mánadagur 18. juni 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 114 - 18. juni 2007 ]
Nistelrooy skrivaði søgu
Hollendski álopsspælarin Ruud van Nistelrooy er
tiltikin málskjútti, og nú hevur hann prógv fyri, at hann
dugir betur enn teir flestu at gera mál. Nistelrooy er
fyrsti spælari, sum verður toppskjútti í trimum av
teimum stóru europeisku fótbóltskappingunum.
Nistelrooy var toppskjútti í Hollandi í 1999 og 2000, og
tá ið hann fór til Onglands at spæla, gjørdist hann eisini
toppskjútti har. Nú er hann júst blivin toppskjútti í
sponsku kappingini.
AGF fer at keypa
Í gjár tryggjaði AGF úr Århus sær uppflytingina til
bestu donsku fótbóltsdeildina, og felagið hevur longu
gjørt greitt, at tað ætlar sær at styrkja um hópin til
næsta kappingarár, sum byrjar longu í juli mánaði.
- Vit hava eitt gott grundarlag, men vit skulu hava
styrk. Hópurin, sum vit hava flutt upp við, er ov
tunnur til at klára seg í superliguni, og vit hava verið
hepnir við skaðum og leikbannum í ár, sigur venjarin,
Ove Pedersen.
NSÍ styrkti um sína
støðu við góðari
verjuskipan og
arbeiðssomum
miðvølli, sum er betri
skipaður enn áður
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
HB plagdi at hava marginal-
irnar á sínari síðu. Tað eru
tey góðu liðini, sum søkja
eydnuna og finna hana,
plagdi at verða tikið til.
Um hetta hevur nakað
við veruleikan at gera, so
boðar úrslitið leygarkvøldið
frá, at NSÍ nú eigur eitt
betri lið, enn meistararnir í
HB eiga.
Á vøllinum var tað tætt,
intenst og spennandi, og í
løtum hekk spælið hampu-
liga væl saman.
Styrkin í HB liðnum
plagar at vera í álops-
partinum, sum er mannaður
við
landsliðsmonnunum
Christian Høgna Jacobsen
og Rógva Jacobsen og við
Tór-Ingar Akselsen. Hjá
NSÍ
liggur
styrkin
í
verjupartinum. Álopið var
aftur hesa ferð óvanliga
tunt. Men tá ið tað eydnast
at halda tætt í hinum enda-
num er eitt mál nóg mikið
fyri at vinna.
Einsamalla málið skoraði
innskiftur miðvallari, tá ið
tað bara var ein lítil løta
eftir.
Ryggurin á HB spælar-
unum var ikki so rankur,
sum hann ofta hevur verið,
tá ið teir eru farnir av
vøllinum.
Leikliga hevur tað ikki
hingið serliga væl saman í
ár. Men hesa ferð spældu
teir við væl uppløgdum
Milan Kuljic á sentralum
miðvallarplássi saman við
arbeiðssama Kára Nielsen,
upp ímóti NSÍ, og í 2.
hálvleiki hevði HB verið
omaná. Tað lá í luftini, at
um eitt mál fór at koma, so
fór HB at fáa tað.
HB saknaði skadda Jákup
á Borg í høgra borði.
Kortini
vóru
innleggini
nógv. Í 1. hálvleiki hevði
Christian Høgni Jacobsen
risa møguleika eftir góða
fríspæling
frá
Rógva
Jacobsen, men hann legði
við høvdinum bóltin skeivu
megin stólpan.
Í 2. hálvleiki vóru fleiri
krossbóltar. Men Óli Hans-
en og hansara menn vóru
sum oftast fyrstir á, og verj-
an lá so mikið aftarlaga, at
tað var millum lítið og einki
øki hjá Rógva og teimum at
renna seg leysar í.
Hans á Lag varð settur
fram sum síðsta álopsessið.
Mest merkisvert var tað, tá
ið dómarin vísti honum av
vølli fyri at hevna seg.
Tannleysir
NSÍ hevur skift ham. Í
staðin fyri nógvar langar
sendingar, sum hevur verið
vørumerkið, tá ið Christian
Høgni í fremstu røð ornaði
so nógv einsamallur, so
royna teir nú at samanspæla.
Nenad er drúgvur, og hóast
skaddi Bogi Løkin varð
saknaður, so hekk tað ikki
so galið saman.
Broddur og tyngd sást
ikki nakað serligt til í
álopspartinum hjá NSÍ. Tað
hjálpti, tá ið unglingaspæl-
arin Øssur Dalbúð loysti
Andersson av. Løtan hjá
Øssuri var sera stutt, men
sum so mangan áður fyrr í
ár, so var tað, eftir at hann
var skiftur á vøllin, at NSÍ
skoraði.
Pól Thorsteinsson varð
fyri fyrstu ferð síðani tíðliga
í vár á vøllinum. Snildi
veteranurin varð skiftur inn
á sentrala miðvøllin, og
tann leiklutin megnaði hann
væl. Hjalgrím Elttør var
aftur
hesa
ferð
sera
arbeiðssamur.
Liðavrikið
var samanhangandi, og tá
ið eydnan er lopin av HB
skútuni og yvir á NSÍ
skútuna, so ber tað ivaleyst
eyka orku og sjálvsálit við
sær undan næstu uppgávuni,
sum stendur fyri framman í
strembanini at halda tørn
um oddasessin.
