sum
avleiðing
av
vánaligari
gongd fer at skifta venjara.
Møguliga verður tann
avgerðin tikin, áðrenn hesar
reglurnar røkka út til lesar-
arnar.
Verður tað soleiðis, so
verður talan ikki um nýggja
søgu, men um gamla lagið!
Nýggjar tíðir í fótbólti
Vónbrotið var stórt hjá HB, tá teir enn eina ferð máttu av vøllinum uttan stig. Hesa ferð móti NSÍ, sum saman við EB/Streymi er
oddalið
Mynd: Einslistir
ítróttur