mánadagur 18. juni 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 114 - 18. juni 2007 ]
Cancallera vann prologin
Fabian Cancellera var átta sekund undan næsta súkklaranum,
tá stóri súkklukappingin kring Sveis byrjaði í gjár. Átta sekund
ljóðar ikki av nógv, men á einum einkultstarti yvir fýra
kilometrar er talan um heilt stóran mun. Cancellera hevði
undan kappingini boðað frá, at hann ætlar sær at vinna báðar
einkultstartirnar, og nú hevur hann hálvgum rokkið hesum
málinum.
Wiltord liðugur í Lyon
Franski landsliðsspælarin, Sylvain Wiltord, er liðugur í
Lyon. Hetta er greitt eftir at spælarin hevði boðið
konufólki inn á hotelkamari hjá sær undan dystinum móti
Rennes. – Sylvain fer úr felagnum. Hann er farin um
markið fyri tí, sum spælararnir loyva honum, og tí er
hetta ikki ein spurningur um at selja spælaran. Hann er
liðugur, sigur formaðurin í felagnum, Jean-Michels
Aulas.
Fróði søkti barn-
dómsfelagið
Ein strika í
rokningini
Fróði Clementsen hevur
fyri tað mesta fingið sína
fótbóltsuppaling í B36.
Men tað merkir ikki, at
hann hevur verið serliga
blíður við barndómsfelagið
í ár. Tríggjar ferðir hevur
AB spælt móti B36, og
hvørja ferð hevur Fróði
skorað. Og týdningarmesta
málið av hesum var helst
sunnudagin, tá hann í
yvirtíðini sendi brotsspark
í netið.
Men tað var ikki júst
ætlanin, at Fróði skuldi
taka brotssparkið.
- Vit høvdu sum so ikki
avtalað nakað. Súni Fríði
varð so biðin um at skjóta,
men hann segði, at hann
kendi seg ikki heilt trygg-
an, og so átók eg mær
uppgávuna.
Kendi tú stórt trýst á
tær?
- Ikki sum so. Men eg
hopaði bara, at eg skoraði.
Og hóast hetta helst er
týdningarmesta
brots-
sparkið, sum eg havi skot-
ið, so havi eg oftani kent
tað tyngri, beint tá eg skal
skjóta.
Og hetta er triðja málið
hjá tær móti barndóms-
felagnum?
- Ja. Eg veit ikki, hvussu
tað ber til, men tað hevur
so riggað væl móti júst
teimum. Teir hava annars
eina sterka verju, men tað
hevur so riggað onkurs-
vegna.
Sigurin ber við sær, at
AB nú bert er tvey stig
undir niðurflytingarstrik-
uni. Og Fróði staðfestir
eisini, at tað nú sær mun-
andi betri út hjá teimum.
- Vit hava ongan tíð av
álvara sæð so svart uppá
tað, men sjálvandi er lagið
í hópinum gott júst nú. Nú
eru KÍ og B71 so beint
framman fyri okkum, og
tað setir aftur krøv til
okkum. Megna vit ikki at
fylgja hesum sigrinum upp
við góðum úrsliti komandi
dystirnar, so er talan at
kalla um spiltar kreftir.
Herbert í Lon Jacobsen
var alt annað enn nøgdur
um, at hann og B36 taptu
útidystin á Argjum.
- Hetta var ein stór
strika í rokningini hjá
okkum, men vit mugu
bara ásanna, at vit megn-
aðu ikki at halda leiðlsuni.
Eg haldi annars, at vit
høvdu fult tamarhald á
dystinum, og at hepnið
so avgjørt ikki var við
okkum. Ikki tí at vit
skaptu so øgiliga nógv,
men vit halda teimum
mest sum púrasta frá mál-
inum. Men teir fáa so
kortini tvey mál, og tað
er ikki nokk.
NSÍ og EB/Streymur
vunnu sínar dystir. Er
trýstið á tykkum nógv
størri, nú tit hava dyst
móti EB/Streymi í næsta
umfarinum?
- Sjálvandi. Tað er ein
dystur, sum vit mugu og
skulu vinna. Men tað var
tað nú eisini undan hesum
tapinum. Men vinna vit,
so hava vit í øllum førum
rættað nakað uppaftur, so
í sjálvum sær nýtist tapið
ikki at vera nøkur van-
lukka. Men ein stór strika
í
rokningini
var
tað
avgjørt, sigur Herbert.
Venjaraskiftið tykist
hava stóra ávirkan á
Argjum, har teir nú
av álvara anda KÍ í
nakkan. Fýra av seks
seinastu stigunum
eru endað á Argjum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
B36 dummaði seg í odda-
stríðnum, og AB vann ein
sera týdningarmiklan sigur
í botnstríðnum. Somikið
einfalt kann útfallið av dyst-
inum á Argjum sunnudagin
tulkast.
