Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-18, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 114 - 18. juni 2007 ] Keflavík fylgir við Símun Samuelsen spældi allar 90 minuttirnar, tá Keflavík fríggjakvøldið vann heimadyst móti Fram. Úrslitið av dystinum gjørdist 2-1, eftir at tað í hálvleikinum stóð á jøvnum 1-1. Keflavík legði seg tíðliga á odda, men á hálva tímanum javnaði Fram. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik eydnaðist tó Balduri Sigurðsson at skora avgerandi málið Eidur aftur til Onglands Bæði West Ham og Manchester United verða sett í samband við Eidur Smára Gudjohnsen, sum í fjør skifti frá Chelsea til Barcelona. Har hevur íslendingurin fyri tað nógva sitið á beinkinum, og tí verður gitt, at hann vil sleppa aftur til Onglands. Sjálvur sigur Eidur Smári, at hann ikki vil avíssa einum skifti, og í enskum miðlum verður roknað við, at Manchester United fer at tryggja sær undirskrift hansara. Hinvegin er “íslendska” West Ham eisini eitt gott boð. Besta higartil Arnbjørn T. Hansen fekk tjúgu minuttir á vøllinum, skoraði eitt mál og lat seg skifta út. – Eg veit ikki hvussu tað sær út hjá mær. Tað er sami fóturin, sum var brotin, og beint nú er støðan ógreið, greiðir Arnbjørn frá. Hóast harmur um skaðan fegnast hann um sigurin. – Hatta er eitt tað besta, vit hava spælt higartil í ár. Serliga í fyrra hálvleiki har vit spældu skjótt, men eisini fingu pláss at spæla á, sigur Arnbjørn, sum heldur sigurin var uppiborin. – Vit hava halta eitt sindur í síðstuni, men nú sær tað gott út, sigur Arnbjørn T. Hansen. Iðra seg Heðin á Lakjuni, lið- formaður hjá KÍ, dylur ikki yvir, at teir eftir tapið í Streymnesi iðra seg. – Serliga fyrra hálvleik iðra vit okkum um. Vit eru als ikki klárir tá, men í seinna hálvleiki sita vit á tí mesta og hava fleiri kjansir, sigur Heðin á Lakjuni, sum harmast um, at teir ikki skoraðu eitt sindur fyrr. – Hevði málið komið eitt sindur áðrenn, so hevði úrslitið kunnað sæð heilt øðrvísi út, heldur hann. Heðin á Lakjuni sigur, at teir hóast tvey tap á rað, ikki eru falnir heilt í fátt. – Nei, vit mugu bara taka í egnan barm og stríða okkum úr støðuni, vit eru komnir í, sigur hann. EB/Streymur átti fyrsta tíman í Streym­ nesi leygardagin og KÍ seinasta hálva. Serliga í fyrra hálvleiki var EB/ Streymur flúgvandi, meðan klaksvíkingar stríddust til fánýtis í seinna hálvleiki FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Besti og higartil ringasti hálvleikirnir hjá EB/Streymi í ár. Tað vóru flestu av heimaáskoðarunum samdir um eftir stevnudystin leygar- dagin. Klaksvíkingar hugsa nokk ikki so nógv um spæli í løtuni. Hjá teimum er tað fyrst og fremst stigini sum telja, men hesi fingu teir heldur ikki leygardagin. Og uttan stig og við vánaligum spæli stóran part av dystinum sær tað ikki gott út hjá klaksvíkingum. Hinvegin eru glottar at hóma. Serliga einar tjúgu minuttir miðskeiðis í seinna hálvleiki sá tað veruliga gott út hjá KÍ. Men tá tú ikki rakar málið byrjar tað at blíva trupult, og tað er tað blivið til hjá klaksvíkingum. Høvdu klaksvíkingar havt fleiri løtur sum hasar frálíka góðu 20 minuttirnar í seinna hálvleiki, so høvdu teir ikki ligið har, teir liggja í løtuni. EB/Streymur tykist hin- vegin at hava funnið stevið so nøkulunda aftur, men bara nøkulunda. Í fyrra hálvleiki