mánadagur 18. juni 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
[ Nr. 114 - 18. juni 2007 ]
Paris aftur í USA
Tony Paris, sum í vár fekk sekkin frá
KÍ, virkar nú aftur sum venjari hjá
St. Pede Raiders í USA. Hetta er
felagið, har Paris var venjari, áðrenn
hann kom til Klaksvíkar. Tony Paris
skal í næstum upp til endaligu próv
tøkuna sum UEFA Avenjari, og eftir
hetta hevur hann loyvi at standa á
odda fyri nýggja felagnum.
Tevez bíðar eftir Real Madrid
Ivi er um framtíðina hjá argentinska áleyparanum, Carlos Tevez,
sum spælir í West Ham í Englandi. Tevez var ein av týdningarmestu
leikarunum hjá West Ham í stríðnum fyri at yvirliva í Premier
League, og nú eru fleiri av evropeisku stórfeløgunum eftir honum.
Umboðsmaðurin hjá Tevez, Adrian Ruocco, sigur tó, at Tevez bíðar
eftir Real Madrid. – Vit hava havt samband við Real Madrid, og
eingin ivi er um, at Tevez vil til Madrid. Um Real Madrid ikki
verður ein møguleiki, so eru fleiri onnur stórfeløg eftir honum, og
tað er heldur ikki óhugsandi, at hann heldur fram í West Ham.
Ov lítið hugflog
Rúni Rasmussen hjá Skála var ikki nøgdur um
spælið, sum hann og liðfelagarnir sýndu
sunnudagin.
Tað var ikki nóg gott. Onkursvegna, so var ov
lítið hugflog yvir spælinum hjá okkum, og fram
um alt, so hava vit ov lítla ferð á spælinum. Tað
ger, at uppgávan hjá mótstøðuliðnum verður alt
ov lørr, so vit ikki fáa lagt trýst á, sigur Rúni.
Men hann er tó ikki samdur í, at VB/Sumba
kanska skuldi fingið sær stigini suður við.
Eg haldi, at vit nú eisini skapa okkara kjansir.
Og helst høvdu vit fleiri møguleikar, enn teir
høvdu. Men samanumtikið, so var javnleikurin
helst á góðari leið, sigur Rúni.
VB/Sumba misti
í mun til AB. Men
javnleikurin ber boð
um, at botnliðini
neyvan verða heilt so
einsamøll, sum tekin
annars hava verið um
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan var ikki um ta heilt
stóru fótbóltsupplivingina,
tá VB/Sumba vitjaði á
Skála
sunnudagin.
Tað
munnu gestirnir sum so
eisini leggja vertin á, tí við
einum stigi hildu teir fast
um góðu gongdina, sum
seinastu tríggjar dystirnar
hevur kastað fimm stig av
sær. Fimm stig, sum inni
bera, at munurin upp til
niðurflytingarstrikuna
alsamt er minkaður.
Hesa fer var eisini nær
við, at øll stigini fóru suður
um Suðuroyarfjør. Gamli
málrevurin, Birgir Jørgen
sen var skjótur á bóltinum,
tá Teitur Tausen stútaði
hornaspark móti málinum,
og stóð 10 til gestirnar.
Tann støðan helt sær, til
seinni hálvleikur var um at
vera hálvrunnin. Spælið hjá
Skála hekk ikki serliga væl
saman, og tað tóktist meira
sannlíkt, at gestirnir skuldu
økja um leiðsluna, tá teir
fleiri ferðir kontraðu við
fullari ferð móti heima
liðnum.
Tí var tað heldur merkis
vert, at málið hjá Skála
kom eftir kontraálop. Obi
og Pauli G. Hansen stóðu
fyri uppspælinum, og so
kundi Kaplananovic senda
bóltin í netið, eins og hann
eisini gjørdi tað, tá Skála
fyrr í vár vann dystin móti
VB/Sumba í Vági.
Fortreyt fyri
yvirliving
Hjá VB/Sumba var dysturin
fyrst og fremst tekin um, at
liðið nú av álvara er við at
stríða seg úr botninum.
Eftir at liðið fyrstu nógvu
umførini tóktist fullkomu
liga víst í einum niður
flytingarsessi, hava spælarar
nir veruliga reist seg sein
astu dystirnar. Hugburðurin
hevur verið, sum tað sømir
seg hjá einum liði, ið stríðist
fyri lívinum, og tað hevur
eisini havt munandi batar í
spælinum við sær.
Um tað verður nóg mikið
at bjarga tilveruni í deildini
er so eitt annað mál. Men
fortreytin við at menn
stríðast, er í øllum førum
uppfylt.
Hjá Skála bendir hinvegin
á, at liðið í mangar mátar
verður partur av ongamanna
landi í ár. Vána byrjanin bar
við sær, at liðið mest sum
alt fyri eitt misti møguleikan
at leita heilt upp móti
heiðursmerkjunum, og enn
er tað væl niðurflytingar
strikan, sum teir skulu ansa
mest eftir.
Seinastu mánaðirnar hev
ur liðið tó lyft seg væl frá
somu striku, og tí kann tað
kanska verða ein trupulleiki
hjá monnunum, um teir ikki
eru nóg motiveraðir til
dystin. Hesa ferð stríddust
teir væl, men spælið hekk í
alt ov lítlan mun saman.
Møguliga kann ein bati
verða, um John Petersen
sjálvur fer á vøllin. Venjarin
kann flyta spæliloyvið til
Skála í dag, og hann er
neyvan
tann
vánaligasti
trumfurin at senda á vøllin í
eini knappari vending.
Skála-VB/Sumba 1-1 (0-1):
Botnliðini gera um seg
VB/Sumba er framvegis niðasta liðið í Formula-deildini, men gongdin seinastu dystirnar bendir greitt á, at liðið væl kann vinna seg upp um niðurflytingarstrikuna
savnsmynd
Nú vilja vit vinna
Jón Krosslá Poulsen harmaðist sjálvandi um, at tað ikki
eydnaðist VB/Sumba at halda fast um leiðsluna, sum teir
høvdu á Skála. Men fyrst og fremst fegnast hann um
hugburðin, sum liðið hevur sýnt seinastu dystirnar.
Lagið í hópinum er heilt víst munandi betri nú, enn tað
hevur verið. Menn eru klárir til hvønn tann einasta dyst,
og vit trúgva avgjørt, at vit kunnu bjarga tilveruni í
deildini.
Hesa ferð skuldu vit tó vunnið, tí vit raka stólpan
einaferð, umframt at ein av OKKARA bjargar á strikuni
hjá teimum, so talan skuldi helst verið um trý stig, heldur
Jón.
Komandi leygardag hava tit heimadyst móti NSÍ. Er tað
ein uppgáva, sum er til at lyfta?
Á heimavølli á jóansøku ivist eg ikki í, at allir fara inn á
vøllin at stríðast av øllum alvi. Og so er tað líkamikið,
um tað er NSÍ ella onkur annars, sum vit spæla ímóti.
KÍ – HB
Landskappingardystur verður
í Klaksvík mikudagin kl. 18.00
Bussurin koyrir úr Havn kl. 16.30
Stuðlafelagið heitir á øll viðhaldsfólk um
at møta so fjølment sum gjørligt!
Sigið frá hjá Sólbjørn, tlf. 23 25 37
Seinasta freist at tekna seg er
týskvøldið kl. 22.00