HB
NSÍ
NSÍ-HB 1-0 (0-0):
Lukkan hevur svikið HB
Jann Martin Mortensen slapp fyri fyrstu ferð á máltalvuna í
Formula-dysti. At sigurin bar steyp við sær, gjørdi ikki støðuna
verri
Mynd: Einslistir
Innskifti unglingurin
hevði ikki ímyndað
sær, at fyrsta málið
nakrantíð fyri besta
NSÍ liðið skuldi
verða skorað ímóti
meistarunum á
Eystanstevnuni
NSÍ
Jóannes Hansen
Nógvu áskoðararnir við
Løkin høvdu fyri góðari
løtu síðani klappað fyri
óføru bátsmanningunum á
Eysturoyingi og Heiðabáti-
num, tá ið tær í trailarum
við lúðurhornum høvdu
koyrt
framvið
fótbólts-
vøllinum.
Klokkan var á veg næst-
síðstu ferð runt, áðrenn
eykatíðin skuldi leggjast
afturat. Unglingaspælarin á
vinstra veingi hjá NSÍ,
Einar Hansen, streyk fram-
við
tveimum,
smekkaði
flatt
innfyri,
og
undir
málinum stýrdi innskifti
miðvallarin, unglingaspæl-
arin Jann Martin Mortensen,
bóltin í málið aftanfyri
Trónd Vatnhamar.
Heimaáskoðararnir feg-
naðust yvir eykaklappið,
sum varð tikið úr lum-
munum, og tað kann gott
fara at vísa seg seinni í ár,
at hetta málið fer at hava
uppaftur størri týdning, enn
tað hevði leygarkvøldið.
Málskjúttin hevur ikki
verið í sovornari støðu áður.
Hann er seytjan ára gamal,
og hetta var fyrsta ferðin, at
hann skoraði í Formula
deildini:
- Tá ið eg varð skiftur
inn, segði venjarin, at eg
skuldi royna at spæla og
gera mítt besta. Eg hevði
verið við í nøkrum kombi-
natiónum, og tað hevði
gingið hampuligt. Men eg
hevði ikki hugsað um, at
hetta skuldi verða dysturin
og kvøldið, tá ið eg skuldi
skora fyri fyrstu ferð í
Formula deildini. Men tað
var ein deilig kensla, greiðir
ungi NSÍ maðurin frá.
Hann er av góðum fót-
bóltsbergi brotin. Pápin,
Trygvi Mortensen, hevur
spælt nógv við NSÍ, og
hann hevur verið venjari í
NSÍ og øðrum feløgum.
Leygarkvøldið var hann
ikki eygnavitni, tí hann var
við KÍ í Streymnesi.
Jann Martin hevur eisini
fótbóltsrøtur í Klaksvík.
Heilt tilkomnu fótbólts-
áhugaðu føroyingarnir min-
nast væl langabban sum
fótbóltsspælara. Mamman,
Anja, er abbadóttur Mourits
Jacobsen, sála, sum var
tiltikin
fótbóltsspælari
í
fýrati og fimmti árunum.
Jann Martin hevur alla
sína tíð spælt við NSÍ, og
hann nýtir nógva tíð til
fótbóltin.
- Eg venji mánakvøld og
týskvøld. Mikukvøld spæla
vit oftast við unglinga-
liðnum. Hóskvøld venja
vit. Fríggjakvøld plaga vit,
sum eisini spæla í ung-
lingadeildini, at hava frí. So
spæla vit leygardag við 1.
deild, og sunnudag plagi eg
at sita á beinkinum hjá
Formula liðnum.
Hvussu verður nú hjá
tær?
- Eg vil fegin vinna fast
pláss á liðnum. Men eg eri
greiður yvir, at tað krevst
tol til fyri at sleppa framat.
Tað ræður um at vera klárur,
tá ið man fær møguleikan.
Hvussu nógvar møguleikar
eg skal fáa er upp til
venjaran at gera av, sigur
skilagóði ungi maðurin,
sum síðani í mars mánað
hevur lært hjá Klement
Petersen í Saltangará.
Og hvussu verður tað nú
hjá NSÍ?
- Hetta var ein góð vika.
Mikukvøldið spældu vit
okkum í steypafinaluna fyri
unglingar.
Fríggjakvøldið
vunnu vit trý stig í 1. deild,
og leygarkvøldið vunnu vit
á Formula liðnum hjá HB.
Vit mugu ikki hugsa ov
langt fram, men taka ein
dyst í senn. Leygarkvøldið
skulu vit spæla í Vági. Tað
verður torført, men vit eiga
at vinna. Um tað ikki
eydnast, so verður sigurin á
HB ikki til somu nyttu, sum
hann annars verður, sigur
Jann Martin Mortensen.
Saman við honum eru
fýra
aðrir
unglingar
á
Formula liðnum hjá NSÍ,
sum í løtuni er á fremsta
plássinum. Hinir eru Bogi
Løkin, sum orsaka av skaða
ikki var á vøllinum leygar-
kvøldið,
Jóhan
Troest
Davidsen, Einar Hansen,
Øssur Dalbúð, og Klæmint
A. Olsen, sum var á
beinkinum
alla
tíðina
leygarkvøldið.
Jann Martin var dagsins maður