minti spælið til tíðir um góðu løturnar í fjør, men sum oddalið er tað ikki nøktandi, at teir lata seg detta so langt aftur á vøllin og koma undir so ógvusligt trýst av einum botnliði, sum KÍ er í løtuni. Skaddur spælari skoraði Í hálvfinaludystinum móti Skála farna mikudag, spældi EB/Streymur við eini øðr- vísi skipan, enn teir hava gjørt higartil í ár. Útgangs- støði er helst tað sama sum áður, men við Arnbjørn T. Hansen aftur á liðnum líkist skipanin ofta meiri enn eini 4-4-2, har kollfirðingurin er fremsti maðurin við Hans Paula Samuelsen beint aftanfyri seg, heldur enn eini 4-5-1, sum annars hevur verið skipanin, ið liðið hevur brúkt mest. Hetta sær út til at rigga frálíka væl, tí tá bara 20 minuttir vóru spældir førdu sundalagsmenn 2-0. Arnbjørn T. Hansen , sum spældi sín fyrsta landskapp- ingardyst síðsta sunnudag, varð borin av vøllinum, tá eitt korter var farið. Løtu seinni kom hann haltandi innaftur á vøllin. Og tá man hevur trupulleikar við bein- inum, er gott at duga at brúka høvdið, tí tá tjúgu minuttir vóru spældir legði Símun Eliasen ein frálíka góðan bólt inn í feltið, har skaddi kollfirðingurin stút- aði bóltin í netið, og lat seg síðani skifta út. Fáar minuttir seinni økti John Heri Dam um leiðsl- una. Hans Pauli Samuelsen rak eitt sindur frameftir vøll- inum, spældi John Hera leysan úti í vinstru. Vinkulin gjørdist rættiliga spískur, so øll væntaðu eitt innlegg, men havnarmaðurin í Sunda- lagnum høgdi til so bólturin brast í handaru stong áðrenn netmeskarnir handan Mein- hard Joensen blaktraðu. KÍ trýsti 2-0 gjørdist eisini hálvleiks- støðan og EB/Streymur tókt- ist at hava fult tamarhald á støðuni. Men í seinna hálvleiki kom týðuliga til sjóndar, at klaksvíkingar ikki vildu hava vánaliga av- rikið frá fyrra hálvleiki sit- andi á sær. Teir reistust, stríddust og kempaðu fyri at fáa mál og stig men til fánýtis. Serliga einar tjúgu minuttir í seinna hálvleiki trýstu teir EB/Streym øgi- ligt, men hvørki skotið frá Erling Fles, stútarin frá Paul Clapson ella frísparksroynd- in frá Heðin á Lakjuni slapp framvið René Tórgarð. Móti dystarenda tóktist luftin fara úr ballónini, trýstið á EB/Streym var ikki eins stórt, men tá bragd- aði umsíðir hjá KÍ. Innskifti Leon Bjartalíð setti bóltin í netið eftir eina frísparks- støðu, men málið fekk bara kosmetiskan týdning, tí lítla løtu seinni bríkslaði Jens Petur Brattalíð dystin av. Týdningarmikil sigur Hjá EB/Streymi merkir sigurin, at teir í kapprenn- ingini hava yvirhálað B36 og fylgjast við NSÍ í kapp- ingini um fremsta plássið. Og havandi í huga teir báðar næstu dystirnar hjá EB/Streymi, er sigurin ikki minni týdningarmikil, tí komandi sunnudag eitur uppgávan hjá felagsliðnum B36 í Gundadali, og aftaná gongur leiðin til Runavíkar. KÍ hevur nú tapt tveir dystir á rað. Teir liggja fram- vegis omanfyri niðurflyting- armarkið, men nú eru bert tvey stig, sum skilja KÍ og AB. Teirra næsta avbjóðing er longu mikukvøldið, tá HB vitjar í Djúpumýru, og Norðlýsið hevur longu nú so staðfest, at tá verður talan um ein kreppukendan klassikara. Stevnusigur í Streymnesi KÍ EB/Streymur Gunnar Nielsen og Bárður Olsen í nærdysti. Tá avtornaði dróg EB/Streymur longra stráðið, men tað var sjáldan sjónligt, at talan var um eitt oddalið, sum átti heimavøll móti einum av botnliðunum Mynd: Sofus D. Johannesen