Talan var um næsta dystin
hjá Sigfríði Clementsen
sum AB-venjara, og hann
er longu í ferð við at seta
síni fingramerki á spælið
hjá liðnum.
Við einum kompaktum
útgangsstøði, har stutt er
millum keturnar, megnaði
AB fyri tað nógva at rýsta í
undanvindinum, sum teir
høvdu fyri steðgin. Enn tá
uttan at hetta kostaði nakrar
kontra-møguoleikar til B36.
Árstalsfelagið var tó ikki
púrasta fyri ongum. Teir
spældu skilagott við bólt-
inum á jørðinni, og nakrar
ferðir sluppu teir eisini
fram við í borðunum. Nógvi
vindurin tóktist tó nerva
spælið, og einamest mundi
gestirnir bíða til undanvind-
in, sum var í væntu seinna
hálvleik.
Mótbrekka í
undanvindi
Tað varð tí lagt upp til eitt
stórt trýst frá gestunum
eftir steðgin. Men hóast
vindurin enn var hin sami,
so kom trýstið ongantíð.
Partvíst tí B36 hevði sera ilt
við at flyta liðið niðan á
vøllin, so trýstið veruliga
kundi haldast. Men eina-
mest tí AB spældi serstak-
liga skilagott. Peder Christi-
ansen var snúningspunktið
á miðvøllinum, har bólturin
alla tíðina varð hildin á
jørðini, og hóast AB nú var
meira verjukent, so lúrdi
møguleikin
fyri
einum
kontra-máli allatíðina.
Súni Fríði Barbá og Fróði
Clementsen vóru eisini nær
við at revsa verjuvillur hjá
B36, men brádliga vísti Sylla
enn einaferð, at hann er
millum vandamestu álops-
spælararnir í landinum.
AB-verjan hevði annars
hildið gestunum mest sum
púrasta
frá
møguleikum.
Men verjuspælarin fylgdi
við, tá ivorianin leitaði djúpt,
og so var hann skjótur at
renna í tóma holið og hegnis-
liga stýra bóltinum í netið.
Tað tóktist vera sama
søgan, har oddaliðið hevur
neyðugu marginalarnir við
sær, men argjamenn vildu
ikki geva seg. Lítla løtu
seinni javnaði Rógvi Poul-
sen, tá hann var fyrstur á
frísparki, sum varð sent inn
um B36-verjuna. Ivaleyst
kundi sama B36-verja stað-
ið betri um hetta mundið, og
tað kundi hon í øllum førum
tá seinna AB-málið kom.
Ingi Højsted, sum fyri
fyrstu ferð í eitt ár var á
besta B36-liðnum, spældi
tvørbólt, sum AB fangaði,
og so gekk skjótt fyri seg.
Enn einaferð stóð Rógvi
Poulsen leysur, og tá hann
kipti bóltin fram við Jákupi
Mikkelsen, bar hann í armin
á Herbert í Lon, sum
bakkaði upp.
Brotsspark til AB, og so
var fagnaðurin stórur, tá
Fróði Clementsen sparkaði
bóltin hart og flatt í kassan.
Fyri fyrstu ferð hevði AB
vunnið heimadyst í Formula-
deildini. Og at tað var móti
júst grannunum gjørdi ikki
dagin verri.
Formkreppa í B36
Sigurin ber við sær, at AB
nú av álvara sær møguleikan
at bjarga tilveruni í deildini.
Munurin upp til KÍ er nú
bara tvey stig, og tí verður
spenningurin
serstakliga
stórur komandi umførini.
Hjá B36 var talan hin-
vegin um eina blamagju av
teimum stóru. Kappingar-
neytarnir í oddastríðnum
høvdu vunnið sínar dystir
leygardagin, og tí kendi
B36 treytirnar, áðrenn farið
varð á vøllin.
Og hóast teir enn eru við
í oddastríðnum, so er form-
kurvan hjá árstalsfelagnum
ikki nøkur serlig. Seinastu
tríggir dystirnir hava bara
givið tvey stig, og leitast
skal aftur til 20. mai fyri at
finna seinasta B36-sigurin.
Komandi umførini standa
uppgerðir móti EB/Streymi
og HB á skránni, og hesar
mugu helst roknast sum
sannleikans tími hjá B36.
AB-B36 2-1 (0-0):
Sigfríður kann bjarga AB
Fyri fyrstu ferð í ár eydnaðist Rana D. Christiansen og liðfeløgunum á
Argjum at vinna heimadyst
savnsmynd
B36